Norðlysið nr. 20 2016

32
- lokala røddin síðani 1915 NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 65. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 EYSTANSTEVNURÓÐURIN HEVUR ALT AT SIGA FYRI EYSTUROYING Koreanskur STRÍÐSÍTRÓTTUR Í SØLDARFIRÐI SKRÁIN FYRI EYSTAN- STEVNU í blaðnum

description

Eystanstevnublað mikudagin 15. juli 2016

Transcript of Norðlysið nr. 20 2016

Page 1: Norðlysið nr. 20 2016

- lokala røddin sí ðani 1915NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 65. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

E YSTA NSTE V NURÓÐURIN HE V UR A LT AT SIG A F Y RI E YSTUROY ING

KoreanskurSTRÍÐSÍTRÓT TUR

Í S Ø LDA RFIRÐI

SKR ÁIN F YRI

E YSTAN-STE V NU

í blaðnum

Page 2: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 20162

Page 3: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 3

TÓRBJØRN JACOBSEN

Hetta var í 1961. Fyri tað vóru bara fýra summar-stevnur hildnar árliga í landinum, har rógvið varð um kapp í ymiskum bátastøddum. Hetta var á Vestanstevnu, Jóansøku, Norðoyastevnu og á Ólav-svøku. Vøksturin í økinum hevði tikið dik á seg nakað frammanundan hesum. Stórir skúlar vóru bygdir á Toftum og á Glyvrum, skip komu í stórum tali til økið og hareftir virkir, útgerðar-feløg, smiðjur, handlar og ikki minst biografur og dansihøli uppi á landi.

Seinast í 50´árunum var megin vorðin so mikil, at ítróttarfelagið Tjaldur ble-iv stovnað í 1957. Felagið varð seinri umskipað og helt fram undir heitinum NSÍ, tað ger tað enn, og ivaleyst hevur tað verið kappróðurin, sum hevur verið mesta orsøkin til, at farið varð undir at hal-da fimtu róðrarstevnuna í Føroyum á kyrrasta fjørði í landinum. Róðurin var meginbulurin í stevnunum, ólavsvøkan kanska undan-

tikin, fyri meiri enn hálvari øld síðani.

Síðani hevur økið staðið í stórum vøkstri, og nú er Runavíkar kommuna hin triðja størsta í landinum og saman við hinum báðum kommununum við fjørðin, Nes, - og Sjóvar kom-munum, er bara høvuðs-staðurin størri í fólkakon-

sentratión. Øll tekin í sól og mána benda eisini á, at slóðin frameftir rættir seg út eftir størri framburði, um tey sum stjórna í vinnu, mentan og politikki megna setningin, at ganga undan við víðkaðum karmum fyri at húsa øllum teimum, sum ynskja at búleikast her og sum eru so hjartaliga væl-komin.

Um fýra ár eru Føroyar einar aðrar Føroyar. Ak-før fara tá at renna upp og niður undirsjóvar úr og í Tangafjarðarsmoguna. Nýggja meginásin – búska-parligi bulurin í landinum, ið koma skal – Klakksvík/Skálafjørðurin/Tórshavn, eigur tá møguleikan fyri at samrakstrarrætta men-

ningina í landinum, og at lyfta vælferðarsamfelagið á eitt uppaftur hægri stig. Umsitingarbýurin í Suður-streymoy og cash-kýrnar norðan- og eystanfyri mega tá peila av av nýggjum og finna sítt nýggja pláss og eina skilagóða felagskós í samfelagnum.

Ítrótturin er framve-

gis pulsurin í summar-stevnunum. Fyri mong er tjóðarítróttin, kappróðurin, tað sum dregur. Felagið á Glyvrum, sum m.a. ei-gur Tjaldrið, Sølmund og Eysturoying er ímillum størstu feløg í landinum, og 10-mannafarið er aftur í broddi fylkingar. Vann á vánni í Klakksvík. Mangt er kortini vaksið úr turra-ri jørð síðani stevna varð hildin á fyrsta sinni fyri 55 árum síðani. Fótbóltur, hondbóltur, bogaskjóting, badminton, fimleikur, ta-ekwondo etc. Leygarkv-øldið verður t.d. stór- og grannadystur ímillum NSÍ og Víking á stevnuøkinum við Løkin. Sum skilst ætla feløgini í góðum samstarvi at skipa stevnuna sum ein ítróttarfestival í økinum, har fasilitetirnir eru, og har sum ein nýggj og stásilig svimjingarhøll ætlandi fer at síggja dagsins ljós í 2020.

Við hesum fáu orðum fer borgarstjórin vegna fólkið í Runavíkar kommunu at bjóða øllum føroyingum at vera hjartaliga vælkomnir til Eystanstevnuna 2016, - vit síggjast.

HJARTALIGA VÆLKOMIN Á EYSTANSTEVNU 201655 ár eru liðin síðani bræsnir íbúgvar á eystara armi Skálafjarðarinnar tóku stig til fyrstu Eystanstevnuna.

Page 4: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 20164

Longu tíðliga í ár vórðu øll feløgini kallaði saman at tosa um Eystan-stevnuna 2016. Sum flestu kunnugt datt stevnan niðurfyri í fjør, og tí var aválvara tørvur á nýhugsan, nýskapan og nýbroti.

Stevnur kring landið hava í áravís kent trýstið frá tei-mum alsamt vaksandi festi-valunum, ið megna at yvir-vinna seg sjálvar ár eftir ár. Gomlu bygdastevnurnar hava í kappingini við festi-valar lítlan og ongan mø-guleika, og helst skulu vit als ikki kappast við hesar. Hetta staðfestu vit á fyrsta stevnufundinum, og valdu tí í ár fult og heilt at leggja fokus annarleiðis í mun til undanfarin ár. Høvuðs-dentur verður nú lagdur á kjarnuvirksemið hjá tei-mum einstøku feløgunum,

og stevnan verður í ávísan mun nýtt til framvísing av tí fjølbroytta ítróttarlívinum, ið er á staðnum. Á stevnuni hava ítróttarfeløgini høvi at vísa seg fram á ymsan hátt, og stevnugestir fáa høvi at royna ymiskt, ið hevur við dagliga virksemið hjá fe-løgunum at gera. Hetta er grundarlagið undir tí, ið vit síggja hetta vikuskiftið.

Vegna fyrireikingarból-kin vil eg takka Runavíkar kommunu, lýsarum, tyk-kum, ið á ymsan hátt fram-føra, tykkum, ið hava eitt-hvørt tiltak á stevnuni, og Norðlýsið. Takk fyri! Uttan tykkum ber ein stevna sum hendan als ikki til.

Persónliga vil undirritaði takka teimum fantastisku einstaklingunum handan

feløgini, ið hava verið við til at skipa Eystanstevnuna 2016. Tit vita hvørji tit eru!

Góða Eystanstevnu øll somul

Bárður Højgaard,samskipari

Heilsan frá fyrireikarunum

Page 5: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 5

soleiðis er opið á Eystanstevnu:

fríggjadagin

kl. 09.30 - 23.00

leygardagin

kl. 09.30 - 23.00

hevur soleiðis opið á Eystanstevnu fríggjadagin kl. 23.00 - 04.00 leygardagin kl. 18.00 - 04.00

Cafféin

Barrin

Fríggjadagin spælur Finnur Koba

Leygardagin dansur við DJX

Øllum ynskja viteina góða Eystanstevnu

Heiðavegur 44 - Salt

Heiðavegur 44 - 600 Saltangará Tel. 444424

Lætt at bíleggja umvegis telefon ella teldupost

24/7 tænasta Størsta og besta goymsla í landinum

Sølubúð/goymsla í Havn, Runavík og á Skála

Vit koyra kring alt landið Álítandi tænasta

MEST P/F · J.C. Svabosgøta 31 P.O. BOX 65 · FO-110 Tórshavn tel: +298 301100 · [email protected]

www.mest.fo

Eykalutir 24/7 tænasta – ring +298 79 11 00

Page 6: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 20166

Hwarang Føroyar er einasta Taekwondo felag í Før-oyum, og tað heldur til í skúlanum í Søldarfirði.

HELGI ABRAHAMSEN

Taekwondo er ein kore-anskur stríðsítróttur, har tú kanst sparka, sláa og blokera. Orðið taekwondo er samansett av orðinum “Tae” (ið merkir fótur sum sparkar) “kwon” (ið merkir hond sum slær) og “do” (ið merkir ein hægri sinnislig støða - ein mentan - ein lívsstílur og ein vegur). Taekwondo er sostatt bæði ítróttur, sjálvverja og lívs-stílur.

80 íðkandi limir eru í felagnum Hwarang Føro-yar, og talan er um bæði gentur og dreingir í aldri-num 5 til 15 ár. Nøkur heilt fá vaksin eru eisini við. Vant verður í skúlanum í Søldarfirði, men av tí at einki annað lið er í landi-num, er neyðugt at leita út um landoddarnar fyri at kunna luttaka í kappingum. Farna vikuskifti vóru 54 av íðkarunum í eini kapping í Keypmannahavn, og ætla-nir eru eisini um at fara ein túr til Íslands um stutta tíð.

Venjarin er11 ára gamalTað sum er heilt sermerkt við Hwarang Føroyum er, at venjarin, Høgni Kunoy Dávason, er einans 11 ára gamal. Hann hevur vant taekwondo í Kina, Korea, Singapor, Danmark og Føroyum. Hetta kemst av, at hann hevur búð í fleiri

asiatiskum londum, tí pápi hansara hevur arbeitt har.

“Aldurin er eingin tru-pulleiki,” sigur Noomi Heradóttir, mamma Høgna.

“Taekwondo er ein óg-vuliga disiplinerað ítrót-targrein, og tað at vísa virðing er ovast á listanum hjá íðkarunum. Tann sum ikki fylgir hesum reglunum

kann ikki verða við,” sigur hon.

“Men sjálvsagt hevur Høgni eisini tey vaksnu at heita á, og hann er haraft-urat byrjaður at venja nøkur onnur børn til at vera hjál-parvenjarar.”

Hevur svarta beltiðLiturin á beltinum sum ta-

ekwondoíðkarar hava um miðjuna, vísir hvussu langt hvør einstakur íðkari er ko-min viðvíkjandi tekniskum førleikum. Høgni Kunoy Dávason hevur svarta bel-tið, sum er tað seinasta í røðini.

Umframt belti eru eisini tíggju stig (sokallað “dan”) at fáa, eftir at svarta beltið

er knýtt um miðjuna. Av teimum hevur Høgni ognað sær tvey.

Hwarang Føroyar hevur fastar venjingar týsdag og hósdag og onkuntíð verður eisini vant í vikuskiftunum.

KoreanskurSTRÍÐSÍTRÓT TUR

Í S Ø LDA RFIRÐI

Page 7: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 7

VRG�-�Heiðavegur�35�- FO�610�Saltangará�-�Tel.�+298�666�600�-�[email protected]�-�www.vrg.fo

Okkara�tænastur�fevna�m.a.�um:

Aðrar�tænastur:

Menning�av�trygdarskipanum�til�maritimu�vinnuna

t.d.�ISM,�ISPS,�MLC,��o.l.

Umhvørvis-�og�arbeiðsumhvørvisskipanir,�t.d.�ISO

14000,�OHSAS�18000

Góðskuskipanir,�ISO�9001,�GlobalGAP,�BRC,�ASC�o.l.

Prospektir�í�samband�við�keyp/sølu,�fígging�av

virksemi�o.l.

Greiningararbeiðið�av�ymsum�slagi

Optimering�av�virksemi�hjá�fyritøkum

KT�skipanir�innan�tey�øki,�ið�vit�ráðgeva�innanfyri.

VIT BRÚKA BARA TAÐ BESTA TÍ BRÚKA VIT STRANDAMÁLINGSIGNAR Á FRÍÐUFLØTUM, MÁLARAMEISTARI

Strandamáling fæst her

Hjá FróðaTórshavnTel. 350 900

StanleyNorðskálaTel. 422 270

VollabúðinSaltangaráTel. 449 649

Norðoya LitbúðKlaksvíkTel. 457 300

HúsfríðkanSandavágiTel. 333 320

Hjá RólantSandiTel. 361 610

Colorama-BotexTvøroyriTel. 371 081

Page 8: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 20168

Hondbólts-felagið Tjaldur hevur 250 íðkandi limir.

HELGI ABRAHAMSEN

“Tað sum vit gera nú, tað er at byggja upp, og vónir-nar eru góðar. Undirtøkan fyri felagsarbeiðinum er vaksandi,” sigur Selinda í Heiðunum, forkvinna í Hondbóltsfelagnum Tjaldri.

Felagið varð stovnað í 1998, og vóru tað hond-bóltsfeløgini GÍ og NSÍ, sum valdu at leggja saman í eitt felag, sum fekk navnið Tjaldur.

“Hondbóltsfelagið Tjal-dur hevur umleið 250 íðkandi limir úr 7 ára aldri og upp í vaksnamannadeil-dirnar, tó er Hondbóltsfela-

gið Tjaldur ikki umboðað í bestu kvinnu- ella mans-deildini,” sigur Selinda í Heiðunum.

“Men við einum miðví-sum ungdómsarbeiði, sum hevur verið nú tey seinastu árini, er møguleiki fyri at fáa hesar spælarar at halda fram, so grundarlag eisini er fyri vaksnamannade-ildunum,” sigur hon.

Allar venjingarnar hjá Tjaldri fara fram í ítróttar-høllini í Runavík, og spæla-rarnir eru frá øllum eysta-ra armi á Skálafjørðinum, umframt úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði.

Málsetningurin hjá felag-num fyri komandi kap-pingarár er greiður:

“Vit vóna at fáa eitt vaks-tramannalið í bæði kvin-nu- og mansdeildini,” sigur Selinda í Heiðunum, for-kvinna í Tjaldri.

MÁLIÐ HJÁ TJALDRI ER AT VERÐA UMBOÐAÐ Í BESTU K VINNU- OG MANSDEILDINI

Í nevndini fyri Hondbólts-felagið Tjaldur sita:

Selinda í Heiðunum, formaðurTorben Nielsen, næstformaður

Durita Olsen, kassameistariMaud Hansen, nevndarlimur

Jacob Martin Jacobsen, nevndarlimur

Page 9: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 9

GrannskoðanGrannskoðanini taka vit okkum sjálvandi eisini av. Ein grannskoðan er ein kannan av tilfari, fyri at fáa grundaða vissu fyri, at tað ikki eru týðandi skeivleikar í tilfarinum. Hettar tryggjar, at virksemið kann halda fram ótarnað, og at orkan verður løgd í kjarnuvirksemið í fyritøkuni.

GrannskoðaraStovanTá ræður um grannskoðan, roknskap og bókhald, umframt skatta- og fíggjarviðurskifti

GrannskoðaraStovan í Runavík Sp/fÁ Grannskoðarastovuni starvast 9 fólk, herav 3 skrásettir grannskoðarar. Við meira enn 30 ára royndum innan grannskoðan og fíggjarliga ráðgeving, kunnu vit bjóða eina tænastu á høgum fakligum støði.

RáðgevingYnskir tú eina effektiva fíggjarstýring og greiðar rakstrarætlanir, kann okkara ráðgeving gera mun í samlaða úrslitinum. Vit kunnu leggja rakstrar- og gjaldførisætlanir fyri smærri og størri fyritøkur, so at gerandisdagurin verður lættari.Skulu broytingar gerast í fyritøkuni, kunnu vit syrgja fyri, at hetta verður gjørt rættstundis, og so bíligt sum gjørligt í tráð við galdandi reglur og lóggávu. Eisini kunnu vit tryggja, at ætlanirnar verða eftirmettar og dagførdar við jøvnum millumbilum.

Roknskaparhjálp og bókføringVit átaka okkum bókføring og roknskaparuppseting. Somuleiðis átaka vit okkum at gera mannagongdir, sum tryggja, at bókhaldið verður dagført við jøvnum millumbilum, og at lógir og reglugerðir verða hildnar. Manglar tær bókhaldara, kann GrannskoðaraStovan eisini taka sær av tí. Umframt bókføring kunnu vit gera lønarflytingar og rakstrarflytingar fyri smærri fyritøkur. So eru tær klárar í tínum netbanka, og tað einasta, tú skalt gera, er at góðkenna tær. Tað er lætt at taka bókhaldið aftur, um fyritøkan ynskir tað.

GrannskoðaraStovan í Runavík Sp/fSkrásett grannskoðanarvirki | Heiðavegur 31 - Postboks 190 - 610 Saltangará - tlf: 591616 - Tpost: [email protected]

Page 10: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201610

Hey øll børn og ung

Tað er okkum ein stór gleði, einaferð enn, at bjóða til summarlegur á Zarepta í Vatnsoyrum.Ætlanin er, um Gud vil, at fyrsta legan skal byrja sunnudagin 26. juni.

Tekning fer fram á heimasíðuni zarepta.fo. Ber tað ikki til, kann ringjast á tlf. 216140 ella tlf. 284040.

Niðanfyri sæst nær legurnar eru og legugjaldið.

Um fleiri systkin koma á legu, verður avsláttur latin. Fyrsta barnið skal gjal-da fult legugjald, fyri annað og triðja barnið verða kr. 75,00 drignar frá fyri hvørt, fjórða, fimta osfr. gjalda einki legugjald.

Ferðaútreiðslur eru íroknaðar legu-gjaldið.

Øll sum tekna seg fáa eitt svarbræv, har greitt verður frá hvussu ferðast verður, hvat skal havast við osfr.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Zarepta summarlegurnar 2016

Lega Aldur Tíðarskeið KostnaðurLega 1 16 – 17 ár 26. juni - 02. juli kr. 700,00 Lega ll 15 ár 03. juli - 09. juli kr. 690,00 Lega lll 14 ár 10. juli - 16. juli kr. 680,00 Lega lV 13 ár 17. juli - 23. juli kr. 640,00Lega V 12 ár 24. juli - 30. juli kr. 630,00Lega Vl 11 ár 31. juli - 05. aug. kr. 590,00Lega Vll 10 ár 06. aug. - 10. aug. kr. 490,00Lega Vlll 9ár 11. aug. - 14. aug. kr. 440,00

Í SAMBANDI VIÐ, AT JASPUR PETERSEN GEVST SUM KOMMUNULÆKNI, VERÐUR SKIPAÐ FYRIALMENNARI FRÁFARINGARLØTU Í BÝRÁÐSHØLLINI

HÓSDAGIN 16. JUNIFRÁ KL. 15.00 - 16.30

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN

ALMENN MÓTTØKA

N O

R Ð

L Ý

S I

Ð 4

5 6

2 8

5

Ynskiligt er, at fáa eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, ið er at fyribyrgja dálking av føroyska umhvørvinum.

Í staðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, fer IRF í framtíðini at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum móti einum nýggjum og grøn-ari búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum at frama. IRF fer sostatt framyvir at hava ein grønari profil, og hetta skal síggjast aftur í búmer-kinum.

Tað stendur frítt at velja litir og snið. Navnið IRF skal tó varðveitast, og skal kunna nýtast saman við ella í búmerkinum.

Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú bræv-pappíri, heimasíðuni, marknaðarførings-tilfari, bygningum, bilum og bingjum v.m. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna nýtast sum svart/hvítt.

Uppskot skulu vera í A4 stødd. Navnið á lut-takaranum, bústaður, telefonnummar og teldupost bústaður skal ikki skrivast á up-pskotið, men skal latast í einum afturlatnum brævbjálva saman við uppskotinum.

Send uppskotið til:IRF“Búmerkjakapping”Víkarvegur 107520 Leirvík

Uppskot skulu vera IRF í hendi í seinasta lagi 20. august 2016. Vinnarin fær boð 20. september 2016.

Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr. 20.000,-

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til, frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella onki at velja.

Í dómsnevndini eru: Gunvá við Keldu, grafikari, Edward Fuglø, listamaður, Petra Iversen, nevndarlimur hjá IRF, Poul Andrias Joensen, stjóri hjá IRF og Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.

B Ú M E R K J A K A P P I N G

IRF - Telefon: 41 42 43 - Telefax: 41 42 44 - FO-520 Leirvík - [email protected] - www.irf.fo

IRF útskrivar við hesum kapping um nýtt búmerki.

Page 11: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 11

Klaksvíksvegur 89 • 700 Klaksvík • Tel. 457300 • www.litir.fo

Øllum verður ynskt eina góða Eystanstevnu

www.litir.fo

10 Ltr. spannir

av træverju

frá Flügger -25%

Flügger 90grundingsolja

10 Ltr.

fyrr 798,-598,50

fyrr 1298,-973,50

fyrr 1198,-898,50

fyrr 1198,-898,50

Flügger 97heildekkandioljubasera

10 Ltr.

Flügger Wood Texheildekkandivatnbasera

10 Ltr.

Flügger Wood Tex 3hálvdekkandivatnbasera

10 Ltr.

Page 12: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201612

Viðlíkahaldsfrítt

Aluminium er helst mest brúkta tilfar at tekja við í Føroyum seinastu árini. Aluminium er sera haldført, og fæst við heilt upp til 25 ára garanti móti gjøgnumtering. Vit hava fleiri litir og profilar at vejla ímillum.

Sjálvsagt goymsluføra vit eisini alt til tróður, s.s. bjálving, tróðurplátur, dúk, listar og lektir.”

heildarloysnir so sum:

Plastklæðingog bjálVingVit umboða dygdarhúsa klæðningin úr plas. Týski klæðningurin er sera væl egnaður til føroyskaveðurlagið.

10 ymiskir litir eru at velja í,og horn og listar fáast í somu litum.

Brettini eru heili 6 metur til longdar.

alu tak, takrennurog tróður

Page 13: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 13

HEILSUGÓÐUR

LAKSURUTTAN SKRÆÐU, UTTAN BEIN

Bakkafrost útflytir tað, sum svarar til 600.000 døgurðar av laksi um dagin til allan heimin. Heilsugóði og vælsmakkandi laksurin frá Bakkafrosti fæst eisini í flest øllum handlum í Føroyum.

Tú finnur leskiligar uppskriftir við laksi her:

Bakkafrost P/F - FO-625 Glyvrar - Tel 405000

Page 14: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201614

Tað er skjótt at skora nøkur mál, og vit hava gjørt tað fyrr, sigur Sonni L. Pe-tersen, for-maður í NSÍ.

HELGI ABRAHAMSEN

“Tað er so merkiligt við fótbólti. Mann trýr altíð eitt sindur uppá tað. Sjálvt um alt talar fyri, at vit ikki fara at klára tað, so er skjótt at skora nøkur mál.”

Formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, vil ikki sleppa vónini, hóast fyrri dysturin móti KÍ í hálvfinaluni um løgmanssteypið endaði við 4 - 1 tapi.

“Vit hava gjørt tað on-kuntíð fyrr. Einaferð vóru vit aftanfyri 3 - 1 móti KÍ í hálvleikinum (í 2013). Tá

skoraðu vit 3 mál í seinna hálvleiki og vunnu 4 - 3,” sigur hann.

Lagið fylgir úrslitunumTað er einki dulsmál, at gongdin hjá effo-liðnum hjá NSÍ hevur hesa seinastu tíðina verið í einum ald-

udali, og lagið í felagnum fylgir eitt sindur við tí, men kortini hevur formaðurin nógv gott at siga um støðu-na í felagnum.

“Vit hava einar 350 íðkandi limir og karmarnir

eru nøktandi,” sigur hann. “Í 2013 var vøllurin skif-

tur, og skiftingarrúmini eru nú í ítróttarhøllini Bylgju-ni. Dreymurin er at fáa eitt NSÍ-hús niðanfyri vøllin, og vit arbeiða við tí tanka-num. Men tað skal ikki vera eitt so ógvusligt prosjekt, at

tað verður ov tungt fíggjar-liga,” sigur hann.

Bara fótbóltur í felagnumÍtróttarfelagið NSÍ varð stovnað í 1957, og í hesum tíðarskeiðinum hevur fela-

gið havt bæði fótbólt, hond-bólt og kappróður. Men við tíðini bleiv tað trupult at hava allar hesar ítróttar-greinarnar í einum felag.

“Tað bleiv soleiðis, at nógvir pengar komu uppí fótbóltin, og so byrjaði alt at líkjast minni og minni. Í

kappróðrinum fekk eingin løn, meðan fótbóltsspæla-rarnir fingu nógva løn. Tað riggaði ikki saman,” sigur Sonni L. Petersen.

“Tað eitur Kappróðrar-felagið NSÍ, men tað er

bara navnið sum er felags,” sigur hann.

Fíggjarlig endurreisnJúst hetta við lønum hevur verið ein stór avbjóðing fyri fótbóltsfeløgini, og sei-nastu árini hevur nevndin í NSÍ stríðst við at stabilisera

felagið fíggjarliga. “Vit høvdu stóra skuld at

dragast við, so vit noyddust at halda aftur í lønum. Tað sum bjargaði okkum var, at vit høvdu góðan ungdóm og ekstremt loyalar spæla-

rar. Tí hava vit í dag ein meðalaldur í effo-deildini á 23 ár,” sigur Sonni.

“Tá hetta árið verður gjørt upp, so hava vit or-diliga stabiliserað felagið,” sigur hann.

Fótbóltslagið fylgir úrs-litunum, og hóast úrslitini

ikki hava lagað seg ef-tir ynskjunum ta seinastu tíðini, so heldur Sonni L. Petersen, at tað sum heild gongur rættiliga væl í NSÍ. - Og hann vil ikki sleppa vónini um løgmanssteypið.

FORMAÐURIN Í NSÍ HE VUR IKKI SLEP T VÓNINI UM AT VINNA L ØGMANSSTE YPIÐ

Page 15: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 15

OrkisVit ynskja øllum eina góða Eystanstevnu

Glyvravegur 17 B - 625 Glyvrar - Tel. 448289

Dáma okkumá Facebook blómuhandilin orkis

Nógv lekkurt& smart til summariðÍ Shop-In finnurtú heilt sikkurtokkurt smarttil hennara

Eystanstevnutilboð

-20%Galdandi frá mikud. 15. juni

til leygard. 18. juni

Øll vøraEystanstevnutilboð

LEKKUR KLÆÐIR TIL HENNARA FRÁ WEARHOUSE

Glyvrar, tel 447260

Góða Eystanstevnu!

-20%Øll vøra

-20%Øll vøra

frá mikud. 15. juni

til leygard. 18. juni

Vit erueisini á FB

Vit erueisini á FB

Shop-InShop-In

Matskrá á Eystanstevnuni

Fríggjadagin frá kl 11.30 bjóða vitkotelett, eplabátar og paprikasósfyri bert 89,-

Leygardagin og sunnudagin frá kl. 10 - 14kanst tú royna væl dámda brunsj plattinfyri bert 119,-

Øðrvísi matskrá á Eystanstevnuni

3 nýggir rættir:Eystanstevnu burgarinEystanstevnu sandwichEM burgarin

Vit halda eisini til á økinum við Løkinallar dagarnar, har vit borðreiða við:

Grillaðum Eystanstevnu burgaraEystanstevnu sandwichSmoothiesÍskakakoSodavatnSunkist

Vit hittast í Café CiboTel. 234000

Vit vísa EM dystir á stórskíggja á loftinum

Vit ynskja øllum eina góða Eystanstevnu

Page 16: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201616

Eystanstevnan16.juni - 19. juni 2016

Hósdagur 16. juni

Kl. 9.30-21.00 MC Café opið

Kl. 10.30-13.00 Mammukafé í Kelduni

Kl. 11.30-24.00 Steakhouse Café & Restaurant opið

Kl. 11.30-21.00 Café Cibo opið

Kl. 17.00-24.00 Hjá Rafik opið

Kl. 17.00-22.00 Matstovan á Hotel Runavík opin

Kl. 17.00-02.00 Farhat’sa pizza, shawarma og grill opið

Kl. 19.30 Kommunalur stevnudystur við Løkin

Fríggjadagur 17. juni

Kl. 09.30-22.00 MC Café opið

Kl. 10.00-18.00 Pop-up retro handil hjá Dugna í Piddasahandli Dugni

Kl. 11.30-24.00 Steakhouse Café & Restaurant opið

Kl. 11.30-23.00 Café Cibo opið

Kl. 14.00-06.00 Farhat’sa pizza, shawarma og grill opið

Kl. 16.00 Vatnsportur á fjørðinum - siglt verður við pútum fyri børn og vaksin. Fráferð úr bátahylinum í Runavík

Kl. 16.30 Bassaføðingardagur uttan fyri Eik í Saltangará

Kl. 17.00 U4 NSÍ spæla stevnudyst á vøllinum á Glyvrum

Kl. 17.00 U5 NSÍ spæla stevnudyst á vøllinum á Glyvrum

Kl. 17.00-01.00 Hjá Rafik opið

Kl. 17.00-23.00 Matstovan á Hotel Runavík opin

Kl. 18.30 1. deild NSÍ - KÍ spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 17.30 Karnivalur - møtt verður á oljukeiini í Saltangará

Kl. 19.00 Setanin - ÍSF forsetin, Elin H. Joensen, setur stevnuna og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur. Á stevnuøkinum

Kl. 19.00 Pylsuvognurin letur upp á stevnuøkinum

Kl. 19.00 Vaffluteltið letur upp á stevnuøkinum

Kl. 19.00 Tivoli og matstovurnar á stevnuøkinum lata upp

Kl. 19.00 7D biografur á stevnuøkinum

Kl. 20.00 Hondbóltsdystur (entré 50,-) í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 20.00 Lilja og Olvheðin Jacobsen framføra á pallinum

Kl. 20.30 3. deild NSÍa - KÍa spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 20.45 Tóra Knudsen og Oddur Joensen framføra á pallinum

Kl. 21.00 Ungdómsmøti í missiónshúsinum á Glyvrum

Kl. 21.15 Tummas Eivind v/bólki framførur á pallinum  

Leygardagur 18. juni

Kl. 9.00 U6 NSÍ a, b og c spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 9.00 U14 NSÍb - B36c spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 9.30 U8 NSÍ a, b og c spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 9.30 G8 NSÍ a og b spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 10.00 U12 NSÍ a, b og c spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 10.00 G12 NSÍ spæla stevnudyst við Løkin

Kl. 10.00-18.00 Pop-up retro handil hjá Dugna í Piddasahandli

Kl. 10.00-23.00 Café Cibo opið

Kl. 10.00 Havsvimjing tvørtum um fjørðin - Luttakarar møta í kappróðrarneystinum á Glyvrum kl. 09.00 Tilmelding fer fram á tlf. 228537 seinast 16. juni á døgurða

Kl. 10.00 Hondbóltskapping G10 og G12 í ítróttarhøllini í Bylgjuni

www.eystanstevna.fo

Page 17: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 17

Kl. 11.00-19.00 Heimavirkið opið

Kl. 11.30-01.00 Steakhouse Café & Restaurant opið

Kl. 12.00-22.00 MC Café opið

Kl. 12.30 U14 NSÍa - HBa stevnudyst við Løkin

Kl. 13.30 Barnaróður

Kl. 14.00-18.00 Rossaríðing sunnan fyri vøllin við Løkin

Kl. 14.00-06.00 Farhat’sa pizza, shawarma og grill opið

Kl. 14.00 Pylsuvognurin letur upp á stevnuøkinum

Kl. 14.00 Vaffluteltið letur upp á stevnuøkinum

Kl. 14.00 Tivoli og matstovurnar á stevnuøkinum lata upp

Kl. 14.00 Vatnsportur á fjørðinum - siglt verður við pútum fyri børn og vaksin. Fráferð úr bátahylinum í Runavík

Kl. 14.00 7D biografur á stevnuøkinum

kl. 14.00 Stórt ókeypis barnatiltak á pallinum Kl. 15.00 FM róður

Kl. 15.30 BABU-tiltak

Kl. 16.00 Skúmbað fyri ungar sálir

Kl. 16.00-18.00 Bygdasavnið Forni opið

Kl. 17.00-01.00 Hjá Rafik opið Kl. 17.00-23.00 Matstovan á Hotel Runavík opin Kl. 17.00 Maria á Lakjuni framførur á pallinum

Kl. 17.00 EM fótbóltur - Ísland vs Ungarn verður vístur á stórskíggja í matteltinum

Kl. 17.00 Kom og royn teg sum bogaskjútta í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 17.30 Kappróður - Steypahandan á pallinum á stevnuøkinum

Kl. 17.45 Andlitsmáling til EFFO dystin

Kl. 18.30 EFFO NSÍ - Víkingur Taekwondo framsýning í hálvleikinum

Kl. 20.00 Awake í Kelduni

Kl. 20.30 Linedans í teltinum (Entré 50,-)

Kl. 20.30 Steypahandan EFFO á vøllinum

Kl. 20.45 Marius Ziska og Allan Tausen framføra á pallinum

Kl. 21.00-21.45 Kom og royn teg sum fimleikara 5. - 7. flokkur í ítróttarhøllini í Bylgjuni Kl. 21.45-22.30 Kom og royn teg sum fimleikara 8.fl og eldri í ítróttarhøllini í Bylgjuni

kl. 21.15 Kári Sverrison framførur á pallinum

Kl. 21.45 Sjúrður Djurhuus framførur á pallinum

Kl. 23.00 Syngið við - Hjalti Joensen og co. á pallinum

Kl. 00.00 Miðnáttarrøða við Henning Bøgesvang  á pallinum - kór Glyvra kirkju luttekur

Kl. 01.00 Dansur í teltinum - FourMenh spæla til dans

Sunnudagur 19. juni

Kl. 08.30-09.30 Sjálvverja fyri kvinnur Taekwondo í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 09.30-10.30 Sjálvverja fyri menn Taekwondo í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 10.00-21.00 Café Cibo opið

Kl. 10.30 Morgunmøti í Lívsins Orð v/ Kára E. Jacobsen

Kl. 11.00 Barnamøti í Lívsins Orð

Kl. 11.00 Kirkjugongd í Glyvra kirkju

Kl. 11.00 Morgunmøti í Kelduni v/ Óla á Grømma

Kl. 13.00-24.00 Steakhouse Café & Restaurant opið Kl. 13.30-14.30 Kom og royn teg í taekwondo Taekwond’o í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 14.00-18.00 Rossaríðing sunnan fyri vøllin við Løkin Kl. 14.00-02.00 Farhat’sa pizza, shawarma og grill opið

Kl. 14.00 Pylsuvognurin letur upp á stevnuøkinum

Kl. 14.00 Vaffluteltið letur upp á stevnuøkinum

Kl. 14.00 Vatnsportur á fjørðinum - siglt verður við pútum fyri børn og vaksin. Fráferð úr bátahylinum í Runavík

Kl. 14.00 Tivoli og matstovurnar á stevnuøkinum lata upp

Kl. 14.00 7D biografur á stevnuøkinum

Kl. 14.30-15.15 Kom og royn teg sum fimleikara - undir skúlaaldur í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 15.00-19.00 Heimavirkið opið

Kl. 15.00-17.00 Kom og royn teg sum badmintonspælara í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 15.00 Barnatiltak v/ søgum og ballónfigurum á pallinum

Kl. 15.15-16.00 Kom og royn teg sum fimleikara 1. - 4. flokkur í ítróttarhøllini í Bylgjuni

Kl. 16.00-18.00 Bygdasavnið Forni opið

Kl. 16.00-21.00 MC Café opið

Kl. 17.00 Kvøldmøti í missiónshúsinum á Glyvrum v/Árna Kjærbæk

Kl. 17.00 Togtogan - Bygdirnar í økinum kappast

Kl. 17.00-24.00 Hjá Rafik opið Kl. 17.00-22.00 Matstovan á Hotel Runavík opin

Kl. 17.30 Bill Justinussen v/bólki framføra á pallinum

Kl. 18.00 Jórun Pólsdóttir framførur á pallinum

Kl. 19.00 Sangløta/felagssangur við Hjalta Joensen og co. á pallinum

Kl. 20.30 Kvøldseta “Enn er suppan heldur tunn” í Løkshøll (entré 175,-) Atgongumerkir á www.loksholl.fo og á Kunningarstovuni í Saltangará

Hjartaliga vælkomin á Eystanstevnu

Page 18: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201618

Ludvík við Stein er væl nøgdur við róðrarárið higartil, men staðfestir, at nógv stendur uppá spæl á Eystanstevnu leygardagin, tí talan er um ársins týdningar-miklasta róður hjá Eysturoyingi.

JÁKUP ÓSÁ

Eysturoyingur er 10-man-nafar, sum kappróðrarfela-gið hjá NSÍ eigur. Báturin er millum teir mest vinn-andi í nýggjari tíð. Hann vann FM í 1998, 1999, 2002, 2003, 2005, 2007 og 2010. Seinastu árini hevur Eysturoyingur sjáldan ve-rið mannaður, men í ár er søguligi báturin mannaður og manningin gjørdi greitt undan kappingarárinum, at teir ætlaðu sær at vinna. Byrjanin hevur eisini verið góð.

Hetta var ætlaninLudvík við Stein er mil-lum royndu rógvararnar umborð, og hann sigur, at tað kemur ikki óvart á teir umborð, at báturin hevur vunnið báðar tær fyrstu stevnurnar, har sigurin á Norðoyastevnu var rættuli-ga sannførandi.

- Vit eru væl nøgdir. Hat-ta var tað, ið vit stungu út í kortið í vetur, og tað he-vur gingið væl. Eftir ætlan kann ein siga. Í Klaksvík róðu vit vanligt og í sundal-agnum róðu vit ikki serliga væl. Eg vil ikki siga, tað he-vur verið lætt. Tað stendur nógv á, er hart og tað skulu ikki nógvir feilir til fyri at tað kiksar. Men tað kennist

altíð væl, tá ein er fremst, sigur Ludvík við Stein.

Góð samanseting Manningin á Eysturoyingi 2016 kann býtast upp í tveir bólkar.

- Tað eru fýra ungir mans og sjey royndir mans. Teir fýra ungu umborð hava ikki róð við Eysturoyingi fyrr, meðan hinir sjey hava. Teir sjey hava ein miðalal-dur uppá 38,5 ár, meðan teir fýra yngru hava ein miðalaldur uppá 22 ár. Samansetingin riggar altíð væl, tá tað er ymisk aldu-rsamanseting og ymiskar mentunarligar bakgrundir. Eingin umborð hevur ve-rið við til at vunnið øll FM heitini hjá Eysturoyingi. Onkur hevur ikki róð síða-ni 2006, onkur ikki síðani 2009 og eg sjálvur ikki síðani 2010. Men hetta eru ikki menn, sum hava ligið á eini sofu í nógv ár, men

heldur menn, sum hava ve-rið í gongd við m.a. annan ítrótt ella annan fysiskan aktivitet. Vit eru væl fyri og hava vant saman í eitt hálvt ár. Vit venja hvønn dag og fleiri venja eyka af-turat. Vit eru væl fyri, men eg haldi ikki, at vit eru betri fyri enn nakrantíð. Okkurt ár, tá ein hevur róð tvey ár út í eitt, so fær man tað at sita øgiliga væl tað seinna árið. Í ár hava vit eina javnt høga ferð, og tað er tað sum skal til. At man fær tað at sita til hvørja venjing. Á stevnu er ymiskt, hvussu tað kann roynast. Men tað hendur kanska bara 10. hvørja stevnu, at tú toppar á stevnu í mun til venjing. Tá fær man ein ordiligan sigur og endar langt fram-manfyri. Men er talan um eina manning, sum ikki er so væl fyri, so avrikar hon sum oftast langt niðri undir miðal til eina stevnu. Eg

haldi, at støðið í 10-man-naførunum í ár er sum tað plagar at vera, sigur hann.

Eysturoyingur nógv at siga í lokal økinumTað hevur stóran týdning fyri lokal økið, at Eysturoy-ingur stendur seg væl.

- Tað merkist av álvara her í økinum, at Eysturoy-ingur er við og vinnur. Man fær sms og boð frá fólkum úr øllum ættum, har tey ynskja tær til luk-ku, so tað er stuttligt og sum í gomlum døgum. Tað fløvar. Tá vit komu aftur úr sundalagnum frá seinastu stevnu, tá var ein rúgva av fólki í neystinum og tók ímóti, har súpan altíð er at fáa tað kvøldið til øll, tá manningarnar koma aftur. Hetta skapar ein stemning og ein trivna á staðnum, at 10-mannafarið stendur seg væl, sigur Ludvík og leg-gur afturat, at seinkingin

á Sundalagsstevnu ikki hevði ávirkan á teir umborð á Eysturoyingi. - Ynskir ein at gera nakað gott, so er neyðugt at lukka av og ikki lata slíkt ávirka. So hjá okkum hevði tað onga ávir-kan, sigur hann.

Mest týðandi róðurin á árinumUmborð á Eysturoyingi hava teir fastar mannagong-dir yvir, hvussu teir fyrirei-ka seg til ein róður.

- Vit fara við bátinum til róðrarstaðið um morgunin. Síðani eta vit morgunmat í kappróðrarneystinum, har allir rógvarar í felag-num við familjum eru við. Síðani fara rógvararnir til hús og so møtast vit áðrenn róðurin. Vit vilja vera hei-ma so nógv sum gjørligt. Tí vit raðfesta vanligar og heimligar umstøður. Tað gevur best úrslit, si-gur ástøðið. Og so skal ein

sjálvandi fyrireika seg væl gjøgnum vikuna sum m.a. við kosti, sigur royndi róg-varin. Ludvík dylur ikki fyri, at hann gleðir seg til róðurin á heimasjógvi leygardagin.

- Tað er gott at rógva á Skálafjørðinum. Har er altíð slætt. Væntandi verður við eitt sindur av mótvin-di, so verður tað hart at rógva. Tað passar ofta ok-kum væl. Men eg vænti ein harðan og tættan róður. Vit plaga at standa okkum væl á Eystanstevnu. Tað er mest umráðandi róðurin á árinum fyri okkum. Tað hevur alt at siga at vinna á heimasjógvi. Man he-vur virðing fyri staðnum man kemur frá og tað er ein stórur heiður at fáa møguleikan at vinna á he-imasjógvi, sigur Ludvík við Norðlýsið at enda.

E YSTANSTE VNURÓÐURIN HE V UR ALT AT SIG A F YRI E YSTUROYING

Page 19: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 19

Vit ynskja øllum føroyingum eina góða Eystanstevnu

Gulasteinsvegur 30 - Postboks 207 - 610 Saltangará - Tel 61 60 60 - [email protected] - www.elcon.fo

Heiðavegur 100 - 600 Saltangará - tlf 447272 - www.hkcare.fo

Vit hátíðarhalda 5 ára dag 18.-25. juni,við nógvum ymiskum tilboðum.M.a. verður Babor make-up,

selt við góðum avsláttri.

Vit eru á

Góða Eystanstevnu

Farhat'sa Pitsa

Eystanstevnutilboð

Shawarma v/chips & sodavatn 75,-

Pizza 12” v/sodavatn 100,-

Kyllingv/chips og sodavatn 75,-Allar burgara Menuv/chips og sodavatn 75,-

Heiðavegur 33 - 600 Saltangará - TEL. 44 82 37 - www.farhatsa.com

Tilb

oðin

i eru

gal

dand

i frá

kl.

17.0

0-24

.00

á Ey

stan

stev

nu 2

016

TEL. 44 82 37

Page 20: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201620

Hóast góð og dýr útgerð kann brúkast til at betra um úrslitini, so er tað í seinasta enda skjúttin, ið skal raka.

HELGI ABRAHAMSEN

“Tað er tá skotið verður úti, at tú veruliga sært, hvør er góður skjútti,” sigur Nik-kel Petersen úr bogaskjóti-felagnum Ørvi.

“Bæði tað at fjarstøðan verður so stór, og ávirka-nin av vindinum, setur stór krøv, tá skotið verður uttan-dura,” sigur hann.

Bogaskjótifelagið Ørvur varð stovnað í 1991 og li-matalið liggur um einar 30 - 40 limir. Felagið venur í kjallaranum í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík, men um summarið verður skotið uttandura.

Bogaskjóting er nevni-liga bæði ein summar- og vetrarítróttur.

Bardagin umseinastu stigini“Tað skal ikki nógv venjing til, fyri at blíva ein hampi-liga góður skjútti, men tað skal sera nógv venjing til, fyri at blíva heilt góður,” sigur Nikkel Petersen.

“Tað eru tey seinastu sti-gini, ið eru trupul at fáa,” sigur hann.

Tað eru serliga mannfólk, ið skjóta við boga, men na-krar kvinnur eru eisini við, og í aldri spenna limirnir seg eisini langt.

“Vit hava børn heilt niður í 6 ára aldurin sum skjóta, og tey elstu eru útvið 10 ferðir so gomul,” sigur Nik-kel. Hann leggur afturat, at hjá teimum sum eru yngri enn 10 ár verður kravt, at avvarðandi skulu vera við. Hetta kemst av, at ein bogi er í veruleikanum eitt vápn.

Tvey sløg av bogumBogarnir ið verða brúktir

til kappingar verða býttir í tveir bólkar: compound og recurve.

“Munurin er, at com-pound bogin hevur eitt slag av taljum, sum ger tað læt-tari at trekkja hann aftur, og so er hann eisini betur útgjørdur til at sikta við. Av tí sama raka compoundar betur, men krøvini verða eisini somikið hægri,” sigur Nikkel.

Væl umboðað á oyggjaleikumFelagið Ørvur hevur vanli-ga verið sera væl umboðað á oyggjaleikum, og ein ors-øk til tað er, at felagið he-vur flestu compoundarnar

í landinum, og tí er næstan alt compound-liðið mannað úr Ørvi.

Spurdur hvussu nógv útgerðin hevur at siga fyri

úrslitini sigur Nikkel, at hóast útgerðin hevur nakað at siga, so eru tað evnini og venjingin hjá skjúttanum ið telur mest.

“5 prosent er útgerðin - restin er skjúttin,” sigur hann.

GÓÐ ÚRSLITFÁ AST IKKI

UT TAN VENJING

Page 21: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 21

Colorama SaltangaráHeiðavegur 23Tel. 44 91 49

Page 22: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201622

Tað er bara eitt gott ár síðani badminton-felagið Nápur var stovnað, men felagið hevur tó longu umleið hálvthundraðlimir og heiðursmerki og steyp eru farin at vísa seg.

HELGI ABRAHAMSEN

“Tað er heilt stórur munur á at spæla við fjaðrabólti og plastikkbólti. Tað kann slett ikki samanberast.” Tað sigur Pætur Egholm Ja-cobsen, formaður í badmin-tonfelagnum Nápi. Hann var stigtakari til at stovna felagið fyri einum góðum ári síðani, og felagið hevur virkað væl hetta farna árið.

“Fjaðrabóltarnir eru nógv tyngri og tú fært betur stýrt teimum, men vit brúka plastikkbóltar til tey sum fyrstu ferð byrja at spæla badminton. So fara tey yvir til at brúka fjaðrabóltar, tá tey hava lært seg at raka bóltin - so verða fjaðrarnir

ikki skotnir av beinanve-gin,” sigur Pætur.

Máttu byrja frá botninumTá felagið Nápur í mai 2015 helt stovnandi aðalfund millum bøkurnar á bóka-savninum við Løkin, vóru ikki mong við Skálafjørðin, ið høvdu drúgvar royndir sum badmintonspælarar.

“Onkur av elstu leika-runum hevði spælt fyrr, men tá var tað ikki skipað við kappingum. Nú eru 5 Grand Prix kappingar um árið fyri einstaklingar, og nakrar tvímanskappingar eru eisini. Harumframt er FM í bæði tví- og einmans-leiki, og møguleiki er eisi-

ni at luttaka í kappingum uttanlands. Hartil eru vit tó ikki komin enn,” sigur Pætur.

Stórur aldursmunurUmleið 50 limir eru í Nápi. Yngstu leikararnir eru 6 ár og tey elstu hava runda tey 60 árini. Venjingar-nar fara fram í Bylgjuni, í Skúlanum í Søldarfirði og í fimleikahøllini á Toftum. Tey yngru venja tvær ferðir um vikuna (1 ½ tíma hvørja ferð) og tey eldru venja eina ferð um vikuna.

Venda sær til familjurnarFyri at økja um áhugan fyri badminton hevur Nápur

skipað fyri tí tey kalla “fa-miljubadminton”.

“Endamálið við tí er, at øll skulu kunna koma at spæla ókeypis, fyri at royna hesa ítróttina,” sigur Pætur Egholm Jacobsen. Og hetta hevur eydnast væl.

“Dømi eru um heilar familjur, sum soleiðis eru blivnar heilt bitnar av bad-minton,” sigur hann.

Í løtuni er summar-steðgur, men Pætur roknar við, at venjingarnar byrja aftur í august - september.

Seinasta kappingarár vunnu leikarar úr Nápi 28 heiðursmerki og eitt steyp. Av hesum vunnu tey 8 heiðursmerki í FM.

NÁPUR: EIT T UNGT FEL AG VIÐ GÓÐUM ÚRSLITUM

Klaksvíkar Dansifelag

Aðalfundurin verður týsdagin 21. Juni kl. 20.00

í Skálanum.

Skrá smb. lógum felagsins.

NEVNDIN

Bussur til søluEin MAN Lions Coache, árg. 2003, koyrt umleið 700 tús km til sølu.

Nærri upplýsingar á tlf. 232300

Pætur Egholm Jacobsen,formaður

í badmintonfelagnum Nápur

Page 23: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 23

Page 24: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201624

Ítróttar- og mentanarøkið við Løkin í Runavík er í stórari menning. Ítróttarøkið fevnir um vøllin við Løkin, Bylgjuna við ítróttarhøll og fimleikarhallum og eina komandi svimjihøll. Mentanarøkið fevnir um fleiri stovnar, Løkshøll, Bókasavnið við Løkin og Skúlan við Løkin.

SØKT VERÐUR EFTIR HÚSAVØRÐI TILBYLGJUNA OG SAMSKIPARA TIL ÍTRÓTTAR-OG MENTANARØKIÐ Í RUNAVÍK

Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Tel 41 70 00, [email protected], www.runavik.fo

HÚSAVØRÐUR TIL BYLGJUNA

Søkt verður eftir einum húsavørði til Bylgjuna.

Bylgjan er ein nýggjur og snotiligur bygningur,og ynskir kommunan at varðveita og menna bygningin.

Húsavørðurin fær ábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av bygninginum í samráð við teknisku deild hjá kommununi.

Húsavørðurin fær eisini ábyrgd av at skipa rein- gerðina og arbeiðið hjá reingerðartoyminum.

Nógvar framkomnar tekniskar skipanir eru, sum bæði skulu stýrast, gagnnýtast og mennast.

Vit sóknast tí eftir eini eldsál at halda okkara snotiliga bygning í góðum standi og at syrgja fyri, at teknisku skipanirnar virka.

FørleikarRætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgv- ing, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi.

Starvsstaðurin verður í Bylgjuni. Húsavørðurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum ítróttar- og mentanarstovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, t.d. í samband við størri tiltøk.

SAMSKIPARI TIL ÍTRÓTTAR-OG MENTANARØKIÐ

Søkt verður eftir einum samskipara til ítróttar- og mentanarøkið í Runavík, sum skal skipa og skapa innhald í frálíku karmarnar.

Samskiparin fær ábyrgdina av at leiða og skipa virksemið í Bylgjuni, bæði tá tað snýr seg um ítróttafeløg, fastar leigarar, útleigan umvegis netið og stór og lítil tiltøk.

Samskiparin fær eisini ábyrgdina av at fáa til vega og skipa fyri tiltøkum í Løkshøll.

Samskiparin kemur at virka í tøttum samstarvi við húsavørðin í Bylgjuni og við leiðslurnar á Bókasavninum við Løkin, í Skúlanum við Løkin og tekniska samskiparan í Løkshøll.

FørleikarVit seta ikki krav um ávísa útbúgving, men vit ynskja, at rætti umsøkjarin hevur innlit í ítrótt og mentan, dugir at hugsa yvirskip- að, hevur hugflog og er nýskapandi, hevur fíggjarligt skil, er stinnur í teldunýtslu og dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Starvstaðurin er í Bylgjuni og í Løkshøll.

Fyri bæði størvini er galdandi

Húsavørðurin og samskiparin koma at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og mugu teir tí tola og vera virknir í hesum broytingum.

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í íttrótar- og mentanarstovnunum við Løkin og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin og samskiparin eru fyrikomandi og tænastusinnaðir.

Virksemi er í Bylgjuni frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, og verða arbeiðstíðirnar tilrættislagdar eftir tørvi. Roknast má við úrtíðararbeiði. Húsavørðurin og samskiparin mugu vera fleksiblir og vælskipaðir.

LønLøn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála.

SetanMiðað verður eftir at seta størvini skjótast tilber við starvsbyrjan 1. august 2016.

UmsóknirUmsóknir skulu sendast til Runavíkar Kommunu, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, ella við telduposti til [email protected]. Umsóknarfreistin er mánadagin 27. juni kl. 12.

Nærri kunningMeiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til [email protected] ella við at ringja á tel. 221226.

KR

EA

Page 25: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 25

Øllum verður ynskteina góða Eystanstevnu

Fiskivinnuhavnin - 600 Saltangará - Tel +298 200 600 - www.origin.fo

Tá KÍ leikarin Rannvá B. Andreasen skoraði móti B68 á Svan-gaskarði síðsta sun-nukvøld, so var talan um søguligt mál.

Talan var nevniliga um landskappingarmál num-mar 500 hjá Rannvá í bestu kvinnudeildini. Hetta hevur hon skorað í 335 dystum. Sostatt er talan um heilt óvanliga góð hagtøl fyri at

spæla í bestu deildini. Øll málini eru eisini skorað fyri sama felag. Hvussu

stórt hetta er í søguligum samanhangi fyri føroyskan og altjóða fótbólt er ógreitt,

men tað telist helst millum bestu einstaklinga avrikini í eini bestu deild. Myndir-

nar eru frá, tá Rannvá sko-raði mál nummar 500 fyri KÍ.

Eyka trygd á ferðini Við gjaldoyra og fl eiri gjaldskortum fært tú eyka trygd á ferðini.

Eyka trygd

■ Við tveimum kortum kanst tú taka meira út hvønn dag

■ Við reiðum peningi í røttum gjaldoyra kanst tú gjalda allastaðni

www.banknordik.fo

Bílegg MasterCard og gjaldoyra í dag

RANNVÁ B. ANDRE ASEN HE VUR NÚ SKORAÐ 500 MÁL

Page 26: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201626

Húsini við Gráastein í Saltnesi eru nýliga sett í stand, og fyri stuttari tíð síðani vóru málningar eftir Jóannes Kristiansen sýndir fram í húsunum. Jóannes Kristiansen hevði ættar-bond við Gráastein.

HELGI ABRAHAMSEN

Seinastu vikurnar he-vur ein listaframsýning, við málningum eftir Le-irvíksmálaran, Jóannes Kristiansen, verið í húsi-num við Gráastein í Saltne-si. Tað er Alfred Olsen, fyr-rverandi løgtingsmaður, ið eigur húsini við Gráastein, og hann hevur nýligani sett tey í stand.

“Mamma Jóannes var ættað hiðani,” sigur Alfred um orsøkina til at kendi listamaðurin, sum hevur mist fasta veggjaplássið á Listasavni Føroya, er ko-min til heiður og æru í Salt-nesi.

Alfred hevur sett seg í ein djúpan stól í hugnali-gu húsunum við Gráastein henda seinnapartin tíðliga í juni. Málningar ið sýna landsløg, fólk og bátar, sen-da við sínum ljósspæli eina flógva heilsan til forfedrar listamálarans, ið einaferð gingu her í húsinum. Tað er Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum er systurso-nur Jóannes Kristiansen, ið

LISTAMAÐURIN FANN AF TUR TIL R Ø TURNAR

Page 27: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 27

eigur allar málningarnar.“Framsýningin hevur

verið opin fyri almenningi-num hvønn dag millum klokkan 3 og 5,” sigur Al-fred.

“Fyrsta dagin var Petur Martin her, men síðani havi eg verið her og tikið ímóti fólki, og higartil hava 190 fólk vitjað framsýningina,” sigur hann.

Tað hevur ikki kostað nakað at vitja við Gráa-stein.

“Hetta er ein roynd, og av tí at Jóannes Kristiansen hevði røtur hiðani, so havi eg bjóðað hølini fram, og fólk hava eisini fingið te og kaffi við onkrum afturvið, og tað hevur einki kostað,” sigur Alfred.

Ikki vinnuligtAlfred hevur lagt stórt ar-beiði í at seta húsini í stand, men hann ætlar ikki at nýta tey til vinnulig endamál.

“Tað ber til at halda rundar føðingardagar, list-aframsýningar og annars

mentanarlig tiltøk her, men eg ætli ikki at brúka húsini til gistingar,” sigur hann.

So skjótt sum talan er um tiltøk ið kosta, verður eitt ávíst arbeiði at gera viðvíkjandi roknskapi, meirvirðisgjaldi og øðrum pappírsarbeiði. Tað hevur Alfred ikki hug til.

“Eg ætli ikki at nýta hú-sini til nakað vinnuligt. Eg keypti húsini og gjørdi tey í

stand, tí eg hevði áhuga í at varðveita tey. Eisini dámdi mær væl serligu søguna um Olgar, sum var fyrsti niður-setumaðurin í Saltnesi, og sum fekk trøðna her eftir at hava vitja hjá kongi,” sigur hann.

Vóru í ringum standiTá Alfred keypti húsini við Gráastein fyri nøkrum árum, síðani høvdu tey

staðið tóm síðani 1965 og vóru í ringum standi.

“At keypa húsini var ikki dýrt, men at gera tey í stand hevur kostað,” sigur Alfred. Tey vóru 5 systkin sum áttu húsini. Ein búði í Danmark og fýra í Miðvági.

“Tað fyrsta eg gjørdi bei-nanvegin var at gera tey í stand uttan. Nýtt tak varð lagt á, klædningurin varð skiftur og nýggj vindeygu vórðu eisini sett í,” sigur Alfred.

Soleiðis stóðu húsini til síðsta summar. Tá byrjaði hann at gera arbeiði innan.

“Eg eri farin til arbeiðis klokkan 8 um morgunin, men kaffisteðgirnir hava verið í undirhúsinum á

Toftum,” sigur Alfred og flennur.

Ein blandingur av nýggjum og gomlumStílurin sum Alfred hevur valt at hava í húsunum er ein hegnislig blanding av nýggjum og gomlum.

Stórviðurin er óbroyttur og bara tann eini skilaveg-gurin er fluttur. Men í en-danum á størra rúminum er ein nýmótans køkur við el-komfýri, køliskápi og uppvaskimaskinu. Í útbyg-ninginum niðaneftir er eisi-ni nýmótans vesi og brúsa.

Nøkur tiltøk hava longu verið í húsunum.

“Teir sum plaga at vera í undirhúsinum á Toftum

plaga at singja saman og teir hava verið her til sang-venjing. So hevur eisini on-kur føðingardagur, skúla-veitsla og dagtilhald verið her. Í komandi viku kemur ein bindiklubbur, sum he-vur ein rundan dag,” sigur Alfred.

Framsýningin við mál-ningunum eftir Jóannes Kristiansen er liðug á hesum sinni, men uttan iva verða meira at frætta frá Gráasteini í komandi tíðum.

Leirvíksmálarin, Jóannes Kristiansen, livdi frá 1918 til 1988.

P/F Varðin | Garðabrekka 4 | FO-510 Gøtu | Tlf: 610600 Faks: 441650 | [email protected] | www.vardin.fo

Tróndur í Gøtu

Saksaberg

Finnur Fríði

Jupiter Tummas T

Vit ynskja øllum føroyingum eina góða eystanstevnu

Page 28: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201628

Leygardagin 2. juli 2016 giftastElisabeth Mikkelsen, Søldarfjørður og

Rani Jacobsen, Klaksvík. Vígslan verður í Betesda kl.12.

Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Norð kl.19.

Brúdleyp

Í summar hava vit verið gift í 25 ár. Tí vilja vit bjóða familju, vinum og kenningu

í veitslu í Bygdarhúsinum í Leirvík 24. juni 2016 kl 19.– um tit ynskja at verða við til veitsluna, hevði verið

gott um tit boða frá á tpost [email protected] ,[email protected] ella á telefon 267334/232038

innan 10. juni.

Vinarliga Linda og Frimodt

Silvurbrúdleyp

Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða unnusta, mamma, vermamma

og omma okkara

Bryngerð Christiansdóttir,fødd 26.05.55 og deyð 04.01.16,

andaðist og varð jarðað.Takk fyri alla hjálp í samband við jarðarferðina og

ervið, fyri heilsanir, blómur og kransar. Takk til Mar-juna Lómaklett fyri troystarrík orð í kapellinum og

Hanus á Gørðum fyri troystarrík orð í kirkjuni.Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara

seinasta hvíldarstað.

Familjunnar vegnaHálvdan, Guri, Viviann, Bárur og Kristian

TøkkVit takka øllum í sýndu samkendslu tá ið

Páll Sámal Trondesenf.09.02.1946 d.04.01.2016

andaðist og var jarðaður. Vit takka dialýsudeildini, B6 og B8 og tykkum ífyseterapideildini fyri alla hjálp tey sístu árini,

eisini ein tøkk til tykkum báðar, ið koyrdu hannaftur og fram til dialýsu.

Tøkk til heimahjálpinar og øllum tykkum ið vitjaðu og ringdu til hann.

Takk fyri alla hjálp í samband við jarðarferðina,fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll,ið fylgdu honum til hansara sísta hvíldarstað.

Hjartaliga takk øll somul. Tóra, Àsa, Katrin og Gurli.

Tøkk

Fríggjadagin 10. juni, fyllir Jóannes Heinesen (Jóannes í Brekkuni) 70 ár.

Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 25. juni frá kl. 18.00 til kl. 22.00.

Tey, ið vilja gleða meg á føðingardegnum, biðjast siga frá í seinasta lagi 19. juni, á telefon 229009 (Elsebeth),

220736 (Óluva) ella á [email protected]

70 ára føðingardagur

Fríggjadagin 1 juli 2016 giftastChessa Labelle Condino úr Filipsoyggjinum

og Leif á Lava Petersen Klaksvík.Vígslan verður í Christianskirkjuni í Klaksvík Kl.16.00

Veitslan verður í Skálanum Kl.19.00 og øll eruhjartaliga vælkomin. Tey í ynskja at gleðast

saman við okkum, verða biðin um at siga fráinnan 22 juni á tlf. 506747 ella

senda teldupost til [email protected]

Vinarliga Chessa og Leif

Brúdleyp

Leygardagin 18. juni giftastSunrid Mørkøre og

Svend J. Rasmussen, Klaksvík.Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 13.00.

Veistlan verður fyri innboðnum í Skálanum kl 18.00.

Brúdleyp

Tøkk

Vit vilja takka øllum tykkum sum áymiskar mátar gjørdu okkum

silvurbrúdleypsdagin tann 20. apríl ógloymandi.

Oddbjørg og HelgiSunnudagin 10 juli 2016 hava

Sigrun og Andreas Danielsen, Strendur,verði gift í 50 ár

Dagurin verður hátíðarhildin í kirkjuhúsinumá Strondum, frá kl. 14.00 til 19.00,Har øll eru hjartaliga vælkomin.

Sigrun og Andreas

Gullbrúdleyp

Silvurbrúdleyp

Mikudagin tann 20. juli hava vit bæðiverið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin

leygardagin 23. juli kl. 18.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík.Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum

kunnu siga frá á tlf. 265432 ella 220042,ella á Facebook í seinasta lagið 1. juli.

Sigrun og Jógvan Sámal Heldarskarð

Page 29: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 29

Komandi vikuskiftið verður eitt á pappíri-num sera spennandi umfar leikt í Effodeildi-ni. Topp fýra liðini møtast innanhýsis.

JÁKUP ÓSÁ

Størra helvtin av kappingi-ni í Effodeildini er leikt, og framvegis er stórur spen-ningur í kappingini, bæði í toppi og botni. KÍ hevur kanska heldur óvæntað lagt seg á odda í kappingini og varðveitir eisini oddasessin eftir komandi umfar. Men klaksvíkingar hava sera truplan dyst fyri framman og tað er ikki óhugsandi, at tað verður sera tætt millum topp liðini eftir komandi umfar. Niðanfyri verður mett um 15. umfar.

B68-SkálaHjá B68 hava bæði Óli Ol-sen og Michal Przbylski leikbann, og tað hevur helst keðiliga ávirkan, tí hesir hava verið millum teir mest eyðsýndu seinastu dystir-nar. B68 tapti 4-0 í Fugla-firði og líkist meir og meir einum niðurflytara, sum ei-sini tey flestu væntaðu un-dan kappingini. Skála fekk ein sera týdningarmiklan sigur móti AB seinast, men kappingin verður hørð og Skála skal helst hava øll trý stigini hendan dystin, tí AB verður væntandi ster-kari seinni í kappingini, tá liðið fær meira fólk. Hetta

slagi av dystum endar ofta við javnleiki, men leikban-nini hjá B68 leikarunum, og tað at Skála helst hevur gott sjálvsálit ger, at Skála møguliga fær øll stigini og harvið sín fyrsta sigur á útivølli í ár. Tipping: 2 (1-2)

ÍF-TBÍF manglar 6 stig til liðið hevur fingið eins nógv stig sum samanlagt í fjør. Tað fær liðið kanska áðrenn summarsteðgin, hóast tað altíð skal takast við fyrivar-ni, tí ÍF avrikini eru man-gan óstøðug. Hjá TB fekk nýggi venjarin Sigfríður S. Clementsen eina dreyma-byrjan við sigri á NSÍ við einum nakað skerdum liði. Á útivølli er langt millum sigrarnar hjá TB, og tí lig-gur favoritt leikluturin hes-aferð hjá ÍF, hóast Albert Adu kanska er í sínum lívs-formi og kann fara at geva ÍF trupulleikar. Tipping: 1 (2-1)

AB-HBTað stendur nógv uppá spæl í grannauppgerðini.

AB hevur nú mist samban-dið við hini liðini uppiyvir niðurflytingarstrikuni á tann hátt, at nú skulu fleiri umfør til, áðrenn AB kann koma uppum strikuna. AB fær helst styrk til hendan dystin, nú flytingarvin-deygað er latið upp. Símin Hansen, Dion Splidt og Jobin Drangastein hava nú loyvið at spæla. Hjá HB er kreppa og liðið liggur á 6. plássi. Komandi umførini kunnu og skulu geva nógv stig, tí nú møtir HB teimum liðunum, ið liggja í niðaru hálvu av stigatalvuni. Væn-tandi byrjar HB upptúrurin á Argjum. Tipping: 2 (1-3)

NSÍ-VíkingurEin sera spennandi gran-nauppgerð leygarkvøldið á Eystanstevnu. NSÍ he-vur møguleikan at vaska talvuna reina eftir keðiligu úrslitini seinastu tíðina (tó er úrslitið í seinnu hálvfi-naluni ókent) og ikki minst innanhýsis uppgerðirnar móti Víkingi, har NSÍ he-vur tapt 7 dystir á rað móti Víkingi. Nú spæla bæði liðini eina hálvfinalu undan hesum dystinum, har úrslit eru ókend, tá hesar reglur eru skrivaðar, men taka vit støðið í, at liðini eru mest sum fullmannað, so er Víkingur favorittur. Serliga er tað innanhýsis hagtølini,

sum gera tað. Á Eystan-stevnu hevur NSÍ tó góðan møguleika at mótprógva hesum og fáa ’’frið’’ fyri ’’happingini’’ úr Eystur Kommunu komandi vikur-nar. NSÍ hevur ov gott lið til at skulu avskrivast á hei-mavølli, men tað liggur eitt sindur meir til ein Víkinga sigur. Tipping: 2 (2-3)

B36-KÍToppdystur í Gundadali, har føroyameistararnir sei-nastu tvey árini taka ímóti oddaliðnum. B36 hevur spælt javnleik tríggjar tær seinastu ferðirnar, og tað hevur gjørt, at liðið er dot-tið eitt lítið sindur afturum. Men tó einki at tosa um, tí B36 hevur her gyltan mø-guleika at bara blíva trý stig aftanfyri nummar eitt. B36 er millum størstu favorit-tarnar at vinna FM og kan-ska tann størsti, tí liðið fær nógvan styrk í mun til tað liðið, sum hevur spælt stør-sta partin av kappingarári-num. Tá verður hugsað um leikararnar, ið hava sitið uttanfyri við skaðum um-

framt at Odmar Færø nú eisini er við. Hann var í fjør besti verjuleikarin í Effo-deildini. Tí hevru B36 helst mest at leggja uppá í sínum avrikum í mun til hini topp liðini. KÍ hevur verið sera sannførandi síðani dystin á Skála í 10. umfarinum. Nú kemur so helst truplasta up-pgávan hjá liðnum higartil í ár. Á útivølli móti føro-yameistarunum, ið nærum aldrin tapir á heimavølli. B36 hevur eisini stóran fy-rimun av, at KÍ nakrar da-gar frammanundan spælir krevjandi dyst í steypa-kappingini og tí hevur he-imaliðið nógv størri hvíld undan dystinum. Talan er eisini um mentalt krevjandi dyst hjá KÍ, tí liðið hevur havt tað trupult í Gundadali seinastu árini, har avrikini ofta eru undir tí støðinum, sum liðið kann megna. Á heimavølli er B36 favorit-tur, men áhugavert verður at síggja, hvussu eitt KÍ lið í viðgongd fer at roynast í Gundadali hesaferð. Tip-ping: 1 (2-1)

T VEIR SPENNANDITOPP F ÝRA DYSTIR

14 . UMFA R:

Page 30: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 201630

... Nú hoyrdist hestahóvan sum torusláttur. Ferðamen-ninir tóku svørð í hond og royndu at verja seg móti álopinum. Tá dagur reis, var bardagin hæsaður av. Nógvir av ferðamonnu-num vóru dripnir, og nakrir vóru tiknir fangar og seldir sum trælir, men Marco og hansara ættarmenn sluppu óskalaðir, men høvdu mist útgerð og mat.

Karavanan hjá Marco Polo var álopin av ráns-monnum mitt á Silkigøtuni við Kernan, sum nú liggur miðskeiðis í Iran. Nògvar handilsvørur vórðu um-býttar í hesi oasu mitt í oyðimørkini, og hon dró til sín ikki fáar ránsmenn líka til um miðjuna av 1800-ta-linum. Nógv hildu hesar ránsmenn hava gandaegin-leikar, sum teir nýttu at fra-mala sandstorm. Tá ræðsla kom á handilskaravanirnar vegna illveðrið og ringu líkindini og vánaligt sýni, so løgdu ránsmenninir á. Men seinni eru menn kom-nir eftir, at hesir sandstor-mar koma av tí óvanliga turra veðurlagnum.

Teir løgdu so aftur at ei-nari aðrari karavanu og hil-du leiðina fram.

Men ungi Marco hevði fingið fepur í hesum bren-nandi oyðimarkarhitanum, og tá hann hevði verið sjúkur í longri tíð, so fekk hann tey ráð at fara niðan í fjøllini, har svalligari var. Marco Polo og fylgisveinar hansara gjørdu av at fara

niðan í Pamirfjøllini, sum teir innføddu róptu fyri Himsins Tekja.

Longur niðan á teir komu, svalligari gjørdist luftin. Tað var torført at

anda í tunnu luftini, og Marco legði til merkis, at har var verri at tendra bál, og at eldurin hitaði minni, so torførari var at kóka sær mat her upp í hæddini.

Ovast á hesum stóra háslætta funnu teir reint og feskt kelduvatn, og so við og við sum teir høvdu vant seg til veðurlagið og

tunnu luftina, kendu Marco og hansara fylgisveinar seg betri. Her uppi á háslæt-tanum gingu langhærdu oksarnir tættir, og ørgryn-na av seyði við langum hor-num, sum kundu vera upp til halvanannan metur long. Marco skrivaði, hvussu hirðarnir brúktu hornini til ymisk amboð og eisini til

at seta upp hegn uttan um fylgini.

Tá teir ferðandi komu oman úr Pamirfjøllunum, komu teir til Kashgar – sunnasta poststøðin á Sil-kigøtuni. Nú vóru liðin næ-stan tvey ár, síðani teir fóru úr Venezia, so nú var ungi Marco 20 ára gamal. Kash-gar var eitt umráði við vø-

krum vín- og fruktgørðum. Her gingu kvinnurnar við løgdnum hattum, og tep-pini, tær knýttu, høvdu litføgur og hugløtt myns-tur. Men skjótt gjørdist landslagið aftur oyði, og tá teir komu til Lop, steð-gaðu teir á at fyrireika seg til lúgvandi ferðina um eina av verðaldar stórstu oyðu-

mørkum – Takla Makan. Áður enn teir fóru undir ferðina um oyðimørkina, royndu teir at eta nógv og geva dýrunum nógv fóður, so øll skuldu orka longu og strongu ferðina. Sjálvt har hon er smalast, tekur tað í minsta lagi 30 dagar at koma tvørtur um oydna lendið.

Marco PoloUmsett úr enskum hevur Alex Sólstein

2. partur1254 – 1324

Við hóvið hjá Kublai Khan

Page 31: Norðlysið nr. 20 2016

NORÐLÝSIÐ NR. 20 MIKUDAGIN 15. JUNI 2016 31

Men hóast teir høvdu fyrireikað seg væl, so høv-du teir ferðandi onga hug-mynd av, hvussu hørð og ómild henda ferð fór at ge-rast. Sólin bakaði av himli, vindurin fýsti sand í nasar, munn og eygu. Tungan bólgnaði upp av tosta, og varrarnar stukku sundur. Teir sótu hálvavegna í óviti á kamelunum, sum spaku-liga gingu eftir sandinum. Um náttina vóru teir um at stirðna í hel í bítandi kulda, og ótti kom á teir í hesum ófrættakenda landslagnum, sum lá púra oyði í mánalý-sinum.

Á stóra høvuðsleiðin frá tátíðar Khanbaliq (nú Bei-jing) til størstu býirnar í

Kina var ein poststøð fyri hvørjar 25-30 kilometrar. Hetta var grundarlagið ndir eini sera dyggari og álítandi posttænastu, sum sendi boð, lógir og skipa-nir, men eisini hermenn runt um í hesum umfatan-di ríki. Poststøðirnar vóru eisini eitt slag av alfara-vegs-krógv, har tú kundi fáa mat, innivist og ómóðar hestar.

Har vóru nógvar søgur um vandarnar at ferðast um oyðimørkina. Tað segðist, at fólk ofta hoyrdu røddir, sum kallaðu á tey, ella tey hoyrdu ljóðið av karava-num. Gekst tú eftir ljóði-num, viltist tú, og komst tú burtur frá tíni karavanu,

hevði tú ongan møguleika at megna sjálvur at yvirliva. Eisini segðist, at tú sást yvir teg – skapilsi, sum líktist fylgisveinum tínum – men fórst tú aftan á teimum, so gekst tú teg í deyðan.

Marco Polo og hansara ferðaneytar sóu ikki eitt dýr ella ein fugl á veg-num gjøgnum oyðimørki-na. Einasta, teir sóu, vóru bliknaðar beinaræð av djórum ella menniskjum, sum lógu hálvt niðurgri-vin í sandinum. Lítla fyl-gið stríddi seg varisliga gjøgnum oyðimørkina, og royndu teir at ansa væl ef-tir hvørjum øðrum, og eftir 30 daga knoss komu teir at enda úr oyðimørkini. Nú vóru teir komnir til ríki hjá

khaninum. Næsti býurin, teir komu til, æt Shachow, og her lá eitt templi fyri og annað eftir. Marco Polo un-draði seg yvir eitt fólkaslag, sum kundi tilbiðja so nóg-var ymsar gudar. Allastað-ni vóru gudamyndir úr træ, leiri ella steini – hann hevði ongantíð sæð makan. Har var eisini ein poststøð í býnum, og beinanvegin fólk hoyrdu, at hesir frem-mandu skuldu vitja khanin, sendu tey boð til næsta býin. Soleiðis syrgdu hesi blíðu fólkini fyri, at keyp-menninir úr Venezia vórðu væl móttiknir, hvar teir enn komu fram, og at enda vórðu teir móttiknir av ei-num trygdarliði frá Kublai Khan, sum fylgdi teimum til summarbústað khansins í Shangtu.

Shangtu var umgyrdur av høgum marmaramúrum, sum buktaðu seg um býin sum ein langur, hvítur or-mur. Innan fyri múrin lógu hesar stásiligu borgirnar lið um lið við mongolsku filttjaldini millum angandi garðar og trø, sum vaggaðu blídliga í lotinum. Rádýr og seyður gingu á biti í gørðu-num, og fuglur sveimaði í luftini. Á torginum vístu sjónleikarar fram leik.

Hvar enn hesir ferðamen-ninir úr Venezia vendu sær, sóu teir eina ógloymandi sjón fyri og aðra eftir.

Tá teir fremmandu skul-du skifta, áðrenn teir fóru fram fyri Kublai Khan, tók Niccolo hábærsliga klæd-nadrakt úr floyal, sum hann hevði havt við til Marco al-lan vegin úr Italia. Men tað vóru trý ár liðin, síðani teir fóru úr Italia, og ímeðan var hon vorðin ov lítil.

Fyrsta, sum Marco sá, tá hann kom inn á borgina hjá khaninum, vóru tey mongu svørtklæddu hóvfólkini, hermenninir og tænastufól-kini, sum øll somul stardu undrandi at teim fremman-du. So fekk Marco endiliga eyga á khanin, sum sat á síni gulltrónu við eini livandi honleyvu við føturnar. Sum hinir mongolarnir, Marco longu hevði møtt, hevði khaninrin gyltan húðalit, svart hár og brún eygu – gjøgnumgatandi eygnabrá, men eisini eygu, sum lýstu av viti. Teir fremmandu fylgu kinesiskum siði og fullu á knæ frammam fyri valdsharranum, og síðani nurtu teir triggjar ferðir við gólvið við høvdinum. Tá innleiðandi siðagerðirnar vóru fingnar afturum, hevði Kublai Khan eina fest-máltíð, har hann fekk han-dað heilagu oljuna og aðrar gávur, sum ferðamenninir høvdu havt við sær. Maffeo og Niccolo søgdu frá longu ferðini, og khanurin lurtaði

hugagóður. Av og á skeitti hann yvir á unga drongin úr Venezia, sum ikki var við fyrru ferðina, og at enda spurdi hann, hvør hann var.

”Hetta er sonur mín og tænari tygara, ” svaraði Niccolo.

Marco hugdi treystliga aftur ímóti khaninum. Í samfull trý ár hevði hann roynt at ímynda sær, hvus-su hesin mæti Kublai Khan mundi síggja út, og hvussu hann mundi vera, og hóast hann sá heldur enn ikki illfrýntur út, fyrstu ferð tú sá hann, var hann bæði vin-sælur og umhugsin.

”Tú ert ein djarvur ungur maður, ” segði Khanurin, tá hann fekk at hoyra um sjúkuna hjá Marco, sum næstan var honum at bana.

So vendi hann sær til Niccolo. ”Tað er ein dugna-ligur sonur, tygum eiga. Eg vildi, at hann verður ve-randi hjá mær sum tænari. Hvat siga tygum til tað? ”

Marco visti, at hann kun-di læra nógv í tænastu hjá khaninum, og tá pápin ját-taði, so var tað avrátt. Tað dámdi khaninum, og hann var stórtøkin við kost-bærum gávum til teir frem-mandu. Sum tænari hjá khaninum komu nýggjar umstøður í lív Marcos.

FRAMHALD...

Kashgar

Ortopædiskur skómakari& bandagistur frá SAHVA

Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 KlaksvíkTlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • [email protected] • www.ks.fo

K L A K S V Í K A R S J Ú K R A H Ú S

Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 45 45 45.

Seinasta freist at biðja um tíð, er mánadagin 21. juni 2016

SAHVA.

verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 27. - 29. juni 2016

Page 32: Norðlysið nr. 20 2016

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Tað snýr seg um teg

Gykla saman við Bassa og Gyklaranum Ásbjørn

Bassi bjóðar øllum børnum í føðingardag

Í SALTANGARÁ á Eystanstevnu

fríggjadagin 17. juni kl. 16.30

Øll børn fáa ballón og gávu

frá Bassa

Børn syngja

Kaffi ogokkurt afturvið til tey vaksnu

Gyk

la

rin Ásbjørn undirheldur

Gykla við Bassa Á skránni verður eisini gullgraving

www.eik.fo

Autografar frá NSÍ

leikarum