Keyp Føroyskt

20

description

20 síður av spennandi innihaldi um føroyska framleiðslu. Alt sampakkað í eina snøgga avís. Ein áhugaverd grein er skrivað um hvørja av fyritøkunum handan Keyp Føroyskt átakið. Tey sleppa hvør í sínum lagi, at lýsa egið virksemi og týdningin av, at føroyingar keypa føroyskt.

Transcript of Keyp Føroyskt

Page 1: Keyp Føroyskt
Page 2: Keyp Føroyskt

Endamálið við Keyp føroysk-átakinum er at fáa okkum øll at gerast meiri tilvitað um at keypa okkara egnu framleiðslu. Hetta er eisini eitt rák, vit síggja í londunum rundan um okkum, har lokalframleiðsla vinnur fram og verður vald fram um innfluttar vørur. Íslendingar hava t.d. við politiskum átøkum og mark-naðarátøkum megnað at fingið íslendingar at keypa íslendskt.

Føroysk framleiðsla fevnir um vørur, ið eru framleiddar við før-oyskari vitan, vørumenning, serførleikum, handverki ella sniðgávu.

Hví keypa føroyskt?Hvørja ferð tú leggur eina av teimum mongu Keyp føroyskt-vørunum í kurvina, gert tú samstundis Føroyum og tær sjálvum eina tænastu. Títt keyp stimbrar viljan og førleikarnar at fram-leiða enn fleiri, fjølbroyttari og betri vørur til tín av velja ímillum.

Og jú fleiri ið gera tað sama, jú størri verður vinningurin fyri okkum øll.

Tá tú velur eina vøru, sum er merkt við „Keyp føroyskt“-frámerki-num, veitst tú, at vøran er føroyskt framleidd. Tað merkir, at før-oysk arbeiðsmegi, tøkni, handverk, vitan og hugskot eru brúkt at menna, framleiða og virðisøkja vøruna. Keyp við hjartanum, keyp føroyskt!

Higartil eru 14 føroyskir framleiðarar við í Keyp føroyskt- sam-takinum við hópin av vørubólkum.

Les meira á keypforoyskt.fo ella fylg kjakinum á www.facebook.com/keypforoyskt

Page 3: Keyp Føroyskt

Sum landsstýrismaður í vinnumálum hevur tað týdning fyri meg, at føroyskar fyritøkur hava góðar karmar at virka í, so tær kunnu klára seg í altjóða kappingini. Tó so er tað at keypa før-oyskar vørur ikki eitt endamál í sær sjálvum. Heldur er tað ynski-ligt, at vit keypa føroyskar vørur, tí tær eru kappingarførar í dygd og prísi. Vit skulu tí eisini seta krøv til vørurnar og fyritøkurnar við tí endamáli at fáa enn betri vørur. Føroyskar fyritøkur vita eisini væl, at um tær skulu standa seg í kappingini, mugu tær framleiða eins góðar vørur sum kappingarneytarnir í útlondum.

Vit liva í einum heimi, har útboðið av vørum og tænastum fer tvørtur um landamørk. Marknaðurin hjá føroyska brúkaranum er ikki einans Føroyar. Marknaðurin fevnir út um landoddarnar. Við internetinum hevur føroyski brúkarin lætta atgongd til globala marknaðin, har hann skjótt kann samanbera útboðið í Føroyum við tað í øðrum londum. Tí er føroyski brúkarin tilvitaður um, hvørjar vørur og tænastur fáast aðrastaðni og fyri hvønn prís. Hetta setir størri krøv til føroyskar fyritøkur at vera kappingar-førar, bæði tá tað snýr seg um prís og dygd.

Føroyski marknaðurin hevur nøkur eyðkenni, sum gera tað avbjóðandi at framleiða vørur í Føroyum til føroyska brúkaran.

Vit eru fáment, og marknaðurin er tískil lítil. Kostnaðarstøðið er høgt og kappingin frá útlendskum veitarum er sera hørð. Men sjálvt undir hesum fortreytum eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum bjóða seg fram við einum góðum úrvali av dygdarvørum.

Um tað skal eydnast føroyskum fyritøkum at bjóða sínar vørur fram á útlendskum marknaðum, er tað ein avgjørdur fyri-munur, at vørurnar eru royndar á heimamarknaðinum. Roynd-irnar, sum fyritøkurnar fáa við at selja til kræsna føroyska brúk-aran, eru virðismiklar fyri framleiðarar, soleiðis at hesin kann tillaga vøruna til brúkarar í øðrum londum.

Samfelagsliga hevur tað eisini jalig árin, um vit brúkarar keypa føroyskar vørur. Tað er ikki bara fyritøkan, sum framleiðir vøruna, sum fær nakað burturúr, men eisini føroyska samfelagið.

Økist framleiðslan av føroyskum vørum, skapa vit fleiri størv og gerast hesi størv eisini tryggari fyri einstaka arbeiðstakaran. Somuleiðis verða nýggj størv skapt til menning og marknaðar-føring av vørunum – bæði til heimamarknaðin og til útflutnings-marknaðirnar. At vørurnar verða virðisøktar í Føroyum av før-oysku arbeiðs megini kemur tí øllum til góðar.

Page 4: Keyp Føroyskt

„Føroyskur bakstur er handverk og smakkur. Og onki er so gott sum at fáa nýbakað. Tá tú keypir bakstur frá føroysku bakaru-num, so veitst tú, at tú fært ta ektaðu føroysku vøruna.“ Soleiðis verður Bakarafelagið lýst í lýsingini hjá teimum. Men hvat er Bakarafelagið? Hvør er handan Bakarafelagið? Og hví er Bakara-felagið til? Slíkar spurningar høvdu vit, tá ið vit settu Sofusi T. Hansen, stjóra í Sp/f Miðberg Bakarí, stevnu.

„Bakarafelagið er áhugafelag ið er ein samanrenning millum 9 bakarar í Føroyum. Hóast vit í tí gerandisliga eru kappingar-neytar, so hava vit eisini felags avbjóðingar og áhugamál, og tí er tað snilt at taka seg saman í eitt felag,“ greiðir Sofus frá. Felagið hittist eina ferð árliga, har ið limirnir hava møguleika at sparra og viðgera ymisk viðurskifti.

Bakaríini fækkaGóðu, gomlu bakaríini hava tað trupult í hesum døgum, ikki bara í Føroyum, men um allan heim. Tað er sigandi at hugsa sær, at fyri 30 árum síðan vóru 3.000 bakarí í Danmark, men í dag eru tað bert eini 600 bakarí eftir. Og niðurgongdin sæst eisini í Før-oyum. Men við at keypa frá tínum bakaríi í dag, tryggjar tú tí samstundis lív í morgin.

Ein av stóru avbjóðingunum er fyribrigdið Bake off, hetta, at frystur, útlendskur bakstur verður innfluttur til Føroya, og verður upphitaður í handlum har tað fæst. „Bake off hevur tann fyri-munin, at tað kennist sum nýbakað, júst tá tú keypir tað. Sum onkur segði, alt smakkar væl, beint sum tað kemur úr ovninum.“

HeilsurákiðÍ dag er eitt heilsurák í samfelagnum. Miðlarnir eru á tremur við sendingum og greinum um góða heilsu, og eisini verður í dag varpað ljós á, hvussu umráðandi tað er at eta sunt, grovt breyð. Hetta er nakað, sum tey í Bakarafelagnum merkja, tí at tey gro-varu fullkornsbreyðini verða meira og meira eftirspurd. „Hetta rákið er gott fyri okkum, og vit fegnast sjálvandi um tann økta eftirspurningin eftir grovum fullkornsbreyði. Tað er tó eitt sindur villleiðandi, tá ið fólk fáa ta fatan, at vanligt rugbreyð er ósunt, tí tað er tað ikki. Vanliga rugbreyðið inniheldur 50% av rugi, og rugur er ein fullkornsvøra, so tað er avgjørt sunt at eta,“ greiðir Sofus frá.

Føroysku bakararnir vilja fegnir gera vart við ta føroysku framleiðsluna, tað føroyska handverkið, fyri at gera bakaríini enn sjónligari og enn meira atkomulig. Tí tað er ein uppliving í sjálvum sær at koma inn til ein bakara, har tað angar av nýbakaðum. Hóast tær allarflestu rávørurnar í bakstrinum koma úr útlandinum, so hava føroysku bakararnir ígjøg num árini ment eina serliga sið-venju innan bakstur, sum ger føroyska bakst-urin til handverk og smakk í serflokki. „Og tá tú keypir frá tínum bakara, tá hjálpir tú eisini landsbúskapinum, tí at tú stimbrar føroyska búskapin tá tú key-pir føroyskt. Tí mæla vit til, at tú stuðlar føroyska bakstrinum,“ sigur Sofus T. Hansen at enda.

Page 5: Keyp Føroyskt

Óivað fremsta, føroyska, vinnuliga sólskinssøga. Bakkafrost er farið frá at vera eitt lítið, ókent virki á Glyvrum til at vera heims-leiðandi, tá um ræður laksaaling. Í dag er Bakkafrost veitari av laksi í heimsflokki og verður heiðrað kring heimin vegna ta ser-liga høgu góðsku, Bakkafrost veitir.

Í sjónum kring okkum svimur heimsins besti fiskur. Í reina sjó-num hevur hann bestu liviumstøður, kaldi sjógvurin norðanífrá og flógvi sjógvurin sunnanífrá gera havið kring okkum heilt unikt. Her trívist fiskurin best. Tað er í hesum kringumstøðum, at Bakkafrost hevur sín heimavøll. Við hesum fyritreytum verður laksur aldur, sum er umbiðin um allan heim. Laksurin verður fóðraður við føroyskum fiskamjøli og lýsi, og saman við kring-umstøðunum er úrslitið hetta: Laksurin frá Bakkafrost er snøgt sagt besti og sunnasti laksurin í heiminum.

Frá Føroyum til allan heimStóri heimurin hevur tikið væl ímóti Bakkafrost. Nógv tann stør-sti parturin av framleiðsluni verður seldur av landinum, m.a. til USA, har laksurin verður brúktur í sushi-matstovum. Sushi er sermerktur matur, tí at hann er eyðkendur fyri at hava sera góða góðsku, og at stykkini hvør sær mugu tola at standa einsamøll. Her eru krøvini til matin serliga høg, og tey í Bakkafrost taka tað sum eitt herðaklapp, tá t.d. leiðandi matstovur í New York nýta teirra laks.

Hóast Føroyar eru ein fiskivinnutjóð, og føroyingar eta heilt nógvan fisk, so er tað ikki siðvenja at eta laks í Føroyum. Heldur er tað toskur o.t. sum verður etið í Føroyum. Men tey í Bakkafrost merkja, at eftirspurningurin økist millum føroyingar. Snotiligu pakkarnir við leskiligu laksa stykkjunum eru at fáa kring landið fyri ein sámiligan penga, og Bakkafrost ger nógv burturúr við at gera laksin meira spennandi at keypa. Millum annað er ein app gjørd, sum vísir tær, júst hvar í okkara landi laksurin hevur svomið, og eisini er uppskrift og mangt annað at lesa á pakkanum.

HeilsugottLaksur er ikki bara vælsmakkandi matur, men eisini er hann heilsu góður. Laksur er feitur fiskur, sum inniheldur stórar mong-dir av omega-3-sýrum. Omega-3-sýrur eru sera góðar fyri hjartað, eyguni og heilan. Danska Sundhedsstyrelsen mælir til, at vit eta fisk sum høvuðsmáltíð tvær ferðir um vikuna, tí at fiskur er so sunnur og góður fyri okkara menning.

Laksurin frá Bakkafrost er enntá framúr sunnur, tí at hann er aldur í umhvørvisvinarligum umhvørvi, og hann hevur fingið fyrstafloks fóður. Fóðrið kemur einamest frá Havsbrún, sum er dótturfelag hjá Bakkafrost. Her verður laksafóður framleitt úr fiskamjøli og lýsi, ið síðani verður virðisøkt meir enn tíggju ferðir í Føroyum, áðrenn laksurin verður útflut-tur til kræsnar kundar runt allan heim.

Page 6: Keyp Føroyskt

Til føðingardagar, høgtíðir og veitslur er Fóm Ísur ein partur av matskránni í føroyska húsarhaldinum. Tað var í 1981, at Óli Erlingsson og Hans Nielsen, ið sigldu við føroyskum farmaskipi sum ávikavist maskinmeistari og kokkur, saman við konum sínum Annu og Elinborg stovnaðu ísvirkið Fóm Ísur við góðari hjálp frá svianum Bonde Albrektsson, sum sjálvur hevði uppbygt ísfyri tøkuna Åhus Glas.

Í sínum arbeiði umborð sóu teir, at ísur var viðbrekin farmur, tí í lastini var ikki nóg kalt til, at ísurin kundi halda sær. Tað var har, teir fingu hugskotið til at stovna eitt ísvirki í Føroyum. Teir sóu ein tørv, og hetta vísti seg at vera ein røtt avgerð. Navnið Fóm kemur av orðinum fómur, sum er tað skúm, sum vit t.d. síggja inni við strendurnar og undir fossum.

Karmar, tøkni, rávørur og førleikiByrjað var í leigaðum hølum undir Heygnum í Havn, og tvey ár seinni varð flutt í nýggjan virkisbygning í Smiðjugerði. Bygning-

urin var innrættaður til endamálið og hevði tær maskinur, sum skuldu til fyri at framleiða ísin. Hetta saman við røttu rávørunum gjørdi, at virkið kundi framleiða góðan og vælsmakkandi ís í størri mongdum. Vir-kið er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvs-stovuni. Fóm framleiðir ísar í kramarhúsi, íspinnar, íslagkøkur og desertísar av ymis-kum slagi. Fólk hava tikið ísin til sín, sum ein part av desertmentanini í Føroyum. Fóm hevur egnan ísbil, sum koyrir eftir fastari rutu til handlar kring alt landið. Í 1992 yvirtók Poul Michelsen Heilsøla alt virksemið hjá Fóm, og síðan 2001 hevur Fóm Ísur verið ein partur av heilsøluni Damfar, sum í dag umsitur sølu og avgreiðslu av ísinum.

Page 7: Keyp Føroyskt

„Vit eru ein fyritøka við langari søgu, og við at lurta eftir ynskjum hjá viðskiftafólkum okkara hava vit í dag ein marknaðarpart á 35 til 40%. Sjálvt meðan fíggjarkreppan leikaði harðast á, var okka-ra umsetningur støðugur, og hetta sigur okkum, at viðskiftafólk seta prís upp á tað góðsku, vit veita,“ sigur Jóhan á Mýrini, stjóri í HDYGD.

HDYGD framleiðir og selur vindeygu og hurðar og veitir eisini monteringstænastur. Tað, sum er serligt við vørunum hjá HDYGD, er ikki bara tað, at tað er framleitt í Føroyum, men eisini, at dentur verður lagdur á høgu góðskuna. Tilfarið, ið verður keypt til fram-leiðsluna, er fyrsta floks, soleiðis at tann framleiðslan, sum verður framd á virkinum, somuleiðis er fyrst a floks. 

Kritisk viðskiftafólkEin kundi trúð, at tað er føroyska framleiðslan, sum ger, at við-skiftafólkini flokkast um HDYGD, men hetta er ikki allur sann-leikin. „Vit leggja ikki merki til, at tað er tann føroyska fram-leiðslan sum avgerð, um viðskiftafólkini keypa frá okkum ella frá okkara kappingarneytum. Heldur eru tað prísurin og góðskan, sum hava avgerandi týdning. Tú kanst keypa t.d. eitt vindeyga, sum er framleitt bíliga í útlandinum, men tá fært tú eisini tað, tú rindar fyri. Keypir tú eitt vindeyga frá okkum, fært tú eina fyr-sta floks vøru, og hetta vita okkara viðskiftafólk. Fyri okkum snýr tað seg um álit. Sama um tú keypir vind eygu, úthurðar ella húsa-klædningar, so er tað altavgerandi at viðskiftafólkini kenna seg

trygg áðrenn keypið, og ikki minst aftaná keypið. Talan er um vørur, sum halda leingi, og tí mugu vit eisini hjálpa kundanum at finna bestu og rættastu loysnina, áðrenn vit veita vøruna,“ greiðir Jóhan frá. 

Føroysk framleiðslaHDYGD  framleiðir  føroysk vindeygu, úthurðar og húsaklæd-ningar. Bæði úr timbri og úr plasti. „Tað, sum er umráðandi fyri okkara framleiðslu, er, at tilfarið, vit keypa, er gott. Tískil keypa vit timbur úr Norra, plast úr Týsklandi og besløg úr Norra. Soleiðis hava vit besta tilfarið til at víðariframleiða dygdarvøru til okkara viðskiftafólk. Tað er jú umráðandi, at tað, vit veita, er framleitt til føroysk viðurskifti. Føroyska náttúran er jú 100% egin, og tí fæst eisini tann besta loysnin við at framleiða 100% til føroysku náttúruna. Vit eru føroyingar, vit kenna náttúruna, og vit kenna tey stóru krøv, náttúran setir til okkara vørur. Við hesum í huga tryggja vit haldgóðsku og nøgdsemi, og harvið tryggja vit eitt grundar lag til okkara føroyska virki,“ sigur Jóhan at enda.

Page 8: Keyp Føroyskt

Hógv er fyritøka í Runavík. Uttan hóvasták hava tey ment ein ketil, sum hevur tikið kappingina upp við allar aðrar ketlar í heimi num. Stutt og greitt er talan um ein orkusparandi ketil, sum er skrúvaður saman til serføroysku krøvini. Hartil er ketilin eisini CE-góðkendur av Dansk Teknologisk Institut, eftir strang-astu ES-krøvum, og borgar hetta fyri góðsku og trygd.

Einaferð var taðHógv byrjaði sum fyritøka við at selja og montera svenskar ket-lar. Hetta var í 1986. Men so við og við gjørdist svenska krónan so mikið sterk, at ketlarnir gjørdist ov dýrir. Tí gjørdi Hógv av at fáa lisens uppá at framleiða hesar svensku ketlarnar. Men so hendi tað, sum skuldi vísa seg at verða ein sólskinssøga, at sven-ska fyritøkan fór av knóranum, og eftir sótu tey í Hógv við eftir-spurningi, men ongum ketlum. Nú vóru góð ráð dýr, men tey gjørdu bart og fóru undir at framleiða ketlar sjálv. Hetta var byr-janin til einasta føroyska ketilin, sum er at finna á øllum heimsmarknaðinum. Ketlarnir fingu bein at ganga á, og fyri-tøkan vaks seg stóra. Men tá ið kreppan rakti í 2007, og øll húsa-bygging steðgaði, máttu tey í Hógv, sum so mong onnur, „niður at venda“. Vegurin upp aftur úr dalinum hevur tíðum verið nakað óslættur, men nú er eftirspurningurin eftir føroyskum ketlum aftur vaksandi, og tí sær framtíðin bjørt út.

Ketlarnir, sum eru snøggir og haldgóðir, verða enntá seldir av landinum, og Hógv hevur gjørt eina samstarvsavtalu við stóra, íslendska bátasmiðju um at veita ketlar til bátarnar, ið verða framleiddir har. Dømi um slíkan bát er báturin, ið røkir rutuna millum Mykines og Sørvág.

Ketlar til føroysk viðurskifti„Tey, ið keypa ketlar frá okkum, siga, at tey koma til okkara, tí at vit framleiða føroyskt. Tað er ikki tí, at okkara prísir eru nógv lægri, ella tí at vit hava gjørt so nógv burturúr at marknaðarføra okkum, men heilt einfalt, tí at vit framleiða føroyskt. Tó síggja vit, at nógv, ið byggja sær eini hús í dag, keypa frá einum heild-arveitara, sum veitir eini lyklaklár hús, og hesi hava verri enn so altíð eina meining um, hvat fyri ketil skal inn í húsini. Tað vildi verið okkara dreymur, at fólk settu seg inn í viðurskiftini, áðrenn tey keypa ein ketil. Tí tað eru nógvir fyrimunir við at keypa før-oyskan ketil frá okkum,“ greiðir Jákup Olsen, stjóri, frá.

„Føroyingurin er eitt sindur oyðslutur í brúsuni“, sigur Jákup við einum skálkabrosi. „Tí er eitt serkrav til okkara ketlar, at tað altíð skal vera nógv heitt vatn, tí at føroyingar eru longur í brúsu enn aðrir evropeiskir borgarar. Tí hava vit framleitt ein ketil, sum ikki hevur sín líka úti í heimi. Okkara ketil hevur ein størri hitaflata, og so er hann enntá sera orkusparandi,“ sigur Jákup. Spurdur um grøna rákið, sum hevur verið í seinastuni, merkir søluna hjá teimum, greiðir hann soleiðis frá: „Nógv hava tosað um hita-pumpur, um, at hesar skulu vera so umhvørvisvinarligar, tí at tær brúka minni olju. Men hetta passar ikki. Ein hitapumpa brúkar streym, sum jú verður framleiddur úr olju hjá SEV. Tað vísir seg faktiskt, at ein hitapumpa brúkar meira olju enn ein nýggjur, orkusparandi ketil, sum stendur í einum væl bjálvaðum húsum.“

Eitt hjartasuffMeðan føroyingurin er raskur at stuðla før-oyskari framleiðslu, kemur tað ikki fyri, at almennu myndugleikarnir áseta at ketilin skal vera føroyskur. „Tað er óheppið og eitt keðiligt signal at senda. Føroyskir politikarar áttu at gingið á odda bæði privat og alment og keypt føroyskar vørur.“

„Tó eru undantøk, og t.d. hevur Runavíkar Kommuna keypt fleiri føroyskar ketlar frá okkum, bæði til størri og smærri byggingar,“ greiðir Jákup frá.

Hitt HógvHógv hevur ikki nakað sølustað, hóast tey virka um alt landið. „Vit hava eitt verkstað, og okkara viðskiftafólk ringja til okkara, ella senda tey okkum ein teldupost. Ofta halda fólk, at tað er drúgt og strævið at fara í holtur við at skifta ein ketil, men okkara leiklutur er at gera tað so ómakaleyst sum til ber. Um vit fáa eina mynd sendandi, har vit síggja, hvussu gamli ketilin stendur í dag, so er tað aloftast nóg mikið hjá okkum at vita. Tá kunnu vit geva tilboð og framleiða ketilin lidnan, og vit levera og montera sjálvandi eisini. Púra ómakaleyst.“

Page 9: Keyp Føroyskt

Kemilux er ein rein, føroysk fyritøka, sum byrjaði í 1965 at fram-leiða sápu. Kemilux gjørdist skjótt eitt kent vørumerki bæði í Føroyum og uttanlands.

Kemilux framleiðir yvir 50 sløg av sápu og reinsievnum sum t.d. hondsápu, rustloysara, glaspuss, bilsjampo, dekkvask, gróðurreins, kropp- og hársjampo, línuvask, uppvask og boni-voks. Harumframt eru S1 Extra, sum er eitt tað best kenda pro-duktið hjá Kemilux, og eisini avfeittarar av ymiskum slagi sum t.d. H79, H80. Tað er ikki einans sápan sum verður framleidd hjá Kemilux, eisini dunkarnir verða framleiddir á verksmiðjuni. Teir eru umhvørvisvinarligir, tí við brenning stendst bert koltvísúrni og vatn.

Fyritøkan hevur egið laboratorium við kemiverkfrøðingi og laboratorietøkningi, sum hava dagligt eftirlit við, at allar reglur verða fylgdar. Kemilux fylgir strongu, donsku ES-lógunum og reglu gerðunum, tá framleitt verður – bæði til sølu her heima og til útflutnings. Kemilux framleiðir samsvarandi ISO 9001-skipa-nini. Databløð og brúkaravegleiðingar eru til allar vørurnar. Tað, at fyritøkan lýkur strongu krøvini til framleiðslu, hevur millum annað havt við sær, at Kemilux er góðkendur veitari til oljuvinnuna. Umleið 41% av framleiðsluni hjá Kemilux verða seld uttanlands.

Grønt og gottHúsarhaldssápurnar lúka allar treytir til grøna merking, sum dan-ska Sundhedsstyrelsen viðmælir. Kemilux húsarhaldssápur eru sostatt bæði grønar og allergivinarligar.

Sum serfrøðingur á økinum bjóðar Kemilux holla vegleiðing um síni produkt, og skipar fyri skeiðum, har kunnað verður um, hvussu vaskievnini virka, doseringar og hvør sápa skal nýtast hvar.

HandilinUmframt verksmiðjuna í Mykinesgøtu hevur Kemilux eisini handil á Hjalla. Handilin hevur alt innan vask, reingerð og arbeiðsklæðir á einum stað. Handilin er heildarveitari av reingerðarevnum eins og pakkitilfari og pakkiamboðum.

Handilin nøktar allan reingerðartørv yvirhøvur – heilt frá grov-reingering á skipsdekki og í maskinrúmum til upp og niðurvask í heiminum. Handilin er til bæði vinnuna og privata húsarhaldið. Um tað er bilurin, sum skal reinsast og vaskast, ella tað er køku-rin, kjallarin ella túnið – tað er líka mikið. Alt fæst í handlinum á Hjalla, har kundin eisini fær vegleiðing í at nýta reingeringar-evnini á rættan hátt.

Reinasta sápan á marknaðinumNýggja sápurøðin hjá Kemilux, Vaska, er ein tann reinasta og umhvørvisvinarligasta sápan, sum finst á marknaðinum.

Framleiðslan av sápuni hjá Kemilux er heilt unik, tí tað at einki kálk er í føroyska vatninum ger, at verksmiðjan sleppur undan at lata skaðilig, kálkbindandi evni í vøruna, sum tey eru noydd at gera í nógvum av okkara grannalondum. Kálkbindandi evni eru nevniliga ring at niðurbróta í náttúruni. Hetta er ein stórur trupulleiki har, sum kálk er í vatninum.

Framleiðslan hjá Kemilux er føroysk dygd úr enda í annan. Alt verður ment á egnari starvsstovu, tappað á egnari verksmiðju í dunkar, sum eru framleiddir hjá Kemilux.

Vaska føroysktVaska er heitið á øllum nýggju sápunum hjá Kemilux. „Vaska hendur“ avloysir vanligu hondsápuna hjá Kemilux. Umframt nýtt navn og nýtt vakurt snið, fæst hondsápan í fimm ymiskum angum. „Vaska upp & niður“ hevur avloyst klassikaran „Upp & niður-vask“ og hevur somuleiðis fingið nýtt og vakurt snið eins og bonivoksloysari, bonivoks og vaskibon. Kemilux hevur ment nýggju vørurnar, meðan Sen-distovan hevur staðið fyri sniði og ráðgeving.

Fliðan, sum er umhvørvismerkið hjá Kemilux, er prógv um, at vøran lýkur strangastu ES-krøv viðvíkjandi góðsku og umhvørvi. Hartil inniheldur vøran eingi óneyðug kálkbindandi evni. Fliðumerkt vøra er gjørd við atliti at føroysku náttúruni.

Page 10: Keyp Føroyskt

Eitt rokkið aðalmálMBM hevði longu frá stovnan í 1977 nevniliga tað aðalmál at nøkta tørvin á føroyska marknaðinum á frískari mjólk. Hetta málið varð rokkið í byrjanini av 1990unum, og hava føroyingar síðan tá ikki nýtst at innflyta drekkimjólk.

Men MBM ger ikki bara mjólk. Tey gera eisini fleiri sløg av jogurt, róma, Pop Top og mangt annað – ikki minst Ísbland og Vaniljukrem, sum hava vunnið stórar altjóða heiðurslønir fyri dygd.

Í dag framleiðir MBM fleiri enn 50 ymsar mjólkarvørur, og má hetta sigast vera framúr, havandi lítla, føroyska marknaðin í huga.

Virkið er ISO 9001:2000-góðkent og hevur egna starvsstovu, sum kannar og fremur eitt sera strangt innaneftirlit.

BúrøktÍ 1987 fór MBM/Búrøkt undir at keypa og selja kraftfóður, hand-ilstøð o.a. til landbúnaðin. Umframt at selja fóður o.a. frá høvuðssætinum MBM/Búrøkt í Hoyvík og frá Búrøkt, fæst MBM-fóður eisini kring landið hjá ymiskum umboðum.

Búrøkt er haraftrat vorðin ein sera týðandi handil við alskyns vørum til landbúnað, húsdjórahald og frítíð. Har fæst alt til ross, hundar, kettur og onnur djór, klæðir, leikur, amboð og mangt, mangt annað. Handilin er altíð eina vitjan verdur, hjá stórum sum smáum.

Page 11: Keyp Føroyskt

Vit búleikast í einum baldrutum landi, mitt í náttúrunnar veldi. Veðrið kann vera illfýsið, her kann vera kalt, og her kann vera lýtt. Hetta hava føroyingar kent á sínum kroppi í øldir, og tískil er tað natúrligt, at føroyingar eru heimsmeistarar í hálvhosum. Ein disiplin, sum Mýrifípan hevur tikið til sín og íðkar til fulnar. Mýrifípan hevur eina langa, vakra søgu sum framleiðari av tí týd-ningarmesta plagginum, vit eiga – tann føroyska hálvhosan.

Eitt barn av 70unumSøgan um Mýrifípuna byrjar í 70unum. Tað var Olevina Joensen, sum keypti ein maskinvev. Ein maskinvevur er rættiliga stórur, og vevurin mátti standa onkrastaðni. Tískil endaði tað við, at eini hús vórðu keypt til maskinvevin. Soleiðis byrja træðrirnir í søguni um Mýrifípuna. Síðan er nógv garn farið um vevin, sum millum annað hevur vovið gólvteppi til fleiri føroyskar kirkjur. Virksemið vaks, og í dag man Mýrifípan vera umboðað í flestu føroysku heimunum. Nógvir føroyskir føtur hava kent fjálga hitan, sum stendst av hálvhosunum frá Mýrifípuni.

Mýrifípan er serliga kend fyri hálvhosurnar, sum vit síggja í handlunum kring landið. Árliga selja tey 14.000 pør av hálvhosum, og bæði føroyingar og útlendingar taka sera væl ímóti hosunum. „Men Mýrifípan hevur gjørt nógv annað enn bara hálvhosur. Mýrifípan vav bæði gardinur, seingjarteppi o.m.a. til fleiri av teimum stóru bygningunum, sum vóru bygdir í 80unum,“ greiðir Tóra Egils-dóttir frá. Eisini er Mýrifípan stórur partur av tjóðarbúna okkara, tí at tey framleiða toy til skjúrt, sum verður nýtt til tann føroyska kvinnubúnan. Harumframt sey-ma tey eisini føroyskar húgvur úr toynum, og veva tey eisini kota-vadmal. „Okkara heilullintu plaid eru eisini sera vælumtókt. Tunn, løtt, bleyt og sera góð at balla seg í,“ greiðir Tóra frá.

Page 12: Keyp Føroyskt

Kappingin móti innfluttum vørum er í dag serliga hørð. KRÁS slakar tó ikki upp á dygdina, hon verður altíð sett í hásæti, eins og hetta er virði, sum KRÁS-fólkini eru errin av. Kappingin uttanífrá rakar ikki alla framleiðsluna hjá KRÁS, tí stórur partur av framleiðsluni er serføroyskur, t.e. at vøran er framleidd úr føroyskum seyðakjøti burturav. Skinsakjøtið og rullupylsan frá KRÁS eru góð dømi um hetta. KRÁS er góðkent sláturvirkið og slaktar góðar 2.000 seyðir í oktober mánaði.

„Føroyskt seyðakjøt er nakað serligt“, verður ofta sagt, og hesum tekur stjórin á samtakinum Hotel Føroyar, Johannes Jen-sen, eisini undir við: „Føroyskt lambskjøt er kanska heimsins besta lambskjøt. Á Áarstovu keypa vit føroyskar lambsbøgir frá KRÁS, og er Áarstovubógvurin blivin eitt brand, bæði millum føroyingar og útlendingar, og tí eigur tann framúrgóða góðskan á tí lambskjøtinum æruna av; at tað so eisini er føroyskt ger okkum bara enn ernari, tí vit ynskja jú at borðreiða við tí besta,“ sigur Johannes Jensen.

Nú heystfjøllini í næstum verða gingin, og flettingin er fyri hond, eru tey á KRÁS-virkinum til reiðar at taka ímóti seyði frá føroyskum bóndum. Tað er strangt eftirlit undir fletting og hagreiðing av kjøti og avroðum, og hetta eru viðurskifti, sum vit virðismeta sera høgt, sigur Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á KRÁS. Hann sigur, at viðskiftafólk kunnu gleða seg til at fáa eitt spennandi og fjølbroytt úrval av føroyskum feskum lambskjøti frá KRÁS í ár.

KRÁS skapar virksemi og setir dygdina í hásætiÍ løtuni arbeiða fimtan fólk hjá KRÁS. Tey miðsavna seg um dygga tilgerð av rávøruni, meðan heilsølan tekur sær av sølu, umsiting og avgreiðslu av vøruni. Arbeiðshølini og útgerðin eru nýggj við eini nýmótans pakkilinju, og virkið lýkur øll krøv til matvørufram-leiðslu og er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

KRÁS framleiðir tað væl umtókta livurposteiið til viðskera, umframt rullupylsu, kjøtpylsu og skinsakjøt. Til feskan døgurða-mat verður framleitt malið oksakjøt, kjøtfars, ymiskir útskornir búffar og steikir av oksakjøti, kotilettir o.a. av svínakjøti. Eisini eru fiskafars og tær vælumtóktu fiskafrikadellurnar ein partur av breiða úrvalinum hjá KRÁS.

Til frystan døgurðamat verður framleitt saltsprongt lambskjøt, saltsprongt oksakjøt og lambstjógv. Umframt hetta roykir KRÁS hamburgarrygg og flesk.

Á KRÁS í Hósvík eru tey errin av at kunna skapa virksemi, sum bæði er tí føroyska samfelagnum og keyparanum at gagni. KRÁS framleiddu vørurnar standa seg væl í kappingini móti teimum útlendsku, og arbeiðir KRÁS støðugt við at menna nýggj ar og spennandi vørur.

Tað byrjaði miðskeiðis í 70unumP/f Poul Hansen hevur tó virkað sum heilsøla líka síðan 1926 og hevur støðugt ment sítt virksemið, og samstundis uppbygt eitt sera breitt úrval av góðum merkivørum. Henda fyritøkan, ið nú hevur fleiri enn 70 fólk í arbeiði, helt fyrst í 70unum, at nýggir vegir skuldu roynast. Byrjað varð við saltaðum oksa- og lambskjøti. Framleiðslan gekk væl, og fór hon tey fyrstu árini fram úti á Bacalao. Men tíðirnar broyttust, og tá P/f Poul Hansen miðskeiðis í 70unum ikki longur hevði sínar bygningar á havna-økinum, varð avgjørt at byggja nýggjan bygning á Hálsi, ið skul-di fevna um alt virksemið hjá P/f Poul Hansen.

Tók dik á segNýggi bygningurin broytti nógv um umstøðurnar. Plássi var iva-leyst av, og umstøðurnar í síni heild luku tá øll nútímans krøv hjá einari stórari fyritøku.

Gamli høvuðsbygningurin var 500 fermetrar stórur og hevði rúmast tíggju ferðir í tí nýggja, sum í dag er heilar 5.000 fermet-rar. Matvøruframleiðslan flutti eisini niðan á Háls. Tá bygningur-in varð liðugur í 1977, vórðu heilsølan og matvøruframleiðslan savnað á einum stað, og tá tók matvøruframleiðslan rættiliga dik á seg.

Matvøruframleiðslan hevði higartil virkað sum ein deild hjá P/f Poul Hansen heilsølu. Men í 1986 varð P/f KRÁS stovnað sum   eitt dótturfelag hjá P/f Poul Hansen og yvirtók alla matvøruframleiðsluna. Fyri nøkrum árum síðani flutti KRÁS sítt virksemi til Hósvíkar og virkar nú sum ein deild hjá P/F Poul Han-sen. Matvøruframleiðslan nú kann ikki samanberast við hana, sum byrjaði fyrst í 70unum, og úrvalið er økt munandi. KRÁS framleiðir 170 ymisk vørunummur, alt frá føroyskum viðskera til malið kjøt og fiskafrikadellur.

Framkomin háttur at pakkaVirkið fór eisini fyri nøkrum árum síðani undir nýggjan hátt at pakka tær fesku vørurnar. Virkið fór eisini fyri nøkrum árum síðani undir nýggjan hátt at pakka tær fesku vørurnar. Kjøt av bestu góðsku verður pakkað á sama hátt sum viðskeri og hildið kalt – um 2 stig. Kjøtið hevur somu hitastig frá tí, at tað verður hongt í kølibingjuna beint eftir slaktið, undir framleiðsluni og líka til tað liggur klárt í kølidiskunum í handlunum kring landið. Hesin háttur at pakka inn saman við gjøgnumførdum reinføri ger, at fesk vøra uttan haldevni kann halda seg fríska á køldum stað í tríggjar til sjey dagar. Skal hetta eydnast, er tað av alstórum týdningi, at rávøran er fyrsta floks, at reinførið er 100 prosent í lagi, og at vøran alla tíðina verður hildin køld.

Ger tína egnu rullupylsu við lambssíðum frá KRÁS ella royn hesa leskiligu rullupylsu-uppskriftina við persillu og skalottuleyki.

Page 13: Keyp Føroyskt

GrótføroysktSum nakað heilt serligt nýtir Okkara poknugrót í framleiðsluni av onkrum ølsløgum. Poknugrótið er heilt serligt, føroyskt gos-grót, sum er holut. Hetta grótið letur frá sær nøkur mineralir, sum geva ein serligan, bleytan smakk. So løgið sum tað ljóðar, so gevur hetta harða grótið ein einastandandi bleytan smakk. Føroyska vatnið er sera bleytt, og saman við poknugróteffektini verður ølin nakað heilt serligt, sum ikki er sæð ella roynt áður.

„Oman fyri 95% av einari øl er bara vatn. Sostatt eru tað smálutir, sum gera munin, tá tú gert eina øl. Vit inn keypa humlu og malt úr øllum heiminum, okkurt enntá heilt úr Ný Sælandi. Men tá tað er bryggjað í Før oyum, við før oyskum vatni og við føroyskum finessum, fært tú eina serføroyska øl, sum tú ikki finnur nakra aðrastaðni í heiminum.“

Unga bryggjaríið á Velbastað hevur verið á marknaðium í nøkur ár, og nú tykist marknaðurin endiliga at hava góðtikið Okkara, nú er burðurin komplettur. Okkara er vorðið ein seriøsur avbjóðari mótvegis kappingarneytunum, og Okkara stendur seg væl í kappingini.

Tað var í 2009, at hugskotið um Okkara gjørdist veruleiki. Felagið varð sett á stovn. Longu árið eftir fingu vit eina nýggja øl á hill-arnar í sølustøðunum. Tað tók tó rúma tíð, áðrenn føroyingar keyptu nóg mikið av Okkara ølum, til at Okkara kundi metast at hava fingið staðfest sítt pláss á marknaðinum. Ikki fyrr enn við ársbyrjan í 2013 kundi stjórin staðfesta, at dreymurin um at gerast stórur, fastur partur av føroyska ølmarknaðinum var veruleiki. „At síggja sølutølini fyri januar í 2013 er ein fragd fyri eygað. Strategiin hjá Okkara er at vaksa um ølsøluna á hvørjum ári, og tað hevur higartil eydnast sera væl. Og gongst sum nú, náa vit okkara máli longu í 2015. Vit síggja heilt ótrúliga ljóst upp á tað,“ sigur Steinbjørn í Dali, tá ið hann verður spurdur um, hvussu Okkara stendur seg í kappingini við aðrar veitarar.

Okkara byrjaði varliga við nøkrum fáum vørum, men hevur rættiliga skjótt vaksið um framleiðsluna og hevur í dag tað, tey kalla eitt komplett vøruúrval.

Upplivingar í hvørjari fløskuOkkara hevur eina visión um ikki bara at selja øl í dós ella fløsku. Heldur leggja tey seg eftir at selja upplivingar. „Tá tú keypir eina Okkara, so vilja vit hava, at tú ikki bara sløkkir tostan, men at tú samstundis fært eina uppliving. Vit vilja samanseta heiti, slag av fløsku, slag av ølið, slag av etikettu, slag av framleiðslu o.s.fr., sum alt skal peika sama veg móti somu uppliving. Soleiðis skalt tú kenna og fáa eina søgu, tá tú keypir eina Okkara. Tað er ikki nóg mikið at bryggja og selja einhvørja øl. Viðskiftafólkini eru kritisk og vilja hava okkurt heilt serligt, og tað vilja vit geva teimum.“

Til allar FøroyarTað er ongin loyna, at tað eru tvey bryggjarí í Føroyum, og tey hava bæði heimstað í hvør sínum markanta býi. Tískil eru tey, ið hava lagt upp til, at Okkara er Havnarølin, men hetta halda tey í Okkara ikki vera rætt. Okkara er til allar Føroyar. Tey gera nógv burtur úr at framleiða øl og sodavatn, sum hóvar øllum. Tey gera so nógv burturúr at framleiða ymsar vørur, sum hóska til ymisk høvi, at bert at hava Tórshavn sum málbólk vildi verið avmar-kandi og óhóskandi. Tí vilja tey í Okkara selja til øll – uttan mun til postadressu.

Page 14: Keyp Føroyskt

máling teirra er í vøkstri. „Hetta er triðja árið, síðani vit byrjaðu aftur, at vit framleiða máling. Næsta árið øktu vit framleidda litratalið við 100%, og vit hava vónir um at økja um litratalið við umleið 25% í ár.“ Samstundis fortelur Jógvan Óli, at ætlanin er eisini at fáa málingina út í enn fleiri handlar í næstum, soleiðis at tað gerst enn lættari hjá viðskiftafólki at keypa sær dygdar-góðu føroysku málingina.

Góðska selur„Okkara viðskiftafólk eru jalig. Vit fáa bara positivt afturljóð frá teimum, ið hava roynt okkara máling. Men tað er ikki, tí at málingin er føroysk, at viðskiftafólkini velja hana,“ greiðir Jógvan Óli frá.

„Nei, vit framleiða eina dygdarvøru, sum viðskifta fólkini virðismeta. Tað er har, vit eru kappingar førir. Prísur og góðska. Vit merkja ikki, at fólk keypa máling frá Strandamáling, tí hon er føroysk, og tað er kanska eitt sindur løgið, tá ið hugsað verður um, at málingin er serframleidd til okkara veðurlag. Men heldur er tað góðskan, sum er avgerandi, tá ið við-skiftafólkini skulu taka støðu, og tað kunnu vit eisini bara gleðast um, tí at har eru vit fult kappingarførir,“ sigur Jógvan Óli at enda.

At smyrja eini føroysk sethús er nakað serligt. Vit kenna øll veðurlagið, vit vita, hvussu skiftandi tað kann vera, og tí skal ein taka serlig atlit, tá ið húsini skulu smyrjast. Her kann vera regn, sól, vindur, kavi og heglingur alt á sama degi.

Hetta hava tey á Strandamáling ásannað, og hava tí sett sær fyri at framleiða eina træverju, sum er beinleiðis ætlað hesum treytunum.

„Okkum tørvar eina træverju, sum er harðfør, haldgóð og elastisk. Tí hava vit funnið fram eina máling, sum vit hava keypt lisens til, og sum vit so kunnu framleiða her heima hjá okkum,“ greiðir Jógvan Óli á Fríðriksmørk, stjóri, frá.

Innanduramálingin, sum Strandamáling framleiðir, er eisini ment við teimum neyðugu atlitunum. Hon er umhvørvisvinarlig og luktar ikki, soleiðis at hon bara ger tað, ið góð máling skal – sær knallgott út, fjalir væl, er góð at smyrja, slettir ikki og luktar als ikki.

Málingin frá Strandamáling verður framleidd úr rávørum, sum í størsta mun verða keyptar ymsastaðni úr Norðurevropa og síðan framleiddar, virðisøktar, á Strondum. Hesa tíðina á árinum verður nógv mest selt og framleitt av innanduramálingini, Fløvi og Glitra.

Ein fyritøka í vøkstri Strandamáling framleiðir máling á virkinum, sum verður latin handlum at selja. Og tað tykist sum eftirspurningurin eftir

Page 15: Keyp Føroyskt

Tað er ein sannroynd, at talið av fólki, sum einki arbeiði hevur, er alt ov høgt, og í avbjóðandi tíðum er neyðugt at hugsa øðrvísi og at ganga nýggjar leiðir. Í eini roynd at hjálpa hesum fólkum aftur til verka hevur ALS seinasta árið leigað Vakstrarhúsið í Sanda-vági.

Við Vakstrarhúsinum fær ALS eitt umhvørvi, har fólk, sum í løtuni einki arbeiði hava, kunnu sleppa til verka. Tey fáa høvi at vinna sær virðismiklar arbeiðsroyndir, samstundis sum tey sleppa at hvessa sær førleikarnar. Royndir vísa eisini, at tað er lættari at fáa eitt nýtt arbeiði, um ein er í starvi frammanundan, heldur enn um ein ikki er á arbeiðsmarknaðinum.

Vistfrøðiligar, lokalar rávørurEitt rák, sum hevur vunnið frama í seinastuni, er, at matstovur í vaksandi mun eru farnar at borðreiða við lokalum rávørum. Besta dømið um tað her á leiðum man vera heimskenda matsto-van NOMA í Keypmannahavn, sum við eini matarskrá við íblástri frá millum øðrum føroyskum rávørum hevur vunnið sær fleiri Michelin-stjørnur, og sum fleiri ár á rað hevur verið kosin heimsins besta matstova.

Eisini her heima hjá okkum spírar. Á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum ganda tey eisini við alskyns spennandi rættum, og teirra áhugi fyri rávørum úr nærumhvørvinum er eisini stórur. Tí hevur Leif Sørensen, kokkur á KOKS, eisini veitt íblástur til verk-ætlanina í Sandavági. 

Í eini roynd at stuðla undir vaksandi áhuganum fyri lokalum rávørum hevur ALS í Vakstrarhúsinum í Sandavági framleitt jarðber og ymiskt grønmeti til føroyskar borðiskar. Verkætlanin er liður í samstarvinum, ALS hevur við Búnaðarstovuna í Kolla-firði. Eitt samstarv, sum eisini fevnir um at velta eplir og nú í seinastuni eisini at savna inn føroyska ull.

Umframt ítøkiligu framleiðsluna, sum ikki er í kapping við veran-di vinnulív, so er høvuðsendamálið at hjálpa fólki, sum ikki hava arbeiði, til verka. Við hesum átakinum eru tað fleiri, sum sleppa framat at avrika og at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.

Virksemið í Vakstrarhúsinum verður knýtt at eini teyggju av førleikagevandi skeiðum, so at fyritreytirnar hjá starvsfólkunum at koma fram á leið við sínum arbeiðsætlanum batna.

Til ber at lesa meira um Vakstrar húsið á www.als.fo, har tú eisini kanst søkja um arbeiði í Vakstrar húsinum.

 

Page 16: Keyp Føroyskt

Tað eru ikki øll ið vita tað, men Vest Pack er umboðað í flest øllum føroyskum heimum. Vest Pack er høvuðsveitari av fleiri av teimum snøggastu og sjónligastu posunum her á landið og hevur verið ein sterkur veitari á føroyska marknaðinum í nærum 20 ár. Alla hesa tíð hava tey á Vest Pack staðið seg sera væl í kappingini við útlendsku veitararnar. Ein av eyðsæddu fyrimun-unum hjá Vest Pack er, at tey hava framleiðsluna her á landi, heldur enn handan hav. Hetta ger leveringartíðina betri hjá Vest Pack, og eisini hevur Vest Pack eitt innlit í føroyska mark naðin, sum útlendskir veitarar ikki hava. Vest Pack fær javnan bílegg-ingar, sum skulu fáast til vega beinanvegin, og av tí at tey halda til í Vestmanna, kunnu tey fara beint til verka og levera pakkitil-farið skjótari, enn útlendskir veitarar kunnu.

Vest Pack hevur somuleiðis tillagað sítt virksemi soleiðis, at tað hóskar júst til føroyska marknaðin, eitt nú hvat viðvíkur nøg-dum, tí í útlandinum er minstamarkið fyri serframleiðslu væl hægri enn tørvurin loyvir tí í Føroyum. Hesum hava tey lagað seg eftir á Vest Pack.

Men tað, ið tey leggja seg allarmest eftir á Vest Pack, er at framleiða og veita góðsku. Tí eru tey vorðin ISO 9000-góðkend. Tey hava gott og væl 20 starvsfólk, sum øll draga somu línu og dagliga koma til arbeiðis fyri at nøkta kundans tørv á pakki-tilfari.

Vest Pack varð stovnað í 1994. Høvuðsvirkisøkið er plast- og etikettframleiðsla.

ÁRSINSVIRKI 2013

Page 17: Keyp Føroyskt

stjóri í Kjøtbúðini, fortelur, at trygdin er teirra besti frændi í Kjøt-búðini, tí uttan hana, kunnu tey ikki geva vissu fyri tí høgu góðs-kuni, tey veita. „Um vit ikki eru nærløgd, so verður endaliga vøran ikki eins góð og vit vilja hava hana. Í okkara vinnu er ikki pláss fyri svipsarum. Tí talan er um mat, og matur má handfar-ast við stórari virðing,“ greiður hann frá.

Ein ævisøgaKjøtbúðin byrjaði við Jens Reinert afturi í 1938. Tá var talan um ein handil. Kjøtbúðin hevur verið í Reinert familjuni alla sína tíð, og í dag er tað Oddur Reinert, sum við kønari hond stýrir Kjøt-búðini. 8 fólk hava sína dagliga gongd í Akranesgøtu í Havn, har tey framleiða kjøtið, sum vit kenna frá hvørjum nátturðaborði. „Tað er eitt privilegium at føra fyritøkuna víðari fram við allari vitanini og øllum know how’inum, sum er ment farnu 80 árini.“

„Í dag framleiða vit soleiðis, at vit gera rávøru til hálvfabrikat. Tað merkir, at vit fáa vøru inn, sum vit virðisøkja og síðani selja. Rávøran er einamest úr Norðanlondum og úr Týsklandi, men

Tað er jú heilt hugtakandi at hugsa sær, tá tú fært tær eina breyð flís við rullupylsu frá Kjøtbúðini, at fyri einum 70 árum síðan sat langabbi tín kanska við einum breyðbita við somu góðu rullu pylsu frá Kjøtbúðini.

Ongin tilvildAkranesgøta ein góðveðursdag. Komin innum ert tú ikki í iva. Her verður arbeitt við kjøti. Angin avdúkar tað. Tú sleppur bert fram at hurðini, sum leiðir inn í virkið, her verður tú steðgaður. Fyri at trína longri inn, skalt tú vaska hendur – ikki bara vaska, men skrubba og desinfisera hendur og naglar. Síðan skalt tú lata teg í fyriklæði og húgvu. Tú ert nú klárur at trína innum.

Oddur vísir mær runt í virkinum. Hann vísir mær, hvussu fram-leiðslan fer fram, alt frá vørumóttøku til liðugtgerð og pakking. Tað, sum eg varnist beinanvegin, er, at tað tykist sum hesi fólk skráseta alt. Hvørt nikk og prikk. Tey gera alskyns mátingar, skráseta, hvat er gjørt, skráseta, nær alt er farið fram. Og tað er ikki av ongum, at alt verður so gjølla kannað og mált. Oddur,

fisk urin, vit nýta er føroyskur,“ greiðir Oddur Reinert frá. Og man kann ikki siga annað enn, at tey eru røsk í Kjøtbúðini. Tey fram-leiða umleið 200.000 posar um árið av rullupylsu, kókaðari kjøt-pylsu, skinsakjøti og saltroyktari kjøtpylsu. Men tað er lítið at ivast í, hvat ið tey framleiða og selja mest av.

Rullugullið„Rullipylsan er nógv best dámda vøran hjá okkum. Onkuntíð eru ommur komnar við ommubørnum og hava sagt, at tær, mugu keypa rullupylsu frá Kjøtbúðini, tí tað er einasta rullupylsan, sum børnunum dáma.“ Rullupylsan fekk eina nýggja blanding fyrst í 80unum, og við hesari blanding tykjast tey í Kjøtbúðini at hava rakt seymin á høvdið, tí at pylsan er vorðin fólkaogn, og tá ið tey í Kjøtbúðini hava gjørt lítlar tillagingar við innpakkingini, tá hava viðskiftafólkini víst sína ónøgd, tí rullupylsan skal vera sum hon altíð hevur verið. Rullupylsan er eisini nógv størsti parturin av framleiðsluni hjá Kjøtbúðini, einir 150 til 170.000 posar verða framleiddir árliga.

„Vit merkja, at føroyingurin hevur tikið okkara vørur til sín, og hetta eru vit glað fyri og errin av. Tað er bert, tá tað er nátatíð, og tá ið slaktið er, at vit merkja eitt kvink niðureftir í eftirspur-ninginum, men hinvegin merkja vit eina stóra øking um høgtíðirnar,“ greiðir Oddur frá. „Vit vilja stuðla føroyskari fram-leiðslu, og tí hava vit valt at gerast partur av Keyp Føroyskt-átakinum. Sjálvandi skulu føroyingar keypa føroyskt,“ sigur Oddur at enda.

Page 18: Keyp Føroyskt

Hetta kvøldið stóð valið millum kaffibønir frá bretska kaffifram-leiðaranum Costa, nýliga keyptar í London, ella kaffibønir frá Brell, júst keyptar í Keypsamtøkuni í miðbýinum í Havn. Costa er eitt vælkent kaffibrand, sum eisini rekur umleið 2.000 kaffibar-rir, har kaffifjepparar kunnu fáa alskyns sløg av kaffi. Brell er vist ein kjallarafyritøka í Hoyvík, hvørs dygdarvørur einans verða sel-dar í føroysku vøruhandlunum.

Hóast innpakkingin er sera ymisk – Costa nýtir eina stílreina kaffieskju, meðan Brell hevur klistrað sítt vørumerkju á ein kaffi-posa, sum er reinsaður fyri stíl – so eru Arabica kaffibønir í báðum vørum. Hóast Brell ikki hevur gjørt stórvegis burtur úr innpakkingini, so eru fáu upplýsingarnar á tí pakkanum meiri upplýsandi enn á snotiligu eskjuni frá Costa. Eitt nú fortelur Brell mær, at Arabica-kaffibønirnar í hesum pakkanum eru heystaðar í Meksiko, meðan Costa einki sigur um upprunalandið, men tey leggja doyðin á, at talan er um ‘fair trade’-framleiddar bønir. Rímiligvís. (Fyri te-drekkandi lesararnar kann upplýsast, at Ara-bica-bønir upprunaliga stava frá Etiopia og eru mettar at vera best smakkandi kaffibønirnar av teimum handilsliga framleiddu kaffibønunum – paradoksalt nokk tí tær hava lægstu nøgdina av koffeini í.)

Valið fall á meksikonsku kaffibønirnar, sum sambært innpakkin gini hjá Brell eru nýbrendar í Føroyum. Og júst har er ein av stóru kappingarfyrimunum hjá Brell, at teir ærliga og reiðuliga kunnu siga, at talan er um nýbrent kaffi – enntá við eini ávísari dagfesting. Og so ger tað ikki støðuna hjá Brell verri, at Costa kostar munandi meiri fyri hvørt kilo. Ein er jú ikki búska-parfrøðingur fyri einki.

Keyp føroyskt, maður!Í fjør koyrdi ein snotiliga framleidd lýsingarherferð við slagorð-unum „Keyp við hjartanum, keyp føroyskt“, sum fleiri føroyskar fyritøkur høvdu tikið saman hendur um at fáa framleitt – í Før-oyum væl at merkja. Boðgevi í lýsingini er ein sjarmerandi handils dama ílatin føroysku litirnar: Í bláum arbeiðsklæðum og smurd við bláum eygnaskuggum, við reyðum turriklæði á høvdi-

num, knallreyðari varrastift og neglalakki saman við kritahvítum oyralokkum og hálsbandi. Við síni eyðkendu rødd og dialekt staðfestir hon, at hvørja ferð ein føroysk vøra fer um handils-diskin, gerst hon „so hoyt um hjartað, simpulten“. Tí endar hon eisini við at geva okkum øllum tilmælið „Keyp við hjartanum, keyp før oyskt!“

Sum maður og búskaparfrøðingur gerist eg skeptiskur av tílíkum lýsingarherferðum. Kann man nú ikki keypa føroyskt við heilanum, hugsi eg. Nú húsist eg dagliga saman við trimum kvinnum, konuni og tveimum døtrum. Og tá eg setti teimum spurningin, hví vit skulu keypa føroyskar vørur, kom svarið stutt og greitt: Tí tað eiga vit at gera. Mín skepsis bleiv møtt við stað-festingini, at alt í hesi verð ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

Búskaparfrøðiliga granskingin á økinum vísir mær, at eg ikki var einsamallur maður um at vera trekur í so máta. Granskingin vísir nevniliga, at forbrúkarar í øllum londum hava eitt bleytt hjarta fyri egnum vørum og tænastum. Forbrúkararnir velja nógv heldur at keypa vørur úr egnum landi enn innfluttar. Tað eru tó ikki allir bólkar, ið vilja viðganga, at tey helst vilja hava vørur úr sínum heimlandi. Heilt ítøkiliga vísa granskingarúrslit hjá Alexander Josiassen, professara á lærda handilsháskúlanum í Keypmannahavn, at eldri fólk og kvinnur í øllum aldri fegin vilja standa við sín serliga alsk til vørur úr egnum landi. Hinvegin vilja menn við háinntøkum sera treyðugt ásanna, at teirra val av nýt-sluvørum er ávirkað av, hvar vøran er framleidd. Men ótilvitað hevur tjóðarupprunin ávirkan á valið hjá okkum øllum. Monnum og kvinnum, ungum sum eldri.

„You can fool some people all the time, and you can fool all the people sometimes, but you cannot fool all the people all the time“ sigst Abraham Lincoln at hava sagt. Og tá búskaparfrøði-lig gransking vísir, at hetta er eitt alment staðfest fyribrygdi í flest øllum londum fyri allar bólkar av forbrúkarum, má sjálvt tann mest herdaði búskaparfrøðingurin ásanna, at tað neyvan er eitt úrslit av dáran. Tvørturímóti uppføra vit okkum sambært okkara innastu ynskjum.

Keyp við heilanum, keyp føroyskt!Hvørjar eru so tær skynsomu grundgevingarnar fyri, at eg við hei-lanum keypi føroyskt? Aftur kann búskaparfrøðin koma mær til hjálpar. Grundleggjandi hava vit sum forbrúkarar nøkur ynskir og krøv til tær nýtsluvørurnar, ið vit keypa. Og har hava føroyskt fram-leiddu vørurnar onkrar kappingarfyrimunir at møta teimum yns-kjunum. Vit ynskja eitt nú fjølbroytni, lágan prís og feskar vørur.

Fjølbroytni í nýtslumøguleikunum er eitt grundleggjandi ynski hjá okkum forbrúkarum. Og vit duga eisini at gjøgnumskoða, at um vit í okkara nýtslumynstri fjálga um føroysku framleiðar-arnar við at velja teirra vørur framum, so eru vit við til at skapa eitt grundarlag fyri víðari menning av vøruúrvalinum. Hjálp til sjálvhjálp. Kaffiframleiðarin Brell hevur valt at lata kaffislagið í sínum posum av bønum vera skiftandi gjøgnum árið. Á tann hátt fái eg sum brúkari enn størri fjølbroytni.

Men okkara skynsemi sigur okkum eisini, at vit ikki ynskja fjøl-broytni fyri einhvønn prís. Føroysku vørurnar mugu vera kapp-ingarførar í prísi. Og tað eru tær ofta. Brell var ikki bert betri, men eisini bíligari. Aftur kann búskaparligt vit og skil nýtast til at forklára, hvussu føroyskt framleiddar vørur kunnu vera kapp-ingarførar í prísi, hóast stórrakstrarfyrimunirnir hjá stóru altjóða framleiðarunum eru eyðsýndir. Visti tú til dømis, at tá tú keypir ein kopp av glóðheitum kaffi á eini Starbucks kaffibarr í London fyri trý pund, so fer einans 5% av gjaldinum til sjálvan kaffifram-leiðaran? Restin fer til dýra innpakking, flotta mark naðarføring og kostnaðarmikla handfaring. Fyri føroysku vøruna rindar tú einamest fyri sjálva vøruna. Tí kann kaffið frá Brell vera bíligari enn kostnaðarmikla Costa.

Nærleiki er feskleiki. Vit ynskja okkum so feskar og frískar vørur sum gjørligt. Tí hava vit sum brúkarar eisini ofta ein for-kærleika fyri mjólk, grønmeti og kjøtvørum frá nærumhvørvi-num – í tann mun tað letur seg gera. Eisini har lata vit skynsemið ráða við at keypa føroyskt.

Fótaspor eftir koltvíiltunýtslu er eitt hugtak, sum er við at vinna frama sum ein skynsamur máti at stuðla undir burðar-dygga nýtslu. Tankin er, at einhvør matvøra skal merkjast við teimum fótasporum av koltvíiltunýtslu, ið liggja handan fram-leiðsluna av vøruni. Á tann hátt fær brúkarin møguleikan at velja tær matvørur, ið lasta umhvørvið minst. Ein nýtist ikki at vera serfrøðingur í logistikki fyri at síggja, at matvørur fram-leiddar í nærumhvørvinum hava ein fyrimun í tí mátistokkinum. Keyp við samvitskuni, keyp føroyskt!

Brellast tú nú? Kaffikoppurin er kólnaður, meðan heilin hevur reikað runt eftir teimum ymsu skynsomu orsøkunum til at keypa føroyskt. Far ikki skeivur, búskaparfrøðin prædikar framvegis dygdirnar við fríhandli og skjalfestir stóru ágóðarnar, ið vit dagliga njóta av altjóða arbeiðsbýtinum. Vit framleiða tað, ið vit duga best, so vit hava ráð til tað, ið vit hava hug til. Onkuntíð tykjast avleiðin-garnar tó eitt sindur ørkymlandi. Og ikki serliga skynsamar.

Vit framleiða heimsins besta laks, ið dagliga verður serve-raður fyri kræsnastu gómum á sushimatstovum í USA. Og vit eta heimsins bíligastu burgarar, ið amerikanarar hava lært okkum at skræða í okkum sum ein skundverð. Men nær hevur tú síðst sjálv notið ein laks á føroyskari matstovu?

Herfyri spældu Føroyar landsdyst móti Týsklandi, og í tí sam-bandi staðfesti kendi venjarin, Jonathan LÖw: „Lítið veit eg um Føroyar, men eitt veit eg, tey framleiða heimsins besta laks.“ Nakrir týskir áskoðarar búðu á ‚bed and breakfast‘ hjá ver-mammu míni, og teir høvdu til fánýtis verið á gátt hjá øllum matstovunum í býnum fyri at fáa stoktan føroyskan laks, ið teir høvdu hoyrt so nógv um. Eingin laksur var at fáa. Og tað var ikki, tí útselt var.

Kanska skuldi tú umhugsað at spurt eftir føroyskum laksi, næstu ferð tú fert í býin. So hava tey tað kanska næstu ferð týskurin kemur á gátt.

Page 19: Keyp Føroyskt
Page 20: Keyp Føroyskt