Vártingstøð

3
FORN TINGSTØ Ð VÁRTING KUNNINGARSTOVAN Vaglið 4, P.O.Box 379 FO-110 Tórshavn, Føroyar T: +298 302425 F: +298 316831 W: www.visittorshavn.fo Stevnuválur, Millum Fjarða Eysturoy Várting í Føroyum Megintingið í Føroyum Tingskipanin í Føroyum er væl skjalprógvað í vártingbókunum, men eisini er hopin av søgum og søgnum knýtt at tingunum. Eins og í grannalondum okkara eru staðarnøvn, sum eita okkurt við ting, ding, gálga ella dóm. Hesi vísa til ting ella gerðir, sum hava okkurt við ting at gera. Onkuntíð hevur tingið bert verið hildið einaferð á staðnum, men navnið hevur hildið fram á mannamunni. Kanska er ikki so nógv at síggja longur, men tingstøðini er týðandi partur av okkara søgu, og er tú á staðnum, ber væl til at ímynda sær, at fyri 1000 árum ðani hittust føroyingar fyri í felag at skipa okkara samfelag. Ferðist í Føroyum og vitjið okkara fornu og gomlu vártingstøð og eisini megintingstað okkara á Tinganesi. Vitjið heimasíðuna www.thingsites.com og fáið meira at vita um vártingstøðini í Føroyum. Meira fæst eisini at vita um Tingverkætlanini sum fevnir um tingstøð í Noregi, Íslandi, Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og á Man á www.thingproject.eu . Tingtúrurin kan eisini gerast sum ein geocache túrur. www.geocaching.com

description

Vártingstøð í Føroyum

Transcript of Vártingstøð

Page 1: Vártingstøð

F O R N T I N G S T ØÐ V Á R T I N G

K U N N I N G A R S T O VA NVaglið 4, P.O.Box 379

FO-110 Tórshavn, FøroyarT: +298 302425 F: +298 316831

W: www.visittorshavn.fo

Stevnuválur, Millum Fjarða

Eysturoy

Várting í Føroyum

Megintingið í Føroyum

Tingskipanin í Føroyum er væl skjalprógvað í vártingbókunum, men eisini er hopin av søgum og søgnum knýtt at tingunum.Eins og í grannalondum okkara eru staðarnøvn, sum eita okkurt við ting, ding, gálga ella dóm. Hesi vísa til ting ella gerðir, sum hava okkurt við ting at gera. Onkuntíð hevur tingið bert verið hildið einaferð á staðnum, men navnið hevur hildið fram á mannamunni. Kanska er ikki so nógv at síggja longur, men tingstøðini er týðandi partur av okkara søgu, og er tú á staðnum, ber væl til at ímynda sær, at fyri 1000 árum síðani hittust føroyingar fyri í felag at skipa okkara samfelag. Ferðist í Føroyum og vitjið okkara fornu og gomlu vártingstøð og eisini megintingstað okkara á Tinganesi. Vitjið heimasíðuna www.thingsites.com og fáið meira at vita um vártingstøðini í Føroyum. Meira fæst eisini at vita um Tingverkætlanini sum fevnir um tingstøð í Noregi, Íslandi, Føroyum, Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og á Man á www.thingproject.eu.Tingtúrurin kan eisini gerast sum ein geocache túrur. www.geocaching.com

Page 2: Vártingstøð

V Á R T I N G I N I V Ó R U P A R T U R AV O K K A R A A L D A R G O M L U T I N G S K I P A N

E Y S T U R O Y - S T E V N U V Á L U R - S E L AT R AÐ

Millum Fjarða er forni tingstaðurin Stevnuválur, kendur frá søgunum um Orm bónda. Seinni flytir tingið til Selatraðar, har tingfundirnir helst vórðu hildnar innandura. Kortini er ein stórur steinur norðaliga í bygdini, tey rópa Tingborðið, og í sjóar-málanum tætt við er Gálgasteinur, har ein tjóður var hongdur í 17. øld.

Nu!a nunc lectus porttitor vitae pulvinar magna

Class aptent taciti sociosqu ad per inceptos hamenaeos

S A N D O Y - Í T R ØÐU M

Tann forni tingstaðurin var mitt á oynni, Millum Vatna, millum Stóra og Lítla Vatn. Seinni er tingið komið saman á bóndagarðinum í Trøðum eystanfyri Sandsvatn. Ein stórur steinur sæst við vegin. Hetta er tingborðið.

V Á G A R - Á RY G G I

Sambært søgn hevur ting verið við Dómstólar í Kvígandali. Seinni er tingistaðurin fluttur til Miðvágs til bóndagarðin heima í Stovu á Ryggi. Tingfundir vórðu hildnar innandura, men ein laðaður brunnur vísur, hvar bóndagarðurin var.#

S UÐU R O Y - U P P I M I L L U M S T O V U R

Tingið varð hildið í Øravík, men áðrenn tað var hin forni tingstaðurin mitt í oynni, við gøtuna millum Øravík og syðru bygdirnar. Tað ber til at finna “Tingstovuna” við at fylgja bygdagøtuni, ella koyra móti Famjin. Eitt skelti er við vegin, og lætt er at ganga haðani. Tingborðið er ein stórur flatur steinur í lægdini, har tingið varð hildið.

NORÐOYAR - Í VÁGIForni tingstaðurin var í Køtlum omanfyriÁrna%ørð. Har standa steinar, sum verða sagdir atmynda tingstaðin. Seinni varð tingið flutt íbóndagarðin heima í Vági (nú Klaksvík). Húsini eru ikki til longur. Í dag er her eitt hugnaligt pláss við benkrum og einum talvborði.

NORÐOYAR - Í VÁGIForni tingstaðurin var í Køtlum omanfyriÁrna%ørð. Har standa steinar, sum verða sagdir atmynda tingstaðin. Seinni varð tingið flutt íbóndagarðin heima í Vági (nú Klaksvík). Húsini eru ikki til longur. Í dag er her eitt hugnaligt pláss við benkrum og einum talvborði.

S T R E Y M O Y - T I N G G A RÐU R I N

Á Streymoynni er einki nevnt um várting, men í Kollafirði, beint við kirkjuni, stendur Tinggarðurin, har heystting hevur verið hildið. Á Tinganesi í Havn var megintingið. Tingið kom saman um summarið, og rættiliga tíðliga hevur tingsetanin verið knýtt at ólavsøkuni. Sum øllum kunnugt, kemur tingið enn á okkara døgum saman í Havn á ólavsøku.

S T R E Y M O Y - T I N G G A RÐU R I N

Á Streymoynni er einki nevnt um várting, men í Kollafirði, beint við kirkjuni, stendur Tinggarðurin, har heystting hevur verið hildið. Á Tinganesi í Havn var megintingið. Tingið kom saman um summarið, og rættiliga tíðliga hevur tingsetanin verið knýtt at ólavsøkuni. Sum øllum kunnugt, kemur tingið enn á okkara døgum saman í Havn á ólavsøku.

Page 3: Vártingstøð