Fjølmiðlar, (á enskum “mass
media”) er sett saman av
“fjøld” og “miðil” (á enskum
“mass” og “medium”)
Ein fjøld er ein rúgva ella ein
“massi” av fólki. Ein miðil, er
eitt tól, ið menniskjuni nýta at
samskifta við. Øll hava sínir
persónligu miðlar, ið fevna
um røddina, málið, skriftina
og handbrøgd. Men vit hava
eisini aðrar miðlar. Fylkingar,
stovnar og felagsskapir, ið
syrgja fyri at fólk kunnu
samskifta yvir longri strekki.
Um tú skalt fortelja fólki eina
søgu, so stillar tú teg ikki út í
garðin at rópa, tí at so hoyra
bara nøkur heilt fá fólk teg.
Nei, tú hevði sett hana í
Dimmalætting ella lagt hana
út á Portalin, tí at tú veist at
fólk lesa Dimmalætting og
Portalin. Miðlar eru bara eitt
samskiftistilfeingi, ið loyvir
fólki at samskifta við fleiri fólk
í senn, her av navni fjølmiðlar.
Vit hava fleiri sløg av
fjølmiðlum, og vit deila teir í
tveir høvuðsbólkar.
Prentaði miðilin:
Bøkur
Bløð og blaðgreinir
Tíðarrit og tílíkt
Elektroniski miðilin:
Sjónvarp (sjónbond)
Útvarp (ljóðupptøkur)
Alnótin
Hvat eru fjølmiðlar?
Verkætlan ’10
Bogi Berg, Rani Kyster og Tór Marni Weihe 8. - 13. mars 2010
Innihaldsyvirlit :
Hvat eru fjølmiðlar 1
Ung sum søluvøra 2
Tali– og skrivifrælsi 2
Ávirkan av fjølmiðlum á
ungdómin
3
Fjølmiðlar í
gerandisdegnum
4
Fjóðra statsvaldið 5
Sjónvarpið—Tann mest
brúkti miðilin millum ung
6
Uppgávan hjá fjølmiðlum 7
- Tór Marni Weihe
Hvat er ZappMedia? 4
Uppgávan hjá
fjølmiðlum
6
Eins og ung nýta fjølmiðlar,
nýta fjølmiðlar ung. Miðlarnir
nýta nevniliga ung sum eitt
slag av søluvøru.
Ung verða nýtt sum ein søluvøra
á tann hátt, at miðlarnir gera eitt
sindur ov nógv av hendingum,
sum hava okkurt við ungdóm at
gera. Teir gera eina ógvusliga
yvirskrift, sum fær okkurt heilt
skuldaleyst, og venda tí til
okkurt rúsdrekka-relatera, ella
okkurt sum er orsakað av
harðligum filmum og/ella
telduspølum. Miðlarnir fanga
teir eldru lesararnir við hesum.
Um nú yvirskriftin til dømis er á
forsíðuni á einum blaði, og
blaðið stendur í einum handli, so
freistar tað kundarnir í
handlinum til at keypa blaðið.
Til dømis hava vit eina grein í
danska blaðnum ‘Ekstra Bladet’.
Har sigur yvirskriftin um ein
ungan drong, sum er ‘deyður av
rúsdrekka’. Hetta er als ikki
orsøkin til deyða hansara. Hann
doyði í einari skí-vanlukku.
Orsøkin til at blaðið valdi hesa
yvirskrift var bert tí, at drongurin
var á skíferiu við flokki hansara,
og okkurt kvøldið høvdu tey sitið
og drukkið rúsdrekka. Tað vil
siga, at rúsdrekka hevði als einki
við vanlukkuna at gera. Hetta
var bert ein desperat roynd at
fáa selt nøkur eintøk av
blaðnum, sum longu hevur
støðuga lækking í søluni. Ekstra
Bladet verður tí minni og minni
umtókt í millum fólk. Eitt, sum
lætt kann prógva mítt uppáhald
er, at Ekstra Bladet næstan
ongastaðni fæst til keyps í
Føroyum.
samfelagsmenningina, móti
endanum av 1900-talinum, í
vesturheiminum. Talufrælsið
verður sæð sum ein av
grundleggjandi meginreglunum í
einum vælvirkandi demokratii,
av tí at tað byggir á frælst
meiningsskfti. Harafturat gevur
talu- og skrivið frælsi tær
møguleika at orðbera frá
víkjandi meiningar og hugsjónir,
so at vandin fyri at hesar fáa
harskaps-avleiðlingar minkar.
Talu- og skriviðfrælsi er serliga
neyðugt hjá minnilutunum, í tí at
valdshavandi mynduleikarnir
orsaka av teirra valdsstøðu ikki
hava ítøkiligan tørv á talu- og
skrivifrælsi.
Fjølmiðlar eru ymiskir frá
landi til land, og er hetta ofta
lagað eftir hvussu talu– og
skrivifrælsi er í landinum.
Høvuðsgrundarlagið undir
einum vælvirkandi fjølmiðli er,
at hann kann skriva um tað hann
hevur hug til. Nøkur lond syrgja
fyri at fjølmiðlar so at siga einki
rásarúm hava, serliga í Kina og
londunum í Miðeystri. Talu- og
skriviðfrælsi er rætturin til frælst
at orða sína meinig skriftliga og
munnliga, uttan eina
undanfarandi góðkenning, og er
tað tí akkurát tað øvugta av
censuri. Talu- og skrivifrælsi
hevur haft avgerandi ávirkan á
Talu- og skrivifrælsi er ein
grundleggjandi rættur, men tó
ikki óavmarkaður. Talu- og skrivi
-frælsi inniber, at stjórnin ikki
frammanundan hevur loyvi at
t.d. nokta borgarunum at koma
til orðs. Haraftur ímóti forðar
frælsið ikki, at tú seinni kemur at
standa til svarðs fyri tað í tú
hevur sagt ella skrivað, t.d. fyri
ein dómstól. Útsagnir kunnu við
ein dómstól verða
óheimmildaðar, um rætturin ikki
finnur utsagnirnar sjalprógvaðar,
eins og lógarbrot sjálvandi
kunnu føra við sær revsing.
Ung sum søluvøra
Talu– og skrivifrælsi
Síða 2
”Freedom of speech
is the freedom to disagree!”
- Tór Marni Weihe
- Bogi Berg
“Í ov nógvum londum, er tað skriva
eina grein tað sama sum at gera
sjálvmorð.
58 blaðfólk myrd í 2006, 130 fongslaði.”
Telduspøl verða ofta ákærd fyri at vera
orsøkin til harðskap millum ung.
Ung fólk verða lætt ávirka av
fjølmiðlum. Ung ganga í klæðum
sum eru mest víst í
sjónvarpinum og bløðum. Ung
ganga sum oftast í klæðum sum
stjørnur ganga í ella klæðir sum
verða víst í bløðum. Men
fjølmiðlar vísa eisini nógvan
harðskap. Um eitt barn ikki er
nóg væl uppdrigið, so er barnið
meira góðtrúgvið og trýr uppá
propaganda-filmar/sendingar,
og harðskapin í sjónvarpinum.
Harðskapur í sjónvarpinum er
tað sum hevur tað størstu
ávirkanina. Fjølmiðlar hava so
stóra ávirkan at hon kann fáa teg
til hava samlegu, áðrenn tú er
klár/ur, á tann hátt, at (hetta er
mest fyri dreingir) tú følir eitt
trýst á tær, fyri at hava samlegu
í ungum aldri. Annað dømi kann
vera, at til dømis ein útlendingur
heldur uppat at keypa føroyskar
fiskavørur, tí hann hevur sæð
eina sending á einari
sjónvarpsrás um grindadráp.
Hann fær ta fatan, at føroyingar
eru "barbarar", og vil tí einki
hava við føroyska fiskavørur at
gera.
Positiv ávirkan:
Tann mest positiva ávirkanin, ið
kemur frá fjølmiðlum, er at
tannáringar hava lært at umsita
tøkni – tað kann vera teldur,
internet ella iPoddar. Ung hava
heldur onga tøkni-fobi. Miðlar
hava eisini hjálpt til at økja
almennu tilvitskuna um
tannáringar og teirra umhvørvið.
Út yvir hetta, hava miðlarnir
eisini havt við sær, eina øking í
yvirskipaðari vitan í
próvssetnings-lærugreinum,
orsakað av ómetaliga
kunningartilfeinginum, miðlarnir
hava at bjóða.
Um umsitið rætt, kunnu
miðlarnir effektivt verða nýttir
at vekja uppmerksemi millum
tannáringar um ung og kynslív.
Negativ ávirkan:
Fjølmiðlarnir hava fleiri
negativar ávirkanir á ung enn
teir hava positivar. Fjølmiðlarnir
kunnu ábyrgdast fyri at skapa
fyri- og kropsmyndir, tí tað eru
fleiri ung líða undir
undirlutakenslum, og nýta
ósunnar klænkihættir at tapa
seg, av tí at flestu fólkini í
fjølmiðlum eru flott og væl bygd
kropsliga, og so vilja tey ungu
síggja eins út sum tey.
Mongdin av harðskapi í
fjølmiðlunum er so umfatandi,
at hon kann lættliga økja um
stríðshugan hjá ungum.
Mongdin av kendum fólki í
fjølmiðlnum, ið eru
fyrimyndirnar hjá teimum ungu,
gera at tey ungu vilja hava
designara-klæðir og annað
tilhoyr.
Eisini ávirkar málburðurin hjá
fjølmiðlum nógv. Vit kunnu taka
eitt dømi: Í sjónvarpinum hoyra
vit fólk tosa, har orðið ‚gingið‘
verður nýtt. Men orðið verður
ikki úttalað rætt. Tað verður
nevniliga ikki úttalað [gjingjið]
men [gingjið]. Hetta er nakað,
sum nógv ung ganga runt og
siga, eitt sum ikki er gott fyri
føroyska málið.
Ávirkan av fjølmiðlum á ungdómin
Síða 3
8. - 13. mars 2010
“For a politician to
complain about the press is
like a ship's captain
complaining about the sea”
- Enoch Powell,
bretskur politikari - Rani Kyster
Útvald óbótafólk verða hart rakt av
frælsinum hjá fjølmiðlum.
Teknisk yvirflóð?
SETT UPP: BOGI BERG
sjálvt
youtube er ein miðil. Alt tað, sum onkursvegna kann fortelja tær nakað ella samskifta við teg, er ein miðil. Vit hava okkara egnu miðlar. Teir eru røddin, málið, skriftin og handbrøgdini. Tískil er Facebook eisini ein miðil. Facebook er tað sum man kallar ein sosialur miðil. Har skriva fólk
á vegg sín, og dagføra harvið vinfólk síni um ymisk persónlig viðurskifti.
Tað vil siga, at fjølmiðlar eru næstan altíð ein partur av okkara gerandisdegi.
Fjølmiðlar í gerandisdegnum
Sum sæst á myndini, verða fjølmiðlar altíð nýttir. Heima við í hús, á ferð, til arbeiðis og í skúla. Teir mest vanligu fjølmiðlarnir eru sjónvarpið, útvarpið, fjølmiðlabløð og alnótin. Men fartelefonin, lummateldan, teldan— ja,
Síða 4
- Bogi Berg
Her eru nakrir vælumtóktir miðlar at
síggja.
Zapp Media er ein verkætlan, ið vit tríggir Bogi Berg, Rani Kyster og Tór Marni Weihe hava smíðað, í sambandi við verkætlanarvikuna í Tórshavnar Kommunuskúla. Evni okkara er “Ung og fjølmiðlar”, og hava vit í hesum sambandi gjørt av at gera eitt blað, og so eina heimasíðu afturat (www.zappmedia.blogspot.com).
Hvat er ZappMedia
Vit halda, at fjølmiðlarnir ikki umboða yngra ættarliðið nóg væl, og tí kannaðu vit hetta. Úrslitini vóru sum vit høvdu væntað. Heili 63% hildu at ungdómurin ikki er nóg væl umboðaður í fjølmiðlunum. 23% søgdu seg ikki vita, og 14% hildu at ungdómurin er nóg væl umboðaður.
Úrslitið frá hesari kanningini, vísti
okkum, at okkurt má gerast. Vit gjørdu
tí av, at gera eitt blað. Blaðið “Zapp”
kemur út einaferð um mánaðin. Eisini
ætla vit at halda heimasíðuna dagførda
við feskastu tíðindum, ið eru áhugaverd
hjá unga ættarliðinum.
- Tór Marni Weihe
Vanligt verður tosað um,
at í einum demokratii er
tað neyðugt at hava eitt
fjóðra stjórnarvald
afturat lóggevandi,
dømandi, og fremjandi
valdinum, nemliga
fjølmiðlarnir. Bløð,
útvarp og sjónvarp eru
alneyðug, skal
demokratiið virka.
Fjølmiðlarnir hava sostatt
tríggjar sera týdningarmiklar
uppgávur. Fyri tað fyrsta, at
upplýsa fólkið um hendigarnar
á politiska pallinum. Tað er
alneyðugt, at fólkið veit hvat
gongur fyri seg í løgtinginum, í
stjórnini og í kommununum.
Einans við at syrgja fyri, at ein
er áhaldandi kunnaður um
samfelagsstøðuna og gongdina,
kunnu borgarirnir uppá ein
skikkaðan máta fyrihalda seg
til, hvussu ein, sum borgari
kann nýta sína ávirkan á
samfelagsstøðu og gongd. Í
okkara tíð er tað ikki lætt at
fylgja við skjótu
samfelagsmenningini. Tí eru
fjølmiðlarnir meira umráðandi
enn nakrantíð.
Fyri tað næsta er tað uppgávan
hjá fjølmiðlunum, at bera fram
sjónarmið borgarans, á ein
hátt, so at tað allatíðina verður
kjakast um, hvønn veg
samfelagið skal ganga. Einans
gjøgnum kjak, kann ein royna
síni sjónarmið. Við at orða sínar
hugsanir sjálvur, og at lurta
eftir øðrum, kann ein finna
útav um hann heldur at
samfelagsgongdin er góð ella
vánalig. Miðlarnir eru sostatt
noyddir at loyva borgarunum
nakrar teigar, sum ígjøgnum
lesarabrøv, greinar og
tíðargreinar, kunnu troka teirra
áskoðan fram í fjølmiðlunum. Á
sama hátt, skulu journalistarnir
loyva fólki, at koma til orða í
fjølmiðlunum ígjøgnum
samrøður, telefonsamrøður og
í sjónvarpi og útvarpi.
Fjølmiðlarnir skulu endaliga
verða atfinningasami
mynduleikin í samfelagnum.
Tað er uppgávan hjá
fjølmiðlunum at halda eyga við
øllum í gongur fyri seg í
samfelagnum, og serliga, hvat
gongur fyri seg á hugsjónarliga
pallinum og politiska
heiminum. Tað er ofta ein
nærstødd hugsan hjá einum
politikara ella embætismanni,
at halda eitt órættvíst viðgjørt
mál loyniligt fyri veljarunum.
Um politikarnir t.d. hava
avgjørt, at bíðilistin á einum
sjúkrahúsi ongantíð má verða
longri enn 3 mánaðir, so er tað
neyðugt hjá fjølmiðlunum at
kunna borgarirnir, um hetta
ikki verður fylgt. Tað er
uppgávan hjá journalistum at
halda eyga við samfelagnum,
og um neyðugt, halda á fram
at grava, til málið er komið
undan kavi.
Fjóðra stjórnarvaldið
Síða 5
8. - 13. mars 2010
- Tór Marni Weihe
Tey seks stjórnarvaldini
SETT UPP: BOGI BERG
4-5 ferðir um vikuna. Hetta kann alt
síggjast á diagramminum her.
Út av 65 næmingum, vóru bert tvær
gentur, sum als ikki nýttu fjølmiðlar.
Ein virkin blaðheimur er alneyðugur, um eitt demokrati skal virka. Men blaðheimurin hevur eisini ótrúliga ábyrgd at umsita uppgávuna so gott sum tilber. Fyrr vóru tíðindabløð ofta heft at ávísum politskum flokkum. Í Føroyum vóru 5 tíðindabløð, ið ávíkavíst vóru bundin at hvør sínum politiska flokki. Fólkaflokkurin hevði blaðið ”Dagblaðið” knýtt at sær. “Dimmalætting” stuðlaði Sambandsflokkinum. “Sosialurin” stuðlaði Javnaðarflokkinum, “Tingakrossur” var knýttur at Sjálvstýrisflokkinum og “14. september” var blaðið hjá Tjóveldisflokkinum. Soleiðis er tað ikki longur. Nú eru størstu bløðini í Føroyum,
Dimmalætting og Sosialurin, og umboða tey ikki longur ein ávísan politiskan flokk. Nú eru flestu bløðini kring heimin málgagn fyri allar politiskar hugsjónir og sjónarmið. Men hettar hevur eisini ført við sær eitt nýtt frumevni, ið fjølmiðlarnir verða noyddir at taka atlit til. Sølutøl. Tí royna journalistar ofta at grava fram stórtíðindi, so at teir kunnu selja fleiri bløð. Hettar hevur elvt til, at eitt nýtt metingarstøði til tíðindi. Nú verður ein tíðindastubbi ikki einans mettur eftir, um hann er revelevantur samfelagsliga. Hann verður eisini mettur eftir, um hann fer at selja nakað, og skaffa hægri lurtara og hyggjaratøl.
Ábyrgdin hjá fjølmiðlum
Hvørjir eru mest umtóktu miðlarnir millum ung?
Við úrslitum av spurnabløðum,
sum vórðu send út til næmingar
í 8. og 9. flokki, kann lætt
staðfestast, at sjónvarpið er tað
mest umtókta. Heili 75% av
bæði gentum og dreingjum nýta
sjónvarpið sum miðil. Eftir
sjónvarpið kemur alnótin, sum
tann næst mest nýtti miðilin.
Har er eiheldur stórur munur
millum gentur og dreingir. Men
tá tosað verður um teir minni
umtóktu miðlarnir, er størri
munur á. Útvarpið verður nógv
meira nýtt av dreingjum, men
genturnar liggja eitt lítið sindur
omaná hvat fjølmiðlabløðum
viðvíkur.
Síða 6
Hesi úrslit stava frá spurnanblaði, ið
varð sent út til næmingar í 8. og 9.
flokki. (*= 1-2 ferðir um mánaðin)
*
%
0
10
20
30
40
50
60
70
80
ÚtvarpSjónvarp
FjølmiðlabløðAlnótin
26
76
29
67
44
75
22
69
Hvør nýtir hvørjar miðlar?
Gentur
Dreingir
Flest øll ung nýta
fjølmiðlar
Í sama spurnarblaði vórðu
næmingarnir eisini spurdir um
hvussu ofta tey nýtt fjølmiðlar,
og um tey yvirhøvur nýttu teir.
Uml. 65% av øllum
næmingunum nýttu fjølmiðlar
hvønn dag, og nøkur 20 % nýttu
- Tór Marni Weihe
- Bogi Berg
Her síggja vit nøkur gomul føroysk
fjølmiðlabløð. Til dømis hava vit
Sosialin og Dimmalætting, sum
enn eru at fáa í Føroyum.
Fólk frá ymiskum fjølmiðlum
kring knøttin hava til
uppgávu, at kunna fólk um
hvat ið gongur fyri seg runt
í um heiminum, men gera
fjølmiðlarnir sítt arbeiði? Og
er arbeiðið nøktandi?
Nú upplýsa og kunna
fjølmiðlanir ikki so nógv sum
teir áttu at gjørt, tí í dag er
ein fjølmiðil bert ein
søluvøra. Tað ræður um at
selja eina vøru. Og tað gert
tú við at taka eina hending,
gera eina ógvusliga
yvirskrift, blaka hana á
forsíðuna, og so freista fólk
at keypa miðilin. Ella taka
tey antin og seta eitt
neyðtøku- ella
harðskapsmál á forsíðuna.
Nú skulu vit ikki siga at
fjølmiðlar slettis ikki kunna
fólk um ymisk viðurskifti,
men hetta verður tó minni
og minni sum tíðin fer.
Tó tá talan er um Kringvarp
Føroya (KVF), ræður tað ikki
um at fáa selt eina vøru. KVF
er ein alment fíggjaður
miðil, og er tí tann einasti
miðilin í Føroyum, sum kann
krevja pengar frá fólki.
Men KVF burdi heilt víst
sent meira
ungdómssendingar, bæði
ígjøgnum útvarp og
sjónvarp. Í útvarpinum ber
til at telja tímarnir, settir av
til ungdómin, við einari
hond so fáir teir eru. Í
sjónvarpinum eru eitt sindur
fleiri ungdómsviðkomandi
sendingar. Men tó eru
næstan allar hesar
sendingar efir kl. 23.30, og
tá er eitt sindur ov seint at
seta seg niður og hyggja at
sjónvarpinum, um man nú
skal í skúla dagin eftir. Ein
tannáringur skal hava 9-10
tímar av svøvni hvørja nátt,
og um tað ikki verður farið í
song fyrr enn einaferð eftir
midnátt, og skúlagongdin
byrjar kl. 08.00, so er ikki
nógvur svøvnur at heinta. 6-
7 tímar av svøvni er jú ikki
Uppgávan hjá fjølmiðlum
Síða 7
8. - 13. mars 2010
Maður t. v.: ”Enn ein tyrla skotin
niður í Irak.”
Maður t. h.: ”Orsaka, ongin tíð,
Britney hevur rakað hárið.”
Greinin er skrivað av:
Boga Berg,
Rana Kyster
og
Tór Marna Weihe
Kelduyvirlit:
Bøkur:
Medier og samfund – Klaus Bruhn Jensen
Demokrati – Knud Munksgaard
Massemedier og politisk kommunikation – Finn Rasmussen
Fjølmiðlar – Birgir Kruse
Heimasíður:
http://www.youtube.com/
http://www.wikipedia.org/
http://www.google.com/
http://books.google.com/
http://images.google.com/
http://www.yahoo.com/
http://www.medialiteracy.com/
http://technade.com/
SETT UPP: BOGI BERG
Nakrar keldur
Verkætlan ’10
Hetta arbeiðið varð gjørt í samband
við verkætlanina hjá
9.a í Tórshavnar Kommunuskúla 2010
Gjørt hava:
Bogi Berg
Rani Kyster
Tór Marni Weihe
Skørugøta 1
100 Tórshavn
+298 310491
www.zappmedia.blogspot.com
Bogi Berg, blaðsniðgevi og blaðfólk
Redaktión:
Rani Kyster, blaðfólk
Tór Marni Weihe, blaðfólk og heimasíðusniðgevi
Top Related