H71-Kyndil, 09.03.13

16
ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - KYNDIL Leygardagin 9. mars kl. 16.00 Hoyvíkshøllin faldari 7 KAPPINGARáRIð 2012-13 4

description

H71-Kyndil, 09.03.13

Transcript of H71-Kyndil, 09.03.13

Page 1: H71-Kyndil, 09.03.13

AtlAntic AirwAys KAPPinGin

H71 - KyndilLeygardagin 9. mars kl. 16.00

Hoyvíkshøllinfaldari 7

KAPPinGArárið 2012-13

4

Page 2: H71-Kyndil, 09.03.13
Page 3: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013 3

ODDAGREIN

Nú er ikki nógv eftir. Síðstu dystirnir skulu spælast fyri at finna útav, hvør skal tapa FM-final ur nar ímóti KÍF.’Squeaky bum-time” kallar hann sjálvur, Ferguson hesa tíðina, har tað ræður um at halda handa vøddan mitt í munn-inum. Eitt er plássið, trý eru liðini.

Vit í H71 liggja væl fyri, men ikki betri enn at hvørt av hinum báðum sjálvi kunnu avgera sína egnu lagnu, ið vónandi verður tung í hesum føri, á hesum sinni.

Hóast VÍF tykist at vera komin í kløtur í onkrum merkverdigum slag av post-Bresjnevi-anskari limbo sum hini halda á at vinna medaljur, altso ilt við at stilla sínar vánir í úrslit um við faktiskt tilfeingi og tað hjá øðrum, kemur hesin siðríki hondbóltskulturur at bera undan í longdini. Vit tosa hóast alt VÍF.

Og Kyndil, sum hevur verið fyri einum lima-tals ligum eplakuri, er kjokkað við eldri fyri-mynd um, ið vita alt um tað, at vinna. Tí hasin, fyri hini, irriterandi vinnarahugburður, ið eyð-kennir øll Kyndlalið. Og føroyskur hond bóltur uttan eitt Kyndil í hóvligari vælmakt, nei tú!, tað gongur ikki. Tað er sum eitt Champions League-kvøld uttan Glitnir og lættimjólk. Av hesum eina er tað feitt, at Kyndilslogin brennur.

Men hetta, at vera eitt hondbóltsfelag á bygd, ella í minking, er ein avbjóðing. Og effinett sum við afrikanarum loysir tú ikki trupul leikan við at taka synd í teimum, at hiva ein kornsekk um vikuna í høvdið á teimum ella stappa eina árliga peningaupphædd, eisini kallað blokkstuðul ella menningarhjálp, í avvarð andi kjaft. At útseta pínuna.

Nei, tú letur tey fiksa problemini sjálvi. Tað er, sum við so nógvum øðrum sosialum forð-ingum, mannaskapt, og tí kunnu menniskju eisini smildra hesar forðingar sjálvi, nakrar forðingar meiri drakoniskar enn aðrar tó. Óansæð, sum við menningarlondum er eittans at gera hjá hóttum hondbóltsfeløgum: at draga at sær og organisera seg út úr trupulleikunum. Og tol.

KommunuslagiðOg næsta ár verður helst uppaftur meiri

spennandi, tá ið Neistin og kanska eisini StÍf verða við í einum kollegialum oddastríði um at koma í finalu ímóti kollfirðingum.

Støðan er mest at meta við ein firvald uttan veingir. Bara í Neistansa føri eru tess veingir skryktir av, ein fyri og annan eftir. So tað er Áka Mørk at takka, at flogskerda liðið, ið nú aftur dúvar uppá egið tilfar, og einum stór spæl-andi Jugo, klárar seg so væl. Eg endurtaki, liðið hjá Áka er ikki so ungt, sum Vagnur, meinings-myndandi hondbóltsfólk og aðrir neistar blíva við við at trútta í okkum. Tað er bara óroynt. Og tað er ein grund fyri hesum.

H71 svarar til Kina í stórpolitikki. Umverðin lítur á við einum farra av ræðslu. Ein hóttan fyri eksisterandi maktjavnvág. Eitt samfelag, sum má sættast við broyttar tíðir, nýggja støðu.

Men H71sa succes-marsjur er ongin tilvild. Ein og hvør, sum eygleiðir okkara ungdómslið henda seinasta neva av árum, dagar eitt full-on afturkennandi produkt, eitt etos. Tað sært tú eisini í skúlum í Evropa, at teir, ið hava eitt krystallklárt etos, ein sterkan kultur, mennast best, vinna frama og, so líðandi, vinna mest (sum eisini er hví, vit skulu klemma Frískúlan við HoyvíkstjørnJ). Men, yvrihøvur, ein breið vifta av tilboðum og ymiskleika, og ikki ein plan-politisk skúla-ætlan stýrd av skrivstovugeneralum og einum Lærarafelagi, ið setur sínar limir framum sínar kundar, tvs næmingar. Og so er eisini við hond bóltsfamiljuni: best er, um hon kann vera so ymisklig sum til ber. Tað er nevniliga ein misfatan, at líkleiki ella javnstøða fæst við at eradikera ymiskleika. Enntá ein ómoralsk ein.

Í H71 eru vit als ikki komin á mál, men vit vita, hvat vit vilja, og vit arbeiða miðvíst so at røkka hesum máli, ið tó aldri skal røkkast. Tað handlar um sendingar og at lofta, ikki bara teknikkurin, ið ger seg galdandi, sum tú sendir og móttekur og flytur teg í støðu fyri at kunna móttaka av nýggjum, men tolni í spæli,

Page 4: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013FALDARI 2012-20134

Ítróttarfelagið Hoyvík H71Hoyvíkshøllin, Postsmoga 1067188 Hoyvík · www.h71.fo NEVNDSunneva Jakobsen, formað[email protected], 23 11 15

Gunn Ellefsen, næstformað[email protected], 59 30 40

Agga Niclasen, [email protected], 50 86 89

Anna Dam, [email protected], 51 90 82

Hallur Danielsen, [email protected], 23 96 15

René Dahl Olesen, [email protected], 54 90 10

SAMSKIPARIHallur [email protected]

HEIMASÍðuuMSItARICarl Herup Hø[email protected]

Agga [email protected]

FALDARAuMSItARIAgga [email protected], 50 86 89 SNIð, uMBRÓtING,PRENt OG LIðuGtGERðPf. Føroyaprent, www.foroyaprent.fo– svanamerktur prentlutur 541 705

MYNDIRJan Egil Kristiansen26 22 40

ÚtGEVARIH71

at diktera tempo og gjøgnumbrotsmegi. Tað handlar um at plikta seg til eitt ávíst hug-skot um hondbólt, vit heima í Hoyvík kalla “Produktið”.

At realisera hetta krevst fólk, skikkað fólk, eldhugað fólk, líka frá venjarum og útbering ar-fólk til foreldur og hjálparvenjarar, at konvert-era fyrrverandi vestmenningar og havna-grøn at, ikki bara trúgva uppá, men viður kenna eina svarta framtíð.

Tað er um at draga at sær og skipa seg! Tað er um at skapa ein hondbólts-samleika, eina ambitiøsa og menningargóða assimilatión av tí, vit vita, riggar aðrasteðs, bæði lokalt og nasjonalt, og blanda hetta við egnum erfar ing-um og hugskotum.

Og, ikki minst, fáa hoyvíkingar at hugsa, “siga vit Hoyvík, siga vit H71; og siga vit H71, siga vit Hoyvík”. Hvaðna meiri er hetta ein spurn ingur um samfelagsbygging, ein skylda um at gera sítt fyri at fáa eitt fullborið sam-felag, og ikki bara samkomuhús, asfalt, garasjir og kremhvít sethús eftir goldnan skatt og lima-gjald.

Í faldaranum hesuferð nertir Jústines Justinussen, legenda innan føroyskan hondbólt,

eisini við partar av hesum problematikki, tí tekniska, ið sæst aftur í teim fullstendiga øru og óskilvísu bóltstøddum í føroyskum hond-bólti. Tú vildi fara bóltstødd niður í U10, til mikro, so tað skuldi vera lættari at handfara henda vælsignaða bólt. Og úrslitið: væl betri hondbóltsleikarir og hondbóltsspæl í U10, ser-liga í D10, har niveauið er óvanliga høgt í ár.

Hjá U12 er bóltstøddin passandi, tí bólturin sampakkar við hondina hjá flestum 11- og 12-ára gomlum. Men so, kabumm!, sum genturnar fara upp í G14, skulu tær spæla við eini fucking ballón av einum monsturbólti. Ókey, við harpiksi; hinvegin, nettupp tað, at tørvur er á harpiksi, sigur væl ikki heilt lítið. Væl signaði, tit, ið bestemma meiri í føroyskum hond bólti enn eg, broytið hetta, so at eisini bólt urin hjá G14 hóskar til hondina hjá eini gentu, ið akkurát er fylt 13 ella kanska ikki er risi av vøkstri. Annars kann tað gera tað sama, mestsum, hvat fyri ungdómspolitikk ella produkt, hugskot ella etos, tú sum felag setur út í kortið í tess hondbóltsskúling.

Agga Niclasen

Page 5: H71-Kyndil, 09.03.13
Page 6: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-201314

Eftir: Jústines L. Justinussen

Seinastu árini hevur tað, eftir mínum tykki, gingið støðugt niður á bakka við hondbóltinum. Hond bóltsfamiljan minkar heldur enn veksur. Nøkur feløg hava lagt kongin, og onnur hava humpað seg ígjøgnum og verið noydd at keypa útlend ingar fyri at manna lið í bestu deildini og fyri at vinna heiðursmerki.

Tey lið, sum bert hava dúvað upp á egið tilfar, hava lítlan og ongan møguleika at klára seg. Okkara egna tilfeingi er svunnið, og leik-ar ar nir í bestu deildunum gerast yngri og yngri. Serliga ger hetta seg galdandi í bestu kvinnu-deildini, har miðalaldurin er lækkandi. Har er neyðugt at leita niður í G17 fyri at manna lið. Hetta er ein skeiv gongd, og orsøkin er heilt einføld tann, at vit hava ikki dugað nóg væl at sett leikarar við.

Men vón er fyri framman. Í U8 kappingunum í vetur hava 40-50 lið við 300-400 børnum víst, at vit eiga hópin av talentfullum børnum, og vit, sum fylgja kappingini hjá D10, hava í vetur sæð 25 lið við 200-250 sera evna rík um leik arum. Jú, vit eiga nógv og gott “hond bólts-smolt”, og um rætt verður borið at, og “fellið” ikki verður ov stórt, so er vón fyri, at hond bólt-ur in fer at yvirliva í Føroyum.

Skulu vit í framtíðini manna okkara bestu lið við egnum góðum leikarum, má eitt stórt og miðvíst ungdómsarbeiði gerast úti í feløgunum. Onki kemur av sær sjálvum. Skal hetta eydnast, mugu øll, sum vilja hondbóltinum væl, bróta upp um armar og fara í gongd. Vit koma ongan

veg við at skáka okkum undan og hopa, at onnur taka sær av okkara børnum.

Boðskapurin til okkum øll er: Spyrjið ikki hví “felagið” onki ger fyri okkara børn. Spyrjið heldur hvat “eg” kann gera fyri mítt felag, so okkara børn hava okkurt at fara til, tí uttan eldsálir verður hondbóltinum ikki lív lagað.

Men hetta er ikki nokk í sær sjálvum.Vit mugu eisini hava góðar karmar at virka undir. Vit venda ikki eini skeivari gongd við at koyra í somu rillu. Vit mugu tora at gera broytingar og royna nýggjar leiðir. Og nakrar ábøtur eru longu gjørdar, sum muna.

U8 kappingarnar eru eitt dømi um at royna nakað nýtt. Hetta bleiv sett á skinnaran sein-asta kappingarár og gjørdist beinanvegin ein “dundr andi success”. Hetta ger, at børnini koma nógv fyrr í gongd, og tá hesi børnini fara víðari til U10, duga tey tað mest grundleggjandi og eru longu komin langt í hondbóltsmenningini.

At broyta bóltstøddina hjá U10 og U12 til minni bóltar, sum passa betur til tær smáu hend urnar, var slóðbrótandi og mennandi. Hetta ger veruligan mun, og børnini hava nú nógv betri kasti- og skotteknikk. Tað er ein for-treyt fyri at gerast ein góður hond bólts leik ari.

Men tíanverri varð bóltstøddin hjá U14 ikki broytt. Bóltstøddin hjá teimum passar bara til tær størstu hendurnar, og sjálvt um loyvt er at brúka harpiks, so hevur ein stórur partur av leikarunum stórar trupulleikar av at hand fara bóltin, og tað fremur ikki menningina. Ikki kann sigast, at tað er serliga logiskt, at gent-ur nar skulu skifta til vaksnamannabólt, tá tær

Hugleiðing um Hond bóltin nú og í fram tíð ini

Page 7: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013 15

fara upp í G14, meðan dreingirnir ikki skifta til vaksna mannabólt, fyrr enn teir fara upp í D18. Hetta eigur at verða endurskoðað.

Ein afturvendandi spurningur er, um kapp-ing ar leisturin hjá børnunum kundi verið betri. Er tað best fyri menningina av børnunum, at kapp ingin um gullheiðursmerkini byrjar longu tíðliga um heystið? Hetta setir í øllum førum venj ararnar í eina tvístøðu, og kann flyta fokus hjá teimum soleiðis, at menningin av breiddini verður niðurraðfest fyri at vinna eitt FM.

Hvat eru tær stórstu avbjóðingarnar hjá hond bóltinum í dag?

Ein tann stórsti trupulleikin hjá hond bólt-inum í dag er, at fráfallið er alt ov stórt, tá børn ini gerast tannáringar. Kappingin um ung-dómin er sera hørð. Aðrar ítróttargreinir toga til sín, og so er tað so nógv annað at fara til. Duga vit ikki at gera hondbóltin nóg áhuga-verdan fyri hendan aldursbólkin, so tapa vit

kapp ingina um ungdómin. Tí hastar tað at koma hesum trupulleikanum til lívs. Her má okkurt gerast beinanvegin.

Ein annar stórur trupulleiki er, at vit hava alt ov fáar hondbóltsvenjarar í Føroyum. Stórur tørv ur er á útbúgving av venjarum til bæði børn og vaksin. Øll feløg kenna til trupulleikan at skaffa venjarar til liðini. Nógv fólk, sum kundu hugsast at vant barnalið, halda seg tíverri ikki til, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera. Miðvísar venjaraútbúgvingar høvdu loyst henda trupuleikan, og høvdu hjálpt feløgunum ómeta liga nógv. Tí eigur HSF beinanvegin at skipa fyri venjaraskeiðum úti í feløgunum.

Samanumtikið meti eg, at hondbólturin fer at yvirliva. Men tað krevur ein stóran innsats frá okkum øllum. Og ikki minst krevur tað, at HSF setur nøkur tiltøk í verk, og alla tíðina hevur fingurin á pulsinum.

Page 8: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-201316

HOYVÍKSHØLLINKl. Mánadag týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag

06.30 G14/G17 D10/D12 D14/D16 G12/G1007.00 G14/G17 D10/D12 D14/D16 G12/G1015.00 D12 D12 G12 Neistin Kyndil15.30 D12 D12 G1216.00 D10 D10 U816.30 D10 D10 U817.00 G12 D10 G10 G12 D1417.30 G12 G10 G10 G12 D1418.00 G14 G10 ÍA D10 G1418.30 G14 AA D10 G1419.00 AA AA D10 AA19.30 AA AA AA AA20.00 D14 D14 D16/D18 AA G17/Kvinnur20.30 D14 D14 D16/D18 AA G17/Kvinnur21.00 D16/D18 G17/Kvinnur G14 D16/D18 21.30 D16/D18 G17/Kvinnur G14 D16/D18 22.00 D16/D18 G17/Kvinnur D16/D18 22.30

VENjARAYVIRLIt H71 KAPPINGARáRIð 2012/2013Deild Heiti Navn tlf teldupost

AA/1.deild Høvuðsvenjari Petur Mittún 21 82 84 [email protected]/1.deild Hjálparvenjari Halgir Dahl Olesen 54 90 10 [email protected]/1.deild Málmansvenjari Jens á Skipagøtu 28 03 25 [email protected]/1.deild Kroppsligur venjari Snorri Patursson 22 28 14 [email protected]

AA Liðleiðari Lars Tornefeldt 26 62 87 lars_tornefeldt.hotmail.comAA Hjálpari Rene Dahl Olesen 54 90 10 [email protected] Høvuðsvenjari Gunnar Djurhuus 21 90 82 [email protected] Hjálparvenjari Bogi Davidsen 27 67 04 [email protected] Hjálpari Anna Dam 51 90 82 [email protected] Høvuðsvenjari Rógvi Sørensen 25 21 19 [email protected] Hjálparvenjari Halgir Dahl Olesen 54 90 10 [email protected] Hjálparvenjari Sigmundur Dahl 27 61 31 [email protected] Høvuðsvenjari Bogdan Florea 58 15 69 [email protected] Hjálpari Janet Johannesen 21 22 11 [email protected] Hjálparvenjari Hallur Biskopstø 51 76 06 [email protected] Høvuðsvenjari Petur Mittún 21 82 84 [email protected] Hjálparvenjari Jens Skipagøta 28 03 25 [email protected] Hjálparvenjari Rúni Poulsen 21 11 11 [email protected] Hjálparvenjari Karl Oddmar Rasmusen 50 83 38 [email protected] Høvuðsvenjari Fríðrikur Jakobsen 27 50 74 [email protected] Hjálparvenjari Kristian Dan Sørensen 25 02 15 [email protected] Høvuðsvenjari Petur Martin Johansen 29 62 60 [email protected] Hjálparvenjari Andor Sivertsen 50 71 29 [email protected] Hjálpari Rene Dahl Olesen 54 90 10 [email protected] Høvuðsvenjari Hallur Danielsen 23 96 15 had@sbwG12 Hjálparvenjari Tróndur Arge 31 55 57 [email protected] Høvuðsvenjari Tróndur Joensen 27 26 28 [email protected] Hjálparvenjari Hendrik Egholm 23 74 10 [email protected] Hjálparvenjari Ann Ellefsen 51 56 85 [email protected] Høvuðsvenjari Rúni Højgaard 26 14 15 runi_hoyví[email protected] Hjálparvenjari Høgni Olafsson 58 56 31 [email protected] Høvuðsvenjari Eindri Frýdal 27 48 04 [email protected] Hjálparvenjari Páll Mortensen 59 72 01 [email protected] Høvuðsvenjari Beinta Ejdesgaard 72 35 52 [email protected]

Ungdóms Málmansvenjari Ári Egason Dam 51 20 90 [email protected]

Deildir Viðmerkingar

AA

Mánadag: møta kl. 18 (renni skógv ar og uttan-dura klæðir), týsdag: crossfit kl. 17.30, hósdag: crossfit kl. 18.30, fríggja dag: møta kl. 18.00 (renni skógvar og uttan dura klæðir)

D16 D14

D12Fyribils eru venjingarnar mána dag og týsdag. SvL hósdag kl. 19.30-20.30 og fríggjadag kl. 20.00-21.00

D10 Mánadag byrjar venjingin í Hoy víks høllini kl. 15.30.

KV G17

Deildir ViðmerkingarG14

G12Mánadag og hósdag byrjar venj ing in í Hoyvíks-høllini kl. 16.30. Morgun venjingin fríggjadag er saman við G10

G10 Hoyvíkshøllin fríggjadag kl. 14.00-15.00

U8Umframt venjingina í Hoyvíks høll ini venja U8, bæði gentur og dreingir, í Skúlanum við Løg-manna breyt hvønn týsdag kl. 16.30-17.30

U6Venjing hvønn týsdag kl. 17.30-18.30 í fimleikahallunum í Skúla num við Løgmanna-breyt. Byrjað verður týsdagin tann 2. oktober.

Page 9: H71-Kyndil, 09.03.13

leiKum fagurttIL LEIðARAR, VENjARAR, DÓMARAR, FORELDuR, LEIKARAR OG áSKOðARAR

LEIKUM FAGURT

· HAV JALIGAN ATBURð

· ROyN ALTÍð TÍTT BESTA

· VÍS VIRðING FyRI ØðRUM

· UMBOðA FELAGIð SØMULIGA

· FAR VIð ØðRUM, SUM Tú yNSKIR,

AT ONNUR FARA VIð TæR

LEIKUM FAGURT

EIN HEILSAN OG áHEItAN FRá

tIL ALLAR H71’ARAR OG ONNuR, Ið KOMA Í HOYVÍKSHØLLINA

Page 10: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-201326

Eftir: Agga Niclasen

Fyri triðju ferð á rað hevur 2000-árgangurin hjá H71-gentum verið á síni árligu venjingarlegu. Undanfarnu ár hevur bert verið talan um dystir og nógva venjing, tað veri seg í sjarmerandi fimleikahøllini í gamla skúlanum á Tvøroyri ella bastiónini, ið er Høllin í Vági.

Í ár, tó, spældu tær landskappingardystir. Tveir í tali. Báðir ímóti VB, hvørs leikarir og leiðarir vóru so beinasom at flyta tveir heima-dystir til sama vikuskifti, ein fríggjakvøld og ein leygardag seinnapart. Vit takka fyri tað.

Beinasemið løntu vit aftur við at smildra vágs gentur 15 - 2 og 17 – 5. Ein málmunur á ávika vist 13 og 12 var alt annað enn flatter-andi, serliga ikki í fyrsta dystinum, tá ið gentur nar rulaðu, hvat má sigast at vera nokko flott, tá ið annar enn vanligi venjarin mátti stýra liðið hetta, potentielt, lagnutunga fríggja kvøld. Nokk um tað.

Eins og áður fóru vit ikki við Smyrli. Tað er rímiliga nógv, hr. Danielsen ikki maktar at um broyta, men akkurát her mátti hann lúta fyri hægri maktum; ikki so nógv náttúruni, men Strand faraskip Landsins, og máttu vit tí taka til takka við Norrønu.

Men hvat innivist um ræður, var alt við tað gamla. Tí aftur í ár gjørdu vit okkum dælt av gomlu húsunum hjá Dam á Valinum. Eisini hetta takka vit familjuni fyri.

Allar genturnar komu við einum lítlum helmingi av foreldrunum fríggjadag á middegi, og írestandi parturin fríggjakvøld ella leygar-morgun. Fríggjakvøldið var, sum sagt, dystur á skránni. Eftir hetta var døgurði, pita og vatn,

hugni og prát annars, og so helt eg meg eisini hóma eitt glas av kaka onkustaðni millum minni seriøs vaksin.

Leygarmorgun byrjaði við eini búrmáltið av einum morgunmati. Heimabakaðir bollar og skuffukøka, kornflykrur og jogurt, kaffi og meira kaffi. Coach boðaði síðani frá, at rendez-vous var kl. 12. 30 í húsinum, tá ið fyrireiking og fráferð til dyst var á agendaini. Øll møttu til tíð ina líka uttan dótturin og eg, sum vitjaðu hjá Enni, har vit fingu meiri kaffi og køku. (Ikki tí Enni, sum býr í Svøríki, og dagdroymandi mót mælir útbygging á kaiini, sum uttan at ávirka negativt á umhvørvið við pubbina, veru liga kann geva Tvøroyri eitt neyðturviligt skump í afturpartin. Nei, einum øðrum Enni, einum liberalum einum – haldi egJ)

Afturkomin frá dysti vóru pylsubreyð og pitsa-sniglar á borðinum. Umframt vatn og, ja... tað var faktiskt tað. Gott við onkrum at eta, tí tað bleiv mestsum ótolandi at hoyra upá coach, sum gramdi og grenjaði og venaði seg við óteljandi undanførslum fyri hví hann vann við einum minni málmuni enn hansara avloysari. Hetta, heldur enn at vera glaður fyri egið avrik, sum jú var... gott. Ókey, verjan sigldi, men “góðtikið”.

Hetta var triðju ferð á Tvøroyri, og neyvan síðstu ferð, so fyri at geva avkominum úr Hoyvíkini eina sproytu av kulturi við sær í heysin, hugsaðu vit, at gott var við eini av-bjóð ingar-dysti við útgangsstøði í lokal øki num, Tvøroyri at navni. Succes!, sum tær drøn aðu oman og niðan at spyrja tvørabúgvar um líkt og ólíkt. Hvør bólkur hevði fartelefon við upptøkutóli við sær, og við einsæris setn ingi um at taka mynd av kravdum staði á stað num.

fyri triðju ferð á tvøroyri

Page 11: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013 27

Eftir kapping, enn eina, fóru vit óman á Seglhúsloftið, har Ann-Kirstin var so fitt at drepa okkum í ein tíma við Line-dansi – orðið “lær krepping” er sostatt skoytt uppí mítt orða-tiltak. Og so oman á pubbina. Eitt stórt hana-gleiv, og tað var saft-súsi-me eisini líka fyri at sleppa at hvíla rørarnar eitt bil afturvið eini kaldari kaka, sum bleiv tømd í trimum.

So niðan í húsið aftur at eta marglætis-døgurða, fyrst børnini, síðani tey vaksnu. Harnæst ís, fyrst børnini, síðani tey vaksnu. Sum hvørt ættarlið bíðaði eftir hvørjum øðrum, hugdu vit at upptøkum, Anton hevur tikið av hesum framúr gentum, mest frá núverandi kapp ing ar ári, men eisini frá tær vóru diddur í gentur 10. Eitt sindur flóvisligt, hildu tær, men kortini stuttligt og læruríkt.

Og ongin venjingarlega uttan Tvøroyrar klubba, ið má hava bestu barr í FO, um tú ikki roknar Mimir uppí. Altíð eitt upplivilsi at vera saman við suðringum, serliga tá ið teir eru úr betru helvt av oynni. Eg veit ikki, tað er sum um, at har er ein annar veraldarandi yvir hasi úr Øravík og norðureftir.

Umborð á Norrønu og eftir songartíð hjá teim vaksnu setti eg meg at skriva ein setning ella tveir um hvønn einstakan leikara, allir sum ein óførir og við hvør sínum týðandi leiluti á einum vinnaraliði, hvat higartil 4 útav 6 steypum, bara í ár, vitna um. Hetta skuldi sjálvandi enda við at taka ein leikara framum aðrar, ið trúliga hevur gjørt nakað serligt og offrað seg fyri liðið. Hesuferð var vinnarin Beinta R. Dam. Øll klappaðu. Og gávan, verandi

Page 12: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-201328

hálvur hoyvíkingur og hálv tvøradama, ein nosslig langhúgva við mergjaðu orðunum “Einaferð TB, altíð TB” á; og betalt við peningi, ið fer beina leið í kassan hjá TB. Juhuu!!!

Fyri inntil trimum mánaðum síðani var Beinta útileikari, vongur ella bakkur, men nú um skúlaður málmaður, kanska tann besti í deild ini, A-bólkurin hjá G12. Hon mennir seg ikki mánaðarliga ella vikuliga, men dagliga.

Og so haldi eg eisini, tað var Jens á Skipa-gøtu, málmansvenjari felagsins og tann ítróttar-íðkari vestanfyri Budapest, sum hevur “lagt skógvarnar á hillina” oftast, ið eigur tey famøsu orðini: “Man er smáliga svakur fyri at vera mál-maður í hondbólti; men at so gera tað frí villigt, sum eg, tá er man kraftedimi ikki í ordan!” Við hesum verður avrikið ikki minni undrun ar vert.

Hvussu er og ikki, tá skuldi hesin prísur ella virðisløn hava eitt navn, eitt heiti. Eg meini,

danir hava ein Robert, amerikumenn Oscar, týskarir eina bjørn, onglendingar ein Turner og italiumenn Ilaria Alpi. Fraklendingar, verandi fraklendignar, hava sína “Lanterne Rouge”, latin til tann súkklara, ið endar sum nummar sjokk í Tourini. Franska hugtakið skal umsetast til “reyða lanternan”, hevur onki við kynslív at gera, men ein referansa til ljósið aftanfyri handa vognin nýttur í góðstoki til hissini ferðafólk.

Í Føroyum hava vit nakrar í at velja, men heitini eru hvør ókulari enn annað, har “Oddvørsa” kundi so verið eitt brúkiligt uppskot fyri bestu drekkamunsrealismu.

Óansæð, og heitið á virðislønini... trummi-trummi-rumm? Ja, tað kundi ikki ordiliga vera nakað annað... AGGASA!

Page 13: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013 37

Hin e l e k t r i s k i stólurin

Navn Teitur A. MouritsernAldur 9 árFlokkur 3. flokkurMálmaður H71- U10

1) Hví heldur tú, at allar superhetjur eru í undirbuksum?Fyri at reypa sær

2) Heldur tú, tað ber til at gráta undir vatni?Ja, men eg havi ongantíð roynt tað

3) Hvør AA-leikari er kulast; og hvør er løgnast?Tóraldur er kulast og venjarnir Jens, Petur og so Halgir eru løgnast :)

4) Hvat er títt hægsta ynski fyri liðið?At vinna gull í ár, og so at vit fáa ein góðan túr til Partille Cup

5) Hvat er besta uppliving við H71?Tá vit vunnu steyp í Kollafirði og venjingarlegan á Giljanesi

6) Nevn okkurt, bara okkurt!, sum kundi gjørt H71 og Hoyvíkina betri?Meira málmansvenjing

7) Nevn 71 grundir til, hví tað er so stuttligt at spæla hondbólt í Hoyvík?Góðar venjarar og gott samanhald

Page 14: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-201338

tEY SVØRtu tØLINI

StØðAN AtLANtIc AIRwAYS DEILDIN

Nr. Lið Dystir V.m t.m. Munur Stig

1 KÍF 14 417 319 98 23

2 H71 14 391 349 42 18

3 VÍF 14 380 345 35 17

4 StÍF 14 352 315 37 15

5 Kyndil 14 356 350 6 15

6 Neistin 13 301 329 -28 8

7 t. Klaksvík 13 242 432 -190 0

DYStARYVIRLIt Hjá H71 Í AtLANtIc AIRwAYS DEILDINI

Dato Heimalið Útilið Úrslit

23.09.2012 Kyndil H71 25-27

30.09.2012 H71 Neistin 24-23

07.10.2012 H71 KÍF 27-31

13.10.2012 StÍF H71 31-26

04.11.2012 VÍF H71 26-30

06.11.2012 H71 t. Klaksvík 34-15

11.11.2012 H71 Kyndil 31-25

18.11.2012 Neistin H71 28-27

25.11.2012 KÍF H71 29-21

01.12.2012 H71 StÍF 22-20

14.12.2012 t. Klaksvík H71 21-37

22.12.2012 H71 VÍF 33-28

06.01.2013 Kyndil H71 22-21

12.01.2013 H71 Neistin 31-25

20.01.2013 H71 KÍF

03.02.2013 StÍF H71

23.02.2013 H71 t. Klaksvík

03.03.2013 VÍF H71

10.03.2013 H71 Kyndil

13.03.2013 Neistin H71

23.03.2013 KÍF H71

27.03.2013 t. Klaksvík H71

14.04.2013 H71 StÍF

20.04.2013 H71 VÍF

Page 15: H71-Kyndil, 09.03.13

FALDARI 2012-2013 39

LIðINI HESuFERð

H71Málmenn:

1 Ári Egason Dam

12 Tóraldur Kollsker

Útileikarar:

4 Rúni Vest Højgaard

14 Sigmundur Dahl

2 Rógvi Sørensen

15 Sigmundur Nolsø

17 Hallur Biskupstø

13 Bogdan Florea

9 Ári Jógvansson Olsen

7 Bogi Gaard Davidsen

11 Hans Kári Hansen

6 Tróndur Arge

10 Poul Kjartan Dam

3 Niels Viggo Niclasen

Høvuðsvenjari: Petur Mittún

Venjari: Halgir Dahl Olesen

Málmansvenjari: jens á Skipagøtu

Liðleiðarar: Andrass Marr Poulsen, Lars tornefelt og René Dahl Olesen

KYNDILMálmenn:

Jógvan R. Isaksen

Erlendur Johannesen

Útileikarar:

Hans Áki D. Christiansen

Josef Abrahamsen

Birgir Poulsen

Frank Askildsen

Ludvík Súnason

Andrias Sólsker

Rógvi D. Christiansen

Høgni Klein Olsen

Hørdur Sigtórssón

Finnur Hansson

Venjari: Bárður johannesen

Page 16: H71-Kyndil, 09.03.13

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS

[email protected]

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD

GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«