ANSNI

4

description

ANSNI tryggleiki

Transcript of ANSNI

Page 1: ANSNI
Page 2: ANSNI

ANSNI vil veita tær bestu trygdVit kunnu veita tær ráðgeving og heildarloysnir innan trygd í breiðastu merking. ANSNI umfatar trý høvuðsøki innan trygd: VAKT, TØKNI OG TILBÚGVING.

Okkara grundleggjandi hugsjón er at seta einstaka kundan í miðdepilin og veita sniðgjørdar loysnir.

Vit eru í dag landsins størsta og fremsta trygdarfelag, og taka vit hesa uppgávu í størsta álvara. Vit leggja stóran dent á at veita eina so góða tænastu, sum til ber. Vit kunnu nøkta nærum einum hvørjum tørvi innan trygd, bæði vinnuligt og privat.

Okkara starvsfólk eru serkøn á sínum øki og veita tær holla og munadygga ráðgeving og tænastu.

Missión og kjarnuvirðiOkkara missión er, á lønsaman hátt, at ansa fyritøkum, skipum, stovnum, heimum, persó-num og samfelagi, við at veita dygdargóðar, sniðgjørdar trygdarloysnir, á tryggan og full-góðan hátt.

Okkara kjarnuvirði eru trygd, álit, dygd og umhugsni.

Fyri teg merkir hetta, at vit seta tín tørv og tíni ynski í miðdepilin, við at lurta, meta um, ráðgeva og sniðgeva loysnina til tín. At vit leggja okkara orku í at veita tær bestu trygd og tænastu, við at okkara starvsfólk eru álítandi, árvakin, hjálpsom, umhugsin og skynsom.

Page 3: ANSNI

VINNUVAKTVaktartænasta Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða, við Vinnuvakt er vaktartænasta til tína fyritøku, virki ella stovn.

VINNUVAKT umfatar, at trygdarvørður hjá okkum ansar eftir bygningum, útgerð og fólki í tíni fyritøku, á tryggan og munagóðan hátt. Okkara trygdarvørðar skráseta hvørja vitjan og eygleiðing frá vitjanini við einum tøkniligum lesara. Soleiðis verður eftirlitið skjalprógvað, og tú fært frágreiðing um eftirlitið umvegis teldupost hvønn yrkamorgun.

Hevur tú ANSNI VAKT, verða frámerki sett upp á staðnum, ið boða frá tænastuni. Hesi frámerki eru somuleiðis fyribyrgjandi móti óbodnum gestum. Tænastan verður lagað júst eftir tínum tørvi. Eftir at hava fingið eitt prát við teg, og at mett er um tørvin, finna vit í felag eina hóskandi loysn.

Her eru nøkur dømi um, hvat VINNUVAKT kann umfata:- Ansað verður eftir serligum tólum og útgerð, eftir avtalu. Eitt nú, um køli- og frystirúm

hava rætta kulda- Ansað verður eftir, at dyr eru læstar og vindeygu eru afturlatin- Ansað verður eftir, at óviðkomandi ikki eru á staðnum- Ansað verður eftir, at vatnskaði ikki ger um seg- Ansað verður eftir, at eldur ikki er í, og fyribyrgja vanda fyri hesum, m.a. við at sløkkja

kaffimaskinur og líknandi el-tól.- Ansað verður eftir, at innbrot ikki verður framt

CALL-SENTURHevur tú tørv á telefonmóttøku, telefonvekslara, brúkarakanningum, tele-marketing ella líknandi tænastum, er okkara CALL-SENTUR til reiðar at veita tær hesar tænastur.

Okkara starvsfólk á telefondeplinum eru dugnalig, fyrikomandi og tænastusinnað. Vit leggja dent á at veita tær bestu tænastu, og laga tænastuna júst til tín tørv. Okkara CALL-SENTUR er tin tænastu allan sólarringin.

Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á CALL-SENTUR tænastu.

Page 4: ANSNI

TØKNI - ÁVARINGARSKIPANIR OG VAKMYNDATÓLYnskir tú at fyribyrgja og minka um skaða ella stuldur, kunnu vit veita tær ávaringarskipanir og vakmyndatól.

Okkara tøkningar eru serkønir innan ávaringarskipanir og vakmyndatól, og geva tær holla rágeving um slag av útgerð, samanseting, plasering, eins og vit eisini seta upp skipanina og hava eftirlit og tænastu við henni.

Fer tín ávaringarskipan í gongd, verður ávaringin móttikin av okkara TILBÚGVING. ANSNI trygdarvørður fer alt fyri eitt á staðið at eftirkanna, hvat er áfatt, og tekur neyðug fyrilit til at minka um og fyribyrgja skaða.

Vit kunnu somuleiðis halda eyga við upptøkum frá tínum vakmyndatólum, allan sólarringin.

Ver vælkomin til eitt óbindandi prát við okkum um tín tørv á tøkniligum trygdarloysn.

Fólk og útgerðUmframt, at vit altíð eru TILBÚGVIN, hava vit útgerð og manning, ið vit leiga út í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk.

Felagið er í dag mannað við á leið 30 starvsfólkum, og kunnu vit manna lið á call-sentrinum til eitt nú at ringja út og geva boð, í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk, eins og vit kunnu hjálpa til við trygdar- og bjargingararbeiði, við tað at fleiri starvsfólk okkara hava brandskeið, skeið í fyrstuhjálp og onnur trygdarskeið.

Niðanfyri er listi við útgerð og manning, ið vit hava tøka í sambandi við trygdar- og bjargingarátøk.

- Bilur við lyftu, ið røkkur 9 metrar- Bátur við manning. 42 føtur til longdar, rúmligur og arbeiðsligur. Gongur 32 sjómíl- 2 bilar við 4-hjól trekk, Toyota Landcruiser og Nissan Patrol, báðir við sleipikróki- Walkie Talkie, Icom, 8 stk.- Lyktir, upp til 1800 lumen. Hóska væl til leitiarbeiði- Mannað call-sentur, upp til 15 fólk