Til gongu í Føroyum

22
TIL GONGU Í FØROYUM kr.10

description

Til gongu í Føroyum

Transcript of Til gongu í Føroyum

Page 1: Til gongu í Føroyum

T I L G O N G U

Í FØROYUM

kr. 10

Page 2: Til gongu í Føroyum

Við hesum faldara bjóðar Ferðaráð Føroya tærvælkomnum at ganga í okkara vøkru náttúru.Einki er sum ein gongutúrur í haganum, har túkanst njóta friðsæluna og anda ta frísku luftina.Føroyar eru einastandandi at ferðast í, tí tær nýt-ist ikki at fara langt fyri at uppliva stórsligna ogóspilta náttúru. Eisini eru mong áhugaverd støð,sum eru knýtt at søgu og søgn, at síggja á leiðini.Gistingarmøguleikar eru í hópatali, so gongu-ferðin nýtist ikki at enda sama dag.

Úti í haganum fært tú eina hóming av, hvussulívið hjá okkara forfedrum hevur verið. Gróthús,neyst, gomul teigalendi, torvheiðar og kráirminna okkum á, hvussu nær tey livdu upp atnáttúruni. Eisini sært tú gamlar bøgarðar, neyta-geilar, rættir, ból, seyðahús og fransatoftir, sumeru leivdir av smáum húsum, hagar fólk í goml-um døgum leitaðu sær skjól undan sjórænarum.

Nógvur heiðafuglur er at síggja: spógvi, mýri-snýpa, lógv, tjaldur, kjógvi, skúgvur, ravnur ogkráka.

Men eisini seyður, gæs og harur eru vanligsjón.

Gongutúrarnir, sum eru lýstir í hesum faldara,eru allar uttan tveir, eftir bygdagøtum. Bygdagøt-urnar eru elligomlu samferðsluleiðirnar millumbygdir. Áðrenn koyrivegirnir komu, varð vanligagingið millum bygdir, eitt nú á ting, í handilsør-indum ella til næstu kirkju til gudstænastu,barnadóp, brúðarvígslu og at enda ta seinastuferðina, borin í kistu.

Gøturnar eru merktar við varðum, sum eisinieru elligamlir. Eins og í grannalondunum vísavarðarnir, hvørja leið gøtan gongur, so tann, sumgongur gøturnar, ikki villist av leið.

Túrarnir niðan á Klakk og út á Bøsdalafoss eruikki eftir bygdagøtum, men eftir ferðagøtum.

Túrarnir í hesum faldara eru lýstir fyri fólk,sum ferðast í bili, bussi ella øðrum akfari. Í støð-um hava kommunurnar sett bygdagøtutalvurupp, har túrarnir byrja og enda, annars verðurgreitt frá, hvussu tú kemur til staðin. Tíðin, sumer sett við hvønn túrin, vísir, hvussu leingi túgongur túrin í vanligari gongd. Matsteðgir og tí-líkt eru ikki roknað uppí. Kortini, sum nevndverða, eru topografisk kort, 1:20 000 frá Kort ogMatrikelstyrelsen, 1991. Kort fáast í bókahandl-um og kunningarstovum kring landið. Tær nýtistikki kort til allar túrarnar, spyr kunningarstovur-nar til ráðs.

2

VÆLKOMIN

Úgevari: Ferðaráð Føroya 2004, undir Bryggjubakka 17, P.O. Box 118, FO - 110 Tórshavn, Tel +298 355800,

Fax +298 355801, [email protected], www.tourist.fo · Myndir: Absalon Hansen, J. A. Arge, Guillaume Desmurs og Ferðaráð Føroya

Rithøvundur: Randi Meitil · Layout: Reproz · Kort: Partur av korti úr Føroyum 1:100.000 © Kort & Matrikelstyrelsen (A 61-03)

Forsíðumynd: Djúpadalur, Kalsoy · Gongur tú í fjøllunum, er ábyrgdin tín · Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og broytingum

Siðsøga og djóralív

Bygdagøtur

Scandinavian Travel Award 2004

Page 3: Til gongu í Føroyum

Náttúran er viðkvom, tí er sera umráðandi, at vitøll fara væl um, so hon framhaldandi verðurvarðveitt.

- Gakk eftir varðunum og aðrari merking og far ikki av gøtuni út í bø ella haga.

- Lat hagaportrini aftur eftir tær.- Far væl um varðar, hegn og garðar.- Lat seyð, fuglar og plantur fáa frið.- Ikki er loyvt at taka plantur, grót, egg, ungar

o.a. við sær úr haganum. - Tað er siður at henta lesull. - Lat ikki burturkast liggja eftir.- Ansa eftir leysum gróti, einamest um tit eru

fleiri saman.- Ansa eftir ikki at ganga teg út í mýrilendi.

Har kann vera djúpt.- Hundar mugu ikki verða tiknir við í hagan.- Tjald kann ikki setast upp í haganum uttan

loyvi frá jarðareigara.- Ikki er loyvt at súkkla ella koyra í haganum

ella eftir varðagøtunum.

- Koyrir tú í bussi, verður rátt til, at tú kannar fráferðirnar, áðrenn tú fert av stað. Á summum bussleiðum eru ikki so nógvar fráferðir, og harafturat kunnu eisini broytingar koma í ferðaætlanini.

- Sig familju, verti ella kunningarstovu frá, hvagar leiðin gongur. Sig somuleiðis frá, tá túert komin vegin fram.

- Gakk altíð saman við øðrum.- Hav altíð okkurt at drekka, mat ella okkurt

søtt við.- Hav altíð kort, kumpas og floytu við. - Gott er at hava fartelefon við á ferðini, men

minst til, at í haganum er ikki net samband allastaðni.

- Lurta eftir veðurtíðindunum, um líkindi eru at ganga.

- Far ikki av stað, um mjørki er.- Kemur mjørki á, er sera umráðandi at halda

seg til varðarnar. Er so tjúkt, at ikki sæst millum varðarnar, er best at bíða við ein varða og at halda seg heitan.

- Vend aftur, um illa veit við. Tað er ikki skomm at venda aftur.

- Ver væl ílatin, helst í fleiri pløggum, hvørt uttan á øðrum. Veðrið kann skifta brádliga.

3

www.visit-faroeislands.com

Vís náttúruni ans So fara vit av stað

Veðrið valdar

Page 4: Til gongu í Føroyum

Av ferjuleguni gongur tú ígjøgnum býin og síð-ani eftir einum partvíst asfalteraðum eyrvegi,Ástarbreytini1, sum gongur heilt niðan á Háls.Fólk við bili hava møguleika at seta bilin frá særhar.

Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so nógv av-merkt, so er sera lætt at finna. Tá tú stendur viðhagaportrið, miðar tú teg eftir tí hægsta punkt-inum norðan fyri teg. Eisini stendur ein varði áfyrstu sýnini, sum tú kanst hava sum ýti. Íbyrjanini gongur tú ígjøgnum gamlar torvheiðar.Allan vegin niðan á Klakk er vallað og so gottsum ikki ein steinpirra. Hetta er eitt av teimumfáu støðunum í landinum, har til ber at standa áskíðum um veturin.

Her er nógvur heiðafuglur: tjaldur, kjógvi,mýrisnýpa, lógv, spógvi og likka. Ravnur er eis-ini at síggja, og títlingurin heldur til við niður-dotnu kráirnar.

Í dalinum beint sunnan fyri Hálsin er tað, teygomlu kallaðu á Vaktini2. Søgnin sigur, at hersótu fólk á varðhaldi og hugdu eftir ófriðar-skipum.

Tá ið tú næstan ert komin niðaná og hygguroman líðirnar vestanfyri á fjallinum, sært túFøgrulíð3. Her stóð Fólkaháskúlin, sum varðsettur á stovn í 1899, tey fyrstu árini, inntil hannvarð fluttur til Havnar. Her yrkti Símun avSkarði í 1906 tjóðsangin.

Komin niðan á Klakk, hava vit eitt einastand-andi útsýni í allar ættir. Bratt er niðurfyri, ver tíikki áhaldsin! Vestanfyri síggja vit Leirvíksfjørðog Gøtunes, Mjóvanes, og um sýnið er gott, eis-ini Nólsoynna. Norðanfyri síggja vit Kalsoynnaog Kalsoyarfjørð. Á Kalsoynni síggja vit tríggjarbygdir. Syðst er Syðradalur, so koma Húsar ogMikladalur. Longri norðuri er Trøllanes, sum vitikki síggja. Framman fyri okkum hava vit taðprúða Kunoyarnes. Kunoyggin er tann javnthægsta oyggin í landinum. Har eru seks fjøll

hægri enn 800 metrar. Eystanfyri síggja vitHaraldssund, og endiliga hava vit eisini Klaks-víkina, sum breiðir seg út undir okkum. Upp-runaliga vóru fýra bygdir her: í Uppsølum, íGerðum, á Myrkjanoyri og í Vági.

Tá tú kemur oman av Klakki, sært tú frammanfyri teg Hálgafelli og so Háfjall. Hinumegin áKlaksvíkini sært tú Myrkjanoyrarfjall og Kjølin.Kjølurin kemur av, at fjallið líkist einum holvd-um báti.

Túrurin endar á sama staði, sum hann byrjaði.

Tíð: 3 tímar av ferjuleguni niðan á Klakk og aftur,11/2 tími av Hálsi niðan á Klakk og aftur.

Torleiki: LættLongd: 10 kmHædd: Upp í 413 mKort: 611

KLAKSVÍK – HÁLSUR –KLAKKUR

01

1

2

3

4

Page 5: Til gongu í Føroyum

5

FUGLAFJØRÐUR – HELLURNAR

Tíð: 2 tímar. 40 minuttir eyka niðan til Altarið. Torleiki: Miðal. Jøvn brekka er niðan á Skarðið. At

ganga oman til Hellurnar er brattari.Longd: 9 kmHædd: Upp í 353 m. (Altarið er á 483 m)Kort: 512

Tú fert frá kunningarstovuni mitt í býnum oggongur niðaneftir vestan fyri fótbóltsvøllin.

Fyrsta teinin gongur gøtan gjøgnum bø. Omanfyri niðasta varða er ein ryggur, kallaður Rossa-ryggur1. Farvegur av gøtuni sæst snúgva segniðan eftir rygginum. Vendir tú tær á, sært tú útyvir Fuglafjørð og í vestri síggjast Blábjørg,Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, harfuglfirðingar í gomlum døgum krógvaðu segfyri sjórænarum. So kemur Nón, har sólin stend-ur á um nónbil, sum er klokkan trý seinnapart,Breiðaskarð, Kambur, Trælavatnaskarð, Tyrlarog Ritafjall, sum fuglfirðingar kalla Leirvíksfjall.

Gøtan úr Fuglafirði til Hellurnar verður kallaðSjúrðargøta. Søgnin sigur frá um eina kempu úrSuðuroy, sum var komin til Oyndarfjarðar atroyna styrki. Ein dagin var Sjúrður bóndi í Fugl-afirði farin til útróðrar við synum sínum. Illveð-ur kom á teir, og teir seta upp í Oyndarfirði. Táeggjaðu oyndfirðingar Sjúrði til at royna segímóti suðuroyarkempuni, men hann helt, atheldur skuldi sonur sín, Sjúrður, royna. Teir fóruso at glímast, og Sjúrður yngri vann. Pápin gavsoninum 24 hagafrælsi afturfyri. Hesi frælsi eruframvegis til.

Á veg niðan á Fuglafjarðarskarð2 gongur túfram við Malunarhavi. Søgnin sigur frá umneytakonuna Maluna, sum var við barn, og sumhinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraðiat fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sumvigar 176 kg. Einar 100 metrar vestan fyri gøtunarennur Neytakonukeldan. Í henni lá neytakonu-krússið, sum ein kundi nýta at sløkkja sær tostanvið.

Komin niðan á Skarðið, sært tú tveir stórarvarðar. Gamal siður er, hvørja ferð ein gongurum Skarðið, at kasta tríggjar smáar steinar í hes-ar varðar, meðan ein sigur »I navn Gud Fader,Guds Søn og Gud Helligånd«. Hetta er fyri ikkiat villast, og at signa ferðina.

Av Skarðinum sært tú norðan fyri Oyndar-fjørð: Tind, Knúk og Sandfelli.

Fyrsta sunnudag í augustmánaði er siður athalda fólkafund á Skarðinum. Av Skarðinum bertil at leingja túrin 40 minuttir og ganga niðan tilAltarið3, ovast á Rustakambi. Haðani er frálíktútsýni yvir Norðoyggjar og Norðhavið.

Hulduheyggjar4 eru til vinstru handar, tá túgongur oman av Skarðinum. Her hjálpti jarðar-móðirin á Dalbø í Fuglafirði eini huldukonu íbarnsneyð. Afturfyri fekk hon góða samsýning.

Ein onnur søgn sigur frá um eitt jarðarstríðmillum oyndfjarðarbóndan og Gullbrand, sumvar bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir ogróku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrandbinda nakrar av sínum seyðum úr, sum vórufarnir um mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gull-brand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úr-bundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni bið-ur oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úr-bundna seyðinum og lata frammorreyða veðrinliggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti.Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið5 oghaðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu taðvið eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleið-ið6. Gøtan gongur fram við leiðinum.

Tá tú nærkast Hellunum, gongur tú omanKliv7 og oman Spreingisbrekku. Eitt sindur bratter at ganga, til tú kemur til hagaportrið.

Bussleið 400 røkir Fuglafjarðarleiðina.Leið 481 koyrir av Hellunum til Oyndarfjarðar

og Skálabotns.

02

1

2

3

4

5

6

7

Page 6: Til gongu í Føroyum

Bussur 400 røkir leiðina til Kambsdals. Tú gongur frá bussinum einar 300 metrar til

skótahúsini Kambur1. Gøtan byrjar við ánna, oggongur tú tá fyrst fram við gomlum torvheiðumog kráarløgum hjá fuglfirðingum.

Tá tú ert komin niðan á Skarðsbrúnna2, hevurtú vítt útsýni yvir Fuglafjørð. Norðan fyri Fugla-fjarðarfjøllini daga Nestindar á Kallsoynni uppímóti himmalinum. Ytst á syðru síðu undir Borg-ini stingur ein kneysi seg út, kallaður Eingilska-hús . Har sat ein maður á varðhaldi í ófriðartíð-um. Haðani sæst væl bæði norðureftir og suður-eftir. Vóru ófriðarskip at síggja, rann hann yvir íEysturskarð at glaða oman í bygdina.

Tú sært eisini nakað norður í Djúpini, Kals-oynna, Skarðsgjógv á Kunoynni og Leirvíksfjall.Har lá fyrsti koyrivegurin til Leirvíkar3. Omanmóti sjóvarmálanum liggur Varmakelda. Síðst í19. øld vóru tvær leirvíksgentur á veg til gonguúr Leirvík til Eiðis, har tær skuldu ferðast í 14dagar. Tá ið tað frættist av Eiði, at tær vóru on-gantíð komnar fram, varð leitað í øllum norðaraparti á Eysturoynni, og undir Varmakeldueiðifunnu tey nakrar ognarlutir hjá aðrari gentuni.Um tað mundið, mintust fólk í Fuglafirði seg athava sæð tvey hetlendsk skip undir Varma-keldueiði, og ein bát koma rógvandi inn til lands.Fólk fingu illgruna til skipið. Genturnar spurd-ust ongantíð aftur.

Tú fert nú at koma niðan á Trælavatn. Her erum sumrarnar eitt likkubøli. Norðan fyri vatniðkemur tú inn á gomlu varðagøtuna. Gøtan gong-ur eftir sløttum, men lendið er ójavnt og skur-slut. Javnfjart, einar 100 metrar sunnan fyri gøt-una ganga nakrir marknavarðar sum haga-mark4. Ansa eftir ikki at ganga skeivt!

Tá ið tú sært Skálafjørðin, heilt út á Toftavatn,og tú hevur Nólsoynna í baksýni, greinar gøtanseg sundur í tvey5. Gøtan vinstrumegin fer omaní Ánadal, og hin fer oman í bygdina í Skálafirði.

Varðarnir á gøtuni til Skálafjarðar síggjast vest-anfyri, við Reyðafelstindi6 í baksýni.

Tá ið tú gongur oman í Tundradal, er best atganga oman við ánni sunnarumegin (vinstru-megin). Hiðani sæst yvir á Øksnagjógv og Typp-afoss7 hinumegin dalin. Søgnin sigur, at hargoymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á Skála, lík-ini av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormurhevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað sam-vitskubit seinni og avdúkaði seg, tá hann róptihart í svøvni: »Klæðini liggja undir kvørnini ogkropparnir undir Typpafossi.«

Ein onnur søgn sigur, at í fyrndini vóru fýramenn úr Hattarvík, floksmenninir, sum ætlaðuat leggja allar Føroyar undir seg. Teir fóru harð-liga fram, men eina ferð vórðu teir tiknir ogdømdir at verða stoyttir oman av hægstu Vala-knúkum8. Dómurin varð framdur, og teir vórðugrivnir við Tingsteinin9 undir Valaknúkum.

Úr Skálafirði kanst tú halda áfram beinleiðis tilSelatraðar (sí túr nr. 5 á kortinum).

Úr Skálafirði koyrir leið 400 til Leirvíkar,Fuglafjarðar og Havnar. Leið 480 koyrir út áStrendur og til Selatraðar, leið 481 koyrir tilOyndarfjarðar.

Tíð: 2 tímar Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt niðaná úr Kambsdali,

síðani gongur gøtan eftir sløttum, inntil túfert at ganga oman móti Skálafirði.

Longd: 3,5 kmHædd: Upp í 373 m Kort: 511

KAMBSDALUR – SKÁLAFJØRÐUR

03

1

2 3

4

57

6

89

6

Page 7: Til gongu í Føroyum

7

Leið 440 koyrir av Toftum til Lambareiðis. Fert túvið leið 400 úr Fuglafirði ella Havnini, kanst túskifta til buss 440 í Søldarfirði, sum koyrir víðaritil Lambareiðis. Haðani hevur tú tveir møguleik-ar. Annar møguleikin er at ganga einar 700 met-rar móti bygdini Lamba til bygdagøtutalvuna,har tann gamla bygdagøtan byrjar1. Tú fert uppum trappustigan og gongur niðan við ánni. Taðer eitt sindur bratt at koma niðaná. Hin møgu-leikin er at fara eftir einum asfalteraðum vegi,sum gongur niðan til eitt grótbrot. Tann fyrstivarðin stendur niðri í bønum, umleið 75 metrarfrá skeltinum2. Haðani kanst tú eisini koma inn ágøtuna.

Tá tú er komin niðaná, hevur tú vítt útsýni útyvir Lambavík. Har strandaði danska skipið,Norska Løva, nýggjársaftan 1707. Skipið var áveg til Eysturindia og ódnarveður brast á. Teyvóru tá stødd vestur úr Suðuroyggjum (Hebri-dunum), og haðani róku tey til Føroya. Í dag erueingi spor at síggja eftir Norsku Løvu, mennakrir lutir av skipinum eru enn til. Í Havnarkirkju hongur skipsklokkan og eitt modell avskipinum, sum ein av manningini hevur gjørt.Tvey borð komu eisini av skipinum. Annað er íeinum bóndahúsum í Lamba, og ein stólur úrhesum tilfari er í savninum Blásastovu í Gøtu.

Tá tú hyggur suðureftir, sært tú varðarnarstanda á rað eitt langt strekki móti Rituvík. Vitganga ígjøgnum gamlar torvheiðar. Lendið erslætt og gott at ganga á.

Tá tú nærkast Rituvík, sært tú Nólsoynna íbaksýni. Tú sært suður á Eystnes, vindmylluna áSkarhæddini, Svangaskarð og á Streymoynnisært tú munnan til Kaldbaksfjørð.

Vallað lendi er at ganga á heilt oman til veginí Rituvík.

Leið 442 koyrir úr Rituvík.Ein annar góður og lættur túrur er eftir varða-

gøtuni millum Nes og Æðuvík, túrurin tekur eintíma.

LAMBA – RITUVÍK

04

1

2

Tíð: 2 tímar úr bygdini Lamba, 11/2 tími úr grót-brotinum.

Torleiki: Lætt. Eitt sindur tungt úr Lamba og niðaná,so er lættgongt allan vegin.

Longd: 5,3 kmHædd: 30 m – 243 mKort: 511 og 510

Page 8: Til gongu í Føroyum

Til Skálafjarðar koyrir leið 400 úr Fuglafirði, Leir-vík og Havn. Leið 480 koyrir av Strondum ogleið 481 úr Oyndarfirði.

Fyrst gongur tú eftir koyrivegnum gjøgnumbygdina Skálafjørð umleið tveir kilometrar, til túkemur til Innaru Ennisá1, norðan fyri eitt grót-brot. Her gongur tú upp. Ovast í brattanumgongur tú ígjøgnum eitt urðarkent lendi, Ennis-stíggj2. Her er umráðandi at halda seg til gøtunaog vara seg fyri leysum gróti.

Komin niðaná, gongur gøtan beint eitt langtstrekki. Lendið er fyrst grýtut, so er vallað, meneisini er mýrilendi, og her mást tú ansa tær ogikki ganga teg í blotar, tí tú kanst søkka djúptniður.

Her sært tú víða. Eystanfyri sært tú Støðlafjall,Gøtueiði, Borðoyarnes og Sigatind. Vendir tú tærá og hyggur norðureftir, síggjast høgu fjøllininorðanfyri á Eysturoynni, teirra millum Slætt-aratindur. Høgrumegin hevur tú Reyðafelstind,har tú týðiliga sært Eysturoyarsyllina ovast. Einkann ímynda sær tær veldigu náttúrukreftirnar,sum har hava virkað, tá ið grótbræðingin erkomin upp innan úr jørðini og hevur skotið seginn millum basaltfláirnar fyri meira enn 50 mill-iónum árum síðani.

Søgnin sigur frá um Orm bónda á Skála, sumvar ein illgerðarmaður og seyðatjóvur. Hannhevði dripið oyrarbóndan og son hansara, og tívarð hann dømdur at missa lív á Eysturoyartingi, Stevnuváli. Stevnuválur er ein heyggur viðánna inni millum Fjarða, einar 50-100 m sunnanfyri, har Heltnará rennur oman í Fjarðará. Tádómurin varð upplisin, flýggjaði Ormur bóndiog reið hesa somu leiðina, sum vit ganga. Mennfóru aftan á honum. Í brekkuni legðist hesturinfyri, og hann mátti halda fram til beins. Tá fekkein maður hann aftur á Selatraðskarði, kastaðiseg við knívi í hond eftir Ormi bónda og raktihann í hælsinuna, so hon kvettist av. Ormur

bóndi varð nú tikin, avrættaður og grivin viðStevnuvál, haðani síggjast kundi í allar teir haga-partar, sum hann hevði stolið í.

Tá tú hevur sneitt móti Selatrað, hevur túBorgarfelli vinstrumegin. Tú sært eisini yvir áStreymoynna, Sornfelli og Skælingsfjall vestan-fyri. Komin oman av slættanum, sært tú norðurgjøgnum Sundalagið og Hósvík. Eisini sært túsuður gjøgnum Tangafjørð, fjarðarmunnan íKollafirði, og norðastu húsini í Kollafirði.

Oman fyri bygdina Selatrað gongur gøtan nærteirri gøtuni, sum kemur av Skála. Ansa eftir ikkiat fara av gøtuni nú! Tú skalt halda teg til varð-arnar á gøtuni3 vestanfyri (høgrumegin). Tá túert komin oman móti bøgørðunum, fert tú umeina á, sum rennur við eina grótrætt. Har fert túum eitt portur og so oman móti bygdiniígjøgnum eina geil.

Bussur nr. 480 koyrir til og frá Selatrað.

SKÁLAFJØRÐUR – SELATRAÐ

05

2

3

1

8

Tíð: 31/2 tímaTorleiki: Miðal/tungt. Niðaná er bratt, tungt og drúgt

at ganga. Komin niðaná, verður gingið eftir toluliga sløttum. Vallað er oman til Selatraðar.

Longd í km: 7Hædd: Upp í 360 m Kort: 511 og 510

Page 9: Til gongu í Føroyum

9

Túrurin byrjar við Myllá, sum rennur norðan fyriMissiónshúsið í Hvalvík. Gingið verður fram viðánni, inn um eitt portur og so gjøgnum einagamla geil. Rás er fram við ánni norðanfyri. Ein-ar 200 metrar frá Hvalvíksgjógv1 er fyrsti varðin.

Tá tú ert komin um Eggjarmúla2, er frálíkt út-sýni inn gjøgnum Saksunardal, longsta dal ílandinum. Hiðani fylgir gøtan SEV linjuni heilttil Vestmannar.

Fyrsta gravkúgvin, ið varð keypt til landið,kom til Hvalvíkar. Hon var kallað Hvalvíks-kúgvin. Eina ferð vildu vestmenningar lænahana til eitthvørt arbeiði. Tá fóru teir við henniupp um Hvalvíksskarð eftir hesi somu gøtu.

Vit koma nú fram á ein varða, laðaður á einstóran stein – kallaður Kellingarsteinur3. Gøtangreinar seg sundur við næsta varða eftir Kelling-arstein – hin syðra fer til Kvívíkar og hin norðaratil Vestmannar.

Uppi á Hvalvíksskarði síggja vit yvir á Mýrar-nar og eina av teimum fyrstu byrgingunum hjáSEV, gjørd fyrst í 60 árunum og tríggjar vind-myllur frá 2003. Suðureftir er fjallarøðin viðEgilsfjalli, Goturshálsi, Sátuni og Skælingsfjalli,og á Vágalandinum síggjast Reynsatindur,Heldarstindur og Havnartindur.

Beint framman fyri okkum havavit Loysingarfjall. Frásøga er umeina smágentu í Vestmanna, ið varblivin burtur í bygdini og onga-staðni var at finna. Dagin eftir fannein seyðamaður hana ovarlaga áLoysingafjalli. Hon segði frá, at einmaður í hvítum klæðum hevði leittseg og givið sær at eta. Ongin kend-ist við henda mann.

Ein onnur frásøga er um einaunga neytakonu, sum var blivinburtur við Gjógvará4 í áarføri. Honhevði verið áhaldsin og fór eftir

ánni oman í tann stóra fossin. Ikki var hugsingurum, at hon kom livandi frá fallinum. Tá ið fólkheima við hús hoyrdu tíðindini, varð beinan-vegin farið at leita. Men onki lík funnu tey. Gent-an var ikki deyð. Nakin og illa fyrikomin lá honniðri í gjónni og neyðhelt sær á einum steini,meðan hon hoyrdi fólk rópa eftir sær. Hon tordiikki at gera vart við seg av ótta fyri huldufólkumog trøllum. Ikki fyrr enn dagin eftir, tá áarføriðvar hæsað av, tordi hon at nærkast húsum. Taðvar eitt satt undur, at hon kom frá hendingini viðlívinum.

Eftir varðunum og SEV linjuni kemur tú omanvinstrumegin Bjendalsgjógv5. Tá gøtan sneiðirsuðureftir, skal ein ansa sær, tí bratt er niðurfyri.

Tveir møguleikar eru at ganga oman í Vest-manna. Við byrgingarnar um Fossá greinar gøt-an seg sundur. Tú kanst ganga eftir koyriveg-num oman á Fjørð6 ella fara upp um ketuna hjáSEV, yvir um fyrstu byrgingina, halda fram eftirvarðunum og koma oman í Vestmanna fram viðGjógvará, har áðurnevnda neytakona varð burt-ur, og oman í Miðalsbrekku7.

Bussur nr. 100 røkir Vestmannaleiðina.

HVALVÍK – VESTMANNA

06

1

23

4

5

6

7

Tíð: 31/2 tíma oman á Fjørð6 í Vestmanna. 4 tímarum tú gongur oman við Gjógvará4.

Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt niðaná. Ansa tær við Bjendalsgjógv5 tí bratt er niðurfyri.

Longd: 10 kmHædd: Upp í 385 mKort: 411 og 311

Page 10: Til gongu í Føroyum

Farið verður frá Búnaðardeplinum1 í Kollfjarðar-dali. Tey, sum koyra við bussi, kunnu koyra viðleið 300 úr Vágum og leið 100 úr Vestmanna ellaHavnini. Bussarnir úr Vágum og Vestmannasteðga við statoilstøðina í Kollfjarðardali, har túskalt skifta buss. Eisini ber til at koyra við leið400 úr Fuglafirði, Leirvík ella Havnini. Steðgi-plássið2 er við tunnilsmunnan oman fyri Oyra-reingir. Haðani gongur tú eftir landsvegnummóti Búnaðardeplinum, umleið ein km, til túkemur til eitt portur vinstrumegin vegin. Fráportrinum gongur tú fyrst eftir einum dyrk-ingarvegi, til tú kemur til sjálva bygdagøtuna.

Oman í Kollfjarðardal við Búnaðardepilinrenna tríggjar áir, túrurin byrjar við mittastuánna, Brekká3, sum rennur norðan fyri Búnaðar-depilin. Gingið verður niðan við ánni og einkann hava varðan uppi á sýnini sum ýti.

Tá tú ert farin niðan um Oyggjarvegin4 ogstendur við tann fyrsta varðan5, sneiðir túnorðureftir.

Við annan varðan kemur tú til Skælingsvatn6.Vatnið hevur eisini havt onnur nøvn, og eitt avteimum er Nykatjørn. Tíðliga í tíðini hava fólkvarnast, at okkurt livandi og óvanliga stórt helttil í vatninum, og sum mannahugsan var, somátti tað vera nykurin. Nykurin býr í vøtnum oger ein skapningur, ofta líkur hesti. Frásagnir eruum fólk, sum hava roynt at fanga nykin, og havafingið ovurstór síl í gørnini. Soleiðis varð beintfyri nykinum og navninum Nykatjørn.

Tríggir hagar hava mark við vatnið: NorðariSkælingshagi, hagin uttan fyri húsini í Leynumog Heygshagi í Kollafirði. Fleiri gøtur koma sam-an her. Tær eru gamla Oyggjargøtan, gøtan, vitganga á úr Kollfjarðardali til Leyna og gøtan tilSkælings.

Fjallið norðan fyri Skælingsvatn eitur Sátan.Her síggja vit Streymoyarsyllina, og í homr-unum eigur havhestur.

Sunnan fyri okkum er Skælingsfjall. Fyrr varhildið, at tað var hægsta fjall í Føroyum, men táhæddin varð máld við framkomnum mátitólum,vísti fjallið seg at vera 100 m lægri enn tað hæg-sta. Siðvenja er at fara niðan á Skælingsfjall jóan-søkunátt at síggja sólina fara í kav, og nakrar tím-ar seinni rísa aftur.

Tá tú gongur longri, sært tú yvir á Vágalandiðvestanfyri og Koltur sunnanfyri.

Varðarnir ganga allan vegin oman í Leyna-bygd.

Leið 100 steðgar Frammi á Trøð á Stykkinum,beint eftir tað, at tú ert komin um brúnna.

Tíð: 21/2 tíma frá bussstegðiplássinum við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir.

Torleiki: Lætt/miðal. Úr Kollfjarðardali til varðan á sýninier eitt sindur tungt. Haðani er lættgongt.

Longd: 4,4 kmHædd: Upp í 260 mKort: 410

KOLLFJARÐARDALUR –LEYNAR

07

1

2

3456

10

Page 11: Til gongu í Føroyum

11

Leið 300 koyrir av Havnini til Sørvágs. Avtalaum at koma til Bíggjar við bussi skal gerastframmanundan við bussføraran og tann ferð-andi. Har koyrivegurin endar, einar 3 km vestanfyri Bíggjar bygd, byrjar gamla bygdagøtan.

Gásadalur hevur verið ein av mest avbyrgdubygdum í landinum. Ringt er at koma til bygd-ina sjóvegis, og ongin vegur hevur verið. Tí hev-ur henda gøtan verið einasta samband til aðrarbygdir, tá farið varð til handils ella onnur ørindi.Hóast tyrlan hevur flogið til Gásadals síðani1983, so hevur postmaðurin gingið upp um fjall-ið tríggjar ferðir um vikuna til februar 2003, táhol varð sprongt gjøgnum fjallið. Eftir ætlaniniverður tunnilin liðugur í 2005.

Fyrsta strekkið er gøtan brøtt, og gongur tættúti við eggina1. Gakk tí sera, sera varliga og fylgpelunum, men gloym tó ikki at njóta tað framúr-skarandi útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm,Gáshólm og Mykines.

Í Gásadali er ongin kirkja, tí er gudstænasta oglestur í skúlanum. Kirkjugarðurin er frá 1873.Fyri tað vórðu fólk grivin í Bø. Kistan varð borinupp um fjallið til Bíggjar. Ógvuliga tungt var atganga, og tað einasta staðið, har berararnirhvíldu, var við Líksteinin2, sum tú kemur tilmiðskeiðis á ferðini.

Longri frammi kemur tú til Kelduna Vígdu3.Søgur siga frá um eitt pinkubarn í Gásadali, iðvarð vorðið ógvuliga sjúkt og mátti til læknan íBø. Á veg til Bíggjar versnaði barnið, og tað stóðum lív. Sambært kristnari trúgv missir tú sálar-innar frelsu, doyrt tú ódoyptur. Tískil vígdiprestur, ið var við í ferðini, í skundi kelduna ogdoypti barnið.

Tá tú heldur fram á ferðini, sært tú Risaspor-ið4. Søgnin sigur frá um tveir risar. Annar búði íGásadali og hin í Mykinesi. Eina ferð vóru teirkomnir til ilnar, og gásadalsrisin ætlaði sær út tilMykines at fáa gjørt av trætuna. Tá gjørdi gása-

dalsrisin sær renningarlop eftir fjøllunum, og íeinum lopi kom hann út í Mykines. Hann spentiso fast í vøllin, at sporið sæst enn tann dag í dag.

Av Skarðinum snýr gøtan sær oman fjallasíð-una til bygdina. Ansa eftir tí leysa grótinum!

Í bygdini eru miðaldartoftirnar Uppi við Garðog Gæsutoftir.

Til ber at flúgva úr Gásadali við tyrlu tríggjarferðir um vikuna. Ætlar tú tær við tyrlu heim aft-ur, mást tú frammanundan bíleggja pláss hjáAtlantsflogi.

BØUR – GÁSADALUR

08

1

23

4

Tíð: 21/2 tíma annan veginTorleiki: Tungt. Bratt og tungt er at ganga niðan Gása-

dalsbrekkuna. Somuleiðis er bratt niðan úr Gásadali. Ansa eftir leysum steinum á gøtuni!

Longd: 3,5 kmHædd: 100 - 434 mKort: 210

Page 12: Til gongu í Føroyum

Leið 300 koyrir úr Sørvági og úr Havnini. Tú fert úr bussinum við løgreglustøðina1 í

Miðvági og gongur fyrsta strekkið gjøgnumbygdina suðureftir, til tú kemur til hagaportrið.Meðan tú gongur í bygdini, sært tú eystur áTrøllkonufingur. Tað er ein stakkur sandavágs-megin. Tú kemur nú til hagaportrið2, har gøtanbyrjar. Henda gøtan er ikki bygdagøta, mengomul torvgøta, sum fólk nýttu, tá tey fóru atskera torv. Tú gongur fram við nógvum torv-heiðum og niðurdotnum kráum. Ongir varðareru á gøtuni.

Vatnið er størsta vatn í Føroyum. Tað verðurkallað bæði Leitisvatn og Sørvágsvatn, menflestu vágafólk kalla tað Vatnið.

Fleiri frásøgur eru um tey fornisku við Vatnið.Á leiðini úr Miðvági til Sørvágs skuldi vera einhulduheyggur. Eina ferð bjóðaði ein huldukonapresti inn í heyggin. Har skuldu vera nógv trøllinni. Tá prestur, sum dugdi meiri enn at mataseg, fór haðani, læsti hann heyggin, so hann ikkikundi latast upp aftur. Tá skuldi tað bæði rína oghvína innanfyri.

Nykur hevur eisini verið við Vatnið. Nykuriner ein skapningur, ofta líkur vøkrum hesti, oghann býr í vøtnum. Hann lokkar fólk til sín, ogso dregur hann tey við sær til botns í vatninum.Eina ferð vóru børn farin at spæla við Vatnið. Tákom nykurin í skapilsi av einum stórum hestioman til teirra, og tey fóru upp á bakið á honumat spæla. Minsti drongurin, sum ikki var sloppinuppá, rópaði bangin á beiggja sín, Niklas: »Nikabeiggi« (hann dugdi ikki rættiliga at tosa enn).Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið hann rópti,misti tá megi sína og hvarv, og børnini vórðubjargað. Nykurin missir alla sína megi, tá hannhoyrir navn sítt nevnt.

Úti í Svanga3 er nógvur fuglur um summarið. Trælanípa er meitilberg, sum stingur seg steyr-

rætt 142 metrar upp úr sjónum. Navnið skal hon

hava fingið, tí søgnin sigur at trælir vórðu stoytt-ir oman her í víkingaøld. Her skalt tú ansa eftirikki at ganga teg útav. Hiðani sæst tað syðsta áStreymoynni, Hestur, Koltur, Sandoyggin, Skúv-oyggin og Suðuroyggin.

Tá tú kemur heilt út at tromini við Bøsdala-foss, sært tú eina av teimum mongu leivdunum íVágum, sum bretar løgdu eftir seg eftir annanheimsbardaga.

Er Bøsdalaá ikki stór, sleppur tú turrskødd/uryvirum. Tá kanst tú ganga niðan á eitt skarð, harfrálíkt útsýni er yvir Geituskorardrang. Tú særteisini Sørvágsbjørgini, Mykines og Mykines-hólm, og hyggur tú suðureftir, síggjast Sand-oyggin, Skúvoyggin og Suðuroyggin.

Heimaftur gongur tú eftir gøtuni niðri viðVatnið somumegin sum tá tú gekst út. Gøtangongur at enda gjøgnum eina rætt4.

Leið 300 hevur fimm steðgipláss í Miðvági.

Tíð: 2 tímar aftur og framTorleiki: Lætt. Tú gongur so at siga eftir sløttum

heilt út til fossin, haðani tú sært víða.Longd: 5 km aftur og framHædd: 30 m – 100 m Kort: 309

MIÐVÁGUR – BØSDALAFOSSUR

09

1

24

3

12

Page 13: Til gongu í Føroyum

13

Túrurin byrjar úti á Krossinum, har Velbastað-vegurin og vegurin oman til Sandá møtast. Harer gøtan til Kirkjubøar.

Fyrst gongur tú niðan brekku. Her sæst far-vegurin eftir eini rossagøtu, sum tey eina ferðfóru at gera og eftir ætlan skuldi binda Havninaog Velbastað saman.

Hon varð tó ongantíð liðug. Tá tú næstan ertkomin niðaná, er ein stórur steinur einar tveirmetrar frá einum varða. Gamalt var ikki at gangaímillum varðan og steinin, tí so skuldi túdoyggja, áðrenn árið var liðið.

Komin niðaná, og um tú vendir tær við, hevurtú eitt gott útsýni yvir Havnina og alla Nóls-oynna. Tá tú fert aftur til gongu, rundar túReynsmúlan og kemur til Reynsmúlalág.Framman fyri teg hevur tú eisini tvey smá vøtn,har ofta nógv rita er. Fylgir tú varðunum, sært túein talarastól1 laðaður úr gróti. Seinastu 120 árinihava fólkafundir verið hildnir á hesum staði viðveittrandi fløggum, tjóðskaparligum røðum ogfosturlandssangum yrktir til høvið. Tú kanstímynda tær, hvussu mannamúgvan hevur sitið íbrekkuni framman fyri talarastólin og lýtt á Jó-annes bónda, sum var ein av undangongumonn-unum í føroysku tjóðskaparrørsluni.

Gøtan heldur fram suðureftir. Á leiðini sært túVelbastað, og tú hevur eitt stórfingið útsýni yvirSandoynna, Hest, Koltur og Vágar. Søgnin sigurfrá um Magnus, ein ungan mann í Koltri, sumfríggjaði til eina gentu í Hesti. Pápi gentuna vildiikki vita av, at tey komu saman. Tí møttust tey íloynd. Hann svam um sundið á kyrrindum, varsaman við gentuni, og tá streymurin aftur var tilvildar, svam hann aftur til Kolturs. Hetta varnað-ist pápi gentuna, og tað dámdi honum illa. Einaferð, tá Magnus kom upp á land, stóð pápin fyrihonum við øks og hótti við at drepa hann. Fríggj-arin var nú noyddur at venda aftur, og tá spurd-ist einki aftur til hansara. Óivað hevur streym-

urin tikið hann og ført hann til havs. Søgninsigur eisini, at eftir hetta, tók tað serliga rákið segupp á Kolturssundi, ið nevnt verður Grísarnir.Hetta skuldi vera í hevnisøku.

Tá tú nærkast Kirkjubø, sært tú ein hólm,Kirkjubøhólm, sum hevur verið landfastur ogpartur av bygdini. Úti á hólminum síggjast enngamlar húsatoftir.

Gøtan gongur nú so líðandi oman móti bygd-ini og endar við rulluportrið einar 50 metrar fráteimum fyrstu húsunum.

Bussur nr. 101 koyrir millum Kirkjubø ogHavnina.

TÓRSHAVN – KIRKJUBØUR

10

1

Tíð: 2 tímarTorleiki: LættLongd: 7 kmHædd: 100 m - 230 mKort: 408, 508 og 509

Page 14: Til gongu í Føroyum

Av Havnini siglir Ritan av Bursatanga við Eysta-ruvág út til Nólsoyar.

Túrurin byrjar við vegin, sum gongur úr Nóls-oyar bygd, suðureftir. Beint innan fyri bøgarðingongur tú fram við einum øki við nógvum toftumúr eldri tíð. Hetta er ein gomul búseting, ið nevn-ist Korndalur1. Ein av toftunum vinstrumegin, erPrinsessutoftin. Søgnin sigur frá um eina kongs-dóttur, ið var komin til ilnar við pápa sín, tí hannvildi ikki kennast við mannin, sum hon hevðikosið sær og var vorðin við barn við. Tey flýddu,komu til Nólsoyar og settu búgv í Korndali.

Stutt uttan fyri bøgarðarnar sæst farvegurin eft-ir teirri gomlu vatnleiðingini. Henni skalt tú fylgjatil gamla vatnbrunnin2. Har taka varðarnir við, ogskjótt fert tú at ganga niðan brekkuna fyri vestaná oynni. Har tú gongur upp, er eitt stað, har fólkfyrr krógvaðu seg fyri sjórænarum, kallað »Uppi íSkipi«.

Komin næstan niðaná, er Hvíliplássið3. Vanligter at hvíla seg her. Vit síggja Norðuroyggjar, inn áSkálafjørðin, Sundalagið, alla Havnina og eittsindur av Sandoynni. Eitt sindur syðri, áKaginum4, er sera gott útsýni suðureftir. Navniðkemur av, at fólk í ófriðartíðum, hava gingið fráskýlum í oynni og higar at kaga, um ófriðarskiplógu á víkini.

Ansað væl eftir blotum undir Longubrekku5.Við Kolturskeldu6 sæst Koltur daga fram und-

an Reynsendanum.Úti á Borðuni gongur gøtan gjøgnum gamlar

torvheiðar. Varðar eru allan vegin út til Nólsoyarvita á Tumbanum. Tá tú gongur, kanst tú eisinihava sum ýti tvær mastrar7, sum stinga seg upp,har vitahúsini standa. Eitt sindur norðan fyri hús-ini bygdu bretar tvey hús, tveir sonevndarattrapar, fyri at villleiða týskararnar undir kríg-num.

Nólsoyar viti var bygdur frá 1892-93. Linsutól-ið er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum.

Linsan er 2,82 m høg og vigar umleið 4 tons. Einsog vitin, so eru vitahúsini eitt vala bygningsverk.Tey eru laðað úr høgdum gróti, og oman fyri hús-ini sæst staðið, har teir hava tikið grótið. Húsinieru bygd til trý húski. Tá flest fólk búðu úti áBorðuni, vóru 10 børn. Á Borðuni skiftust tey viðNólsoyar bygd at hava skúla. Nú býr eingin úti áBorðuni, men vitapassararnir ganga higardagliga. Úti fyri vitanum sært tú drangin Kapilin.

Til ber eisini at ganga oman í Stallin8. Stalluriner lendingin, har alt, sum varð ført út á Borðuna,varð uppskipað. Men eisini hava nólsoyingar førtnógv torv sjóvegis um Stallin. Navnið Stallurinkemur av, at bátarnir kundu liggja lið um lið einsog ross í einum stalli.

Á vegnum heim aftur mást tú vera varin oghalda teg til varðarnar, fyri ikki at villast, tá tú fertat ganga oman brekkuna. Har standa tveir varðartætt saman. Hin norðari er Omansneiðingarvarð-in9. Hann vísir tær, nær tú skalt sneiða oman.

Tíð: 5 tímar aftur og fram. 15 min. oman í Stallin.Torleiki: Miðal. Niðan á Hvíliplássið3 er bratt. Síðani er

slætt út á Borðuna.Longd: 6 km út til Nólsoyar vita og haðani 800 m

vestur í Stallin.Hædd: Upp í 200 mKort: 508 og (509, bert gamla gøtan er merkt á )

NÓLSOY – BORÐAN

9

1

2

3

4

6

7

8

11

5

14

Page 15: Til gongu í Føroyum

15

Úr Havnini koyrir bussur 101 til Gomlurætt.Haðani siglir tú við Teistanum til Skopunar. ÚrSkopun koyrir tú við leið 601 móti Dali og fert úrbussinum við Guðrunarløk1.

Tú kanst eisini fara við leið 600 móti Skálavíkog biðja um at verða settur av við krossveginSkálavík/Húsavík, og so ganga 200 metrar mótiHúsavík til Guðrunarløk, sum rennur við einarætt við vegin.

Av Guðrunarløki til Skarvanes.Gingið verður frá rættini við Guðrunarløk framundir rókunum sunnanfyri. Undir rókunum erRuntaurð2. Søgnin sigur, at Runti var seyða-tjóvur, sum krógvaði seg har. Jóladag hevði hannhættað sær út úr sínum skýli at kóka sær eitt-hvørt til matna, eftir sum hann ikki helt fólk veraúti tá. Men so var ikki. Hann varð sæddur ogtikin.

Eitt stutt petti longri frammi við gøtuna komavit til Klovnastein3. Tað eru tveir steinar, sumstanda soleiðis, at teir tykjast at vera ein, sum erklovin. Gamalt var, at ein skuldi ikki ganga ímill-um teir, tí so skuldi ein doyggja, áðrenn árið varliðið.

Gev tær far um, at lendið, her vit ganga, erugamlir torvheiðar.

Tá tú hevur sneitt suður um Líðarrøkur4, fáavit eitt vakurt útsýni yvir Dunjavatn5, við Stóruog Lítlu Dímun og Suðuroynni í baksýni. Eisinisíggja vit Salthøvda og Sands bygd. NorðanvertStóru Dímun er Øssursdrangur, nevndur eftirØssuri Havgrímssyni, høvdingi í víkingaøld,sum Sigmundur Brestisson drap í valdstríði.Sunnan fyri drangin er Grønaskor. Øssur bað umat verða grivin, soleiðis at høvdið vendi mótiGrønuskor. Er sýnið gott, sæst heilt til Mykines.Høgrumegin er Skúvoyggin. Í Skúvoy er vakurtog áhugavert at ganga út á Høvdan til Fagradals.

Oman fyri Skarvanes verður farið inn um tað

liðið, ið er nærri ánni. Gakk oman millum ánnaog SEVmastrina og ikki gjøgnum bøin.

Av Skarvanesi til Dals.Á Skarvanesi eru tveir vegir, ið ganga javnfjarð-ir. Far suður eftir tí ovara. Vegurin endar við einniðurdotnan grótgarð, uttan fyri hann byrjar gøt-an til Dals. Um Dalsrók6, umleið ein hálvan kilo-metur frá Skarvanesi er eitt stutt petti eitt sindurbratt niðurfyri. Annars gongur gøtan so líðandiniðaneftir til Handasta Varða7. Meðan tú gongurniðan til Handasta Varða, sært tú høgrumegin útyvir eitt stórt mýrilendi og Vatnsdalsvatn. Eftirsíðsta varða í Dali, verður gingið eftir koyri-vegnum oman í bygdina.

Leið 601 koyrir úr Dali til Skopunar.

GUÐRUNARLØKUR – SKARVA-NES – DALUR

12

1

23

4

5

6

7

Tíð: 3 1/2 tímaTorleiki: Lætt til Skarvanesar, miðal til DalsLongd: 7,5 kmHædd: Upp í 100 m (300 m til Dals)Kort: 506

Page 16: Til gongu í Føroyum

Leið 702 koyrir úr Sandvík og av Tvøroyri tilHvalbiar.

Gøtan byrjar á Fitjunum vestan fyri Nes íHvalba. Fyrst gongur tú fram við stikinum mill-um bøin og hagan niðan á Lítla Hamar1. Uppi áhamrinum er ein steinløgd gøta, sum nú er vall-að. Hon eitur Prestgøta, helst tí, at hon er sobreið, at ongantíð var neyðugt hjá presti at faraav hestinum. Gøtan gongur niðan í Káragjógv,har Kári prestur segðist detta oman. Upp gjónnaer gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør atganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at komaupp á fjallið.

Komin uppá sært tú Hvalbiarfjall frammanfyri tær. Gongur tú eftir varðunum, er fyrstahøvdin, tú kemur til, Lítli Íslendingur2 og beintvestanfyri eru Sigmundarsteinar3. Teir eita Sig-mundur, Tórður og Einar. Gongur tú millumteirra, verður tú antin gamal í stundini, ellagongur tú ikki av árinum. Søgnin sigur, at Sig-mundur Brestisson hevur borið steinarnar niðanhigar. Sigmundur var víkingahøvdingi og erkendur úr Føroyingasøgu. Hann búði í Skúvoyumleið ár 1000. Størsta bragd hansara var atsvimja úr Skúvoy til Sandvíkar – tað mesta avteininum við tveimum monnum á bakinum.

Komin niðan á Íslending4, eina høvd við varð-an, ið stendur hægst, er stórsligið útsýni. Hiðanisíggjast Dímunarnar báðar, Skúvoyggin, Sand-oyggin eystanfyri. Vestanfyri sæst ein partur avHvalbiar bygd, Norðbergsvatn, Norðbergseiðiog Grímsfjall í baksýni. Slætt er nú at ganga suð-ur á Mannagjógv. Triði varðin eftir Miðjufjallihevur sína egnu søgu. 1. desember 1917 fór einhvalbingur av Tvøroyri til Hvalbiar. Veðrið vargott, men tá hann hevði gingið eina góða løtu,kom kavaódn á hann. Hann tordi ikki at haldaáfram, men steðgaði við henda varðan. Fyri athalda hitanum fór hann at taka varðan niður oglaða hann upp aftur í teirri vón, at fólk skuldi

koma at leita eftir honum. Eftir drúgva tíð, tá iðhann hevði mist vónina um at fáa hjálp og hevðisett seg, komu menn fram á hann og fingu hanní øllum góðum til Hvalbiar.

Hálva leið millum Hvalba og Mannagjógvhevur tú eitt einastandandi útsýni yvir Vatnsdalog Vatnsdalsvatn við tveimum hólmum. Har ernógvur fuglur.

Av Mannagjógv gongur gøtan oman til Trong-isvágs.

Leið 702 koyrir úr Trongisvági til Sandvíkar,Tvøroyrar og Drelnes.

Tíð: 2 tímar Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt upp Káragjógv. Haðani

er lættgongt. Túrurin er ikki vælegnaður fyri fólk, ið eru bangin fyri hæddum.

Longd: 6,5 kmHædd: Upp í 350 mKort: 403 og 503

HVALBA - TRONGISVÁGUR

13

1

2

3

4

16

Page 17: Til gongu í Føroyum

17

Leið 700 koyrir úr Sumba, Vági og av Tvøroyri tilØravíkar. Leið 703 koyrir úr Fámjin og Froðba.

Í Øravík gongur tú fyrst einar 100 m eftir vegnumtil Fámjins. Vinstrumegin er ein vegur. Tá tú hevurgingið knappar 200 m niðan eftir honum, kemur tútil hagaportrið. Hiðani sæst niðan á Mannaskarð,har gøtan eisini gongur.

Gøtan gongur fram við Tinggilinum Upp millumStovur1, har hildu suðuroyingar í gomlum døgumting. Landslagið her, nevnt dysjar, er sermerkt viðgilum og hvøssum ryggum. Eisini er Tingborðið ogsøgnin um húskallurin í Hvalba, Snæbjørn. Hannvarð dømdur fýra ár at arbeiða í jarni á Bremer-hólmi, fyri at hava keypt unnustu síni turriklæðiumborð á loynikeypsskipi. Snæbjørn var ónøgdurvið dómin og ætlaði at sláa dómaran kaldan, menrakti fútan so at hann doyði. Snæbjørn flýddi avtingstaðnum, og livdi leingi friðleysur ymsastaðni íSuðuroy.

Drúgt er at ganga úr Tinggilinum og niðan áMannaskarð. Síðsti teinurin er grýtutur, verð varin,so at steinar ikki fara á rull! Uppi á Mannaskarði erfrálíkt útsýni yvir Dalin, Vatnsnes og Bessavatn. HarHovsá rennur úr Vatnsnesi, bygdi SEV í 60 árunumeina byrging og boraði ein tunnil úr Vatnsnesi ogoman í Botn2 til SEV verkið í Vági. Tey ala laks og sílí vatninum. Tú sært røðina, sum har suðuri gongurúr Vágfelli. Síðani kemur Vágsskarð, sum hendagøtan eisini gongur um, og Hvannafelli. Á høgruhond hevur tú Borgarknapp sum líkist eini miðald-arborg. Fýra kommunur hava mark í Borgarknapp:Hovs, Porkeris, Vágs og Fámjins kommuna.

Millum vøtnini gongur gøtan eftir Vatnaryggi3.Umframt at har er nógvur heiðafuglur, so skuldivera tiltikið nógv huldufólk her. Hovbingar høvdugott samband við tey fornisku, og ein hovbingursegðist hava fingið børn við eini huldukonu. Eindagin hovbingurin og kristni sonur hansara vóru útat rógva, bjargaðu mamman og huldusynirnir teim-um. Eystanfyri (vinstrumegin) gøtuna á Vatnaryggi

er Ærgidalur4. Har hevur Føroya Fornminnissavngrivið út húsatoft, sum er partur av einum ærgi(sæter á norskum) úr víkingaøld. Tá var vanligt, atfólk búðu í haganum um summarið, meðan neytinilógu úti. Í Hovi var í víkingaøld gudahov, - halgi-dómur, har tey blótaðu, tað er at ofra til norrønugudarnar.

Søgnin sigur, at skálkurin Snopprikkur reið eftirhesi gøtuni til Hvalbiar undan laðangarðsbónda-num. Snopprikkur hevði stolið bóndans hest íSumba.

Tá tú ert komin um Vágsskarð, gongur gøtan solíðandi omaneftir, til tú kemur til Hvannadal5. Harer eitt sindur bratt at ganga oman. Varðarnir gangaoman til Hvanndalsá. Eystan fyri ánna, einar 50 moman fyri har, sum tú fert um hana, er eitt byrgi. Taðer eitt inngirt hagastykki, sum fyrr varð nýtt tilfremmandan seyð, sum skuldi hagfestast (venja segvið hagan). Tú gongur oman til Vágs vestan fyri við-arlundina. Gev tær far um farvegin eftir ein gamlangrótgarð niðri við ánna. Úr Vági koyrir leið 700 tilSumbiar og Tvøroyrar.

ØRAVÍK – VÁGUR

1

25

34

14

Tíð: 4 tímarTorleiki: Tungt. Tungt er at ganga niðan á Mannaskarð

og Vágsskarð. Komin niðaná er lættgongt.Longd: 6,6 km Hædd: 30 m - 420 mKort: 503 og 502

Page 18: Til gongu í Føroyum

18

HENTAR ADRESSUR

NorðuroyggjarNorðoyar KunningarstovaFO-700 KlaksvíkTel 456939Fax 456586 [email protected]

EysturoyKunningarstovan í SaltangaráFO-600 SaltangaráTel 449449Fax [email protected]/eysturoy

Kunningarstovan í FuglafirðiFO-530 FuglafirðiTel 444860Fax [email protected]/eysturoy

Streymoy, Nólsoy, Hestur og Koltur KunningarstovanNiels Finsens gøta 13FO-100 TórshavnTel 315788/227039Fax 316831www.visittorshavn.fo [email protected]

Aldan Ferðaráð Føroyaundir Bryggjubakka 17, P.O.Box 118, FO-110 TórshavnTel +298 355800, fax +298 [email protected]

Vágar - MykinesVága KunningarstovaFO-370 MiðvágiTel 333455Fax [email protected]

Sandoy, Skúvoy og Stóra DímunSandoyar KunningarstovaFO-210 SandiTel 361836/222078, fax 361256www.visitsandoy.fo [email protected]

SuðuroySuðuroyar Kunningarstova á Tvøroyri FO-800 TvøroyriTel 372480Fax [email protected]

Suðuroyar Kunningarstova í Vági FO-900 VágiTel 374342Fax [email protected]

Almennur flutningurStrandfaraskip Landsins Yviri við Strond 4, P.O.Box 88, FO-110 TórshavnTel 343030, fax [email protected]

Atlantic Airways (tyrlan)Flogvøllurin í Vágum, FO-380 SørvágiTel. 341060, fax [email protected]

KunningardiskurinKunningardiskurin á Flogvøllinum FO-380 SørvágiTel 353300/216868, fax [email protected]

Page 19: Til gongu í Føroyum

TúrfyriskipararMB-toursTel 322121, fax [email protected], www.mb-tours.com

Faroe Trekking Tel 320404 www.trekking.fo, [email protected]

Ferðaleiðarafelagið Tel 22 32 49

GreenGate IncomingTel 350520, fax [email protected], www.greengate.fo

Smyril-Line IncomingTel 345900, fax [email protected], www.smyril-line.fo

Flogfelag Føroya IncomingTel 332955, fax [email protected], www.flogfelag.fo

Aðrir fyriskipararNógvir einstakir túrar verða fyriskipaðir kring landið,eitt nú út á Stakkin og aðrastaðni. Kunning um túrarfæst á www.kunning.fo og á kunningarstovunum. Íøkisfaldaranum fært tú eisini eitt yvirlit yvir ymsarfyriskipaðar túrar.

GongufeløginiGongufeløg eru knýtt at flest øllum kunningar-stovunum í Føroyum. Feløgini skipa fyri gongutúrumkring allar Føroyar, og øll eru vælkomin at melda segsum lim. Ert tú limur í einum gongufelag, kanst túmelda teg til túrarnar hjá hinum gongufeløgunumkring landið. Eitt minni gjald er knýtt at einstøkutúrunum.

Page 20: Til gongu í Føroyum

01

02

03

04

05

06

0708

09

10 11

12

13

14

Vegur

Tunnil

Undirsjóvartunnil

Tunnil í gerð

Ferjur

N

S

EV

Page 21: Til gongu í Føroyum

Pløgg og útgerðKlædna- og ítróttahandlarnir kring landið hava stórtúrval av útgerð. Meiri fæst at vita um teir á kunning-arstovunum.

Føroyskar sagnirÍ faldaranum verður víst á nakrar sagnir, ið hava sam-band við gongutúrarnar. Staðkend fólk og ferðaleið-arar duga at siga frá sagnum, og á bókasøvnum kringlandið ber til at læna bøkur um søgur og sagnir íFøroyum. Bókasølurnar selja eisini bøkur við sagnumog søgum úr Føroyum.

Bókahandlar sum selja føroyakort

H.N. Jacobsens Bókhandil, TórshavnTel 311036

SMS, Bókasølan, TórshavnTel 319575

Hjalmar Jacobsens Bókahandil, TórshavnTel 311584

Bókabúðin, SaltangaráTel 449292

Alfabókahandilin, KlaksvíkTel 455533

Leikalund, KlaksvíkTel 457151

Eldhús, SandurTel 36 10 02

Suðuroyar Heimavirki, VágurTel 373960

Kunningarstovurnar selja eisini kort.

Page 22: Til gongu í Føroyum

Ferðaráð Føroyaundir Bryggjubakka 17 · Postsmogu 118 · FO – 110 TórshavnTel 355800 · Fax 355801 · [email protected] · www.tourist.fo

www.visit-faroeislands.com